Fríu Føroyar - 31.10.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 31.10.1942, Blaðsíða 1
NUMMAR 19 h" livist her hava øll sut n krevja, at tøi ilandid 31. OKTOBER 1942. Abyrgd hevur blađskrivarin Andrias Ziska sk« gerast frítt og I*øi oyingar sjálvt ádandi. I elef. 337 Tórshavn. Móður, Føroyar. Móður, Føroyar, talar við gráturødd soleiðis: Børn míni! I túsund ár hava tit klandrast og øvunda hvønn annan. I túsund ár liava tí fremmandir kunnað otað seg fram her í Føroyum og sloppi sær framat til at kúga, van- virða, háða og sálarpína meg, móður tykkara. Royndarstundir eru komnar og farnar. Hvørja ferð kundu tit, børn rníni, fingið vald yvir og riki út alt hetta fremm- anda frá stýrinum og ræðinum, so vit Føroyingar kutidu fingið eitt gott liviligt heim, men klandtið versnarj og fremmanda- valdið er vorðið ernati og ernari. Nú kom aftur ein royndarstund, og nú síggja øll, at tað ikki eru hinir fremmandu, men tit, børn mt'ni, sum bera landið uppi og lfva øllum í. Føroyum. Tað eru tí sjálvsagt tit, børn míni, sum eiga at stýra heitni okkara, Føro) um. Men hóast tit eru framum flest øll fólk í viti og kunnleika yvirhøvur, øll børn míni, so lata tit tó framvegis klandrið blinda eygu tykkara og dula oyru tykkara. Peningar hópa tit upp í miljónvís hvønn mánað, men at ansa eftir ognum og trygdum heims okkara, tað tíma tit ikki. Ikki so frætt sum at krevja klárt og greitt yvirlit yvir peningaskifti og virðum peningsins, ógnum landsins, tíma tit. Tey, sum æra og elska meg verða jakstrað, kúgað, háðað og hótt, tí tey elska meg. Hví gera tit hetta, børn míni? Lat ikki hesa royndarslund eisini fara afturum, tí tað vil gera tað, at allar vónir bresta fyri okkum. Lurta ikki eftir teimum, sitm siga, at núverandi stýrisskipan eigur at standa við eisini eina tíð aftaná kríggið. Teir ið hetta siga eru teir, sum hjálpa hinum fretnmandu at sita við ræði framvegis og ti! at háða, kúga og vanvirða meg. Lurta ikki eftir hesum monnttm og teirra følsktt talu. Teir elska ongan uttan seg sjálvan, og fyri hesa talu teirra fáa teir »góð bein at gnaga« frá fremmanda-valdinum. Kæru børn míni! Royn at tala saman soleiðis, at tit styrkja hvønn annan og gera eina sameining so stóra, sterka °S góða, at tit fjølment fara og reka út tað lið, sum nú frek liga situr á tingi og stemmar niður tað ið styrkja skal Føroy- ingar sum serstaka tjóð og menna kann til at taka stýrið í egnttm landi. Havnasakin. Býtóðið hevur vent sær til Føroya løgting hin 19. okt., sum soleiðis sagt varð frá í blaðnum 20. okt. Brævið frá býráðnum er soljóðandi: Til Føroya Løgting. Eftir áheitan frá Havnarborgarum hevur býráðið havt til viðgerðar málið um framhald av havnarb)-ggingini i Tórs.havn og loyvir sær at senda umsókn til tingið um studning til hesa bygging. Longu í 1929, tá ið havnarverkið á Eystaru Vág, ið farið varð undir at gera í 1921, var liðugt at kalla, sendi býráðið eftir aheitan frá keypmonnum og reiðantm f Tórshavn um- sókn til ríkisstýrið utn framhald av havnarbyggingini. Søkt verður um at fáa brimgarð bygdan av Gula Kletti eystureftir, og verður víst á í umsóknini, hvussu umráðandi tað er at fáa kyrt vatn á Vestaru Vág, so at fiskiførini kunnu vcra í havn- ini og liggja trygg har. Eisini verður víst á, at eiu slík bygg- ing, ið ger kyrt á Vestaru Vág, vil verða til størsta frama fyri sjálva fiskivinnuna og skapa møguleika fyri fiskaídnaði, bygging av sleipustøðum. turkihúsum o. s. fr. Umsóknin entíar við hesum orðum: »Det vil af foranstaaende fremgaa, at en Udvidelse af Havnen ved Thorshavn vil være af den allerstørste Betydning for vor By og dens Trivsel og skabe nye Muligheder saavel paa Fiskeriets som andre Omraader. Uden en passende Dæk- ning af Vestre Vaag vil Havnen ved Thorshavn aldrig komme til at svare til sin Hensigt, og de Muligheder, der knytter sig til Færøernes Hovedstad med detis centrale Beliggenhed og store Opland, vil ikke kunne udnyttes med mindre der skabes roligt Vand i Vestre Vaag, saaledes at den kan bruges som Vinterfortøjningshavn med de til Fiskeriet knyttede Virksom- heder saasom Beddinger, Tørrerier o. l.« Sum kunnigt er støðan í dag tann sama sum f 1929, tá ið henda umsókn varð skrivað, men tað er eyðsæð, at sum frá líður og einki verður gjørt fyri at bøta um tey ringu havnarviðurskifti, verða vinnulíkindini her í Havn at versna ár undan ári. Fólkatalið í Havn er nú um 4500 (her uppí er ikki roknað tað fremminda herfólkið), og tó at allar hendur hava arbeiði vegna kríggið, vita vit, at tann tíð vil koma, tá ið arbeiðið í landinum fer at minnka og minnka í stórum. Tað ræður tí um í hesi tíð, tá ið tað peningaliga er gjørligt at fara undir stór og landsgagtilig verk, at gera tað fyrireik- ingar- og byggingararbeiði, sum kann skapa livilig kor í land- inum og menna fólkið vinnuliga, tá ið kríggið er av, og friður er aftur. Framhaldið av havnarbvggingini vil tí vera ein lívs- treyt fyri Tórshavnar bý, og ikki minni nú við teirri umbro)'tan av fiskivinnuni, sum tíðin hevur føit við sær ; tí henda bygg- ingin vil skapa tey vinnulíkiudi, sum tørvandi eru f\-ri býin, um ikki afturgongd skal koma, — ein afturgongd, sum kann koma at svíða til alt landið. Her skal nú fyrst verða givið eitt yvirlit yvir ta fíggjar- ligu støðuna hjá havnini og tínæst ein frágreiðing um sjálva bxggingarætlanina. Sum áðurnevnt varó havnarverkið á Eystaru Vág gjørt i árunum frá 1921 til 1929. Henda byggingin kostaði tilsamans 2,260,000 kr., og læt staturin fýra fimtingar av hesari peninga- hædd sum studning. Ein fimting.ella 452,000 kr. skuldi kom- munan lata, og vjirð hesin peningur útvegaður sum lán frá statinum til Tórshavnar havn. Har umframt kevpti kommunan te)r jarðarstykki, húsa- og neystagrundir, oi a. t., ið tørvandi var tii havnarb)'ggingina, og gjørdu teir vegirnar, ið bundu havnina og havnarbryggjuna til sjálvan býin. Kostnaðurýi av hesum var tilsamans gott og væl 65.000 kr.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.