Fríu Føroyar - 10.11.1942, Síða 2

Fríu Føroyar - 10.11.1942, Síða 2
1 árg, FRfU FØROYAR Nr. 20 dátt við enn løgtingsmonnum og okkurn sum vóru áhoyrarar og skrivaðu tingtalurnar niður henda dag, vita vit. Socialist- urin, býráðslimur J. P. Henriksen greiddi okkum frá í røðu sínari hin 30. sept., tá fundurin var i býráðssalinum og nevndin varð vald, at nú vóru stórir møguleikar at fáa pening frá løg- tinginum, tí skattaálíkning løglingsins var so stór, at avlopið var um. 1 milj. kr. Skjótt hava teir beint fyri hesi ntilj. kr. nú sakin hjá Havnafólki kom í Ijósinála. Tað skal sigast her, at av løgtingsmonnum, við istu við- gerð, kundi eingin ivast-í, at harrar J. Danielsen, Tlt. Petersen, J. Patursson, O. F. Joensen og Poui Petersen untu havnasakini í Havn tingsins besta stuðul skjótt. Harri J. Palursson minti at endanuirt á, at amtmaðurin hevur sagt frá, at nú skulu upp aftur prentast nógvir pengaseðlar. Hann bað tí formannin í figgjarnevndíni leggja rnálið so fyri, at býráðið fær stuðul straks úr einum parti av hesi nýprenting; men til hetta svaraði harra Dam einki! Harímóti kom hann aftur við svarinum.sum er prentað í blað hansara: »málið var komió so seint á ting, at t. d. fíggjarnevndin hevði gjørt sína fíggjarætlan við útreiðsl- um og inntøkurn tingsins litlna* . . . »vildu tingmenn fara'undir havnamálió í Havn eins og havnarmálini í Gøtu, Kuglafirði, Eiði og aðrastaðni kundu teir ikki gera tað uttan at fara undir at veita tinginum eykainntøkur.« Tað má so vera eykaskatt og eykatoll, tí hinar lættføru og stóru inntøkurnar — peninga- seðlaprentingin og valuta-central inntøkurnar — tær skulu ikki takast til at styðja Føroya land vió, sigur 'narri Dam. Vit Havnarfólk síggja nú, at hin gamli kærleikin er farin at spøkja. Harri Dam roynur nú sama >strategi< sum Tvørá- tingmenn gjørdu í 1905 og frameflir. Teir, hann og parta- inenn, fløkja nú havnasakina í Havn inn í sama elubita surn hini havnamálini í F’øroyum liggja í —- Gøta, F'uglafjørð, F-iði o. s. fb A. Sariiuelsen helt eisini so fyri henda dagili sakin var til fyrstu viðgerð: Nú er sakin blivin hin sama sutn í 1909. Men parta-samráðingar hava ivalejst farið fram undan istu viðgerð, havnasakirii í Havn viðvfkjandi. Snildiliga verður framfarið móti hesum góðtrúgvua fólki. Einki minni enn at laka frá Havnarfólki ognarrættin, fyrsta føðingaræHin, ganga snildir teirra út uppá. »Havnin er býurin hjá øllutn F'øroyingum. Havnin er ikki bara býuriu hjá Havnarmonnum. Surn høvuósstaður er Havnin meira og meira vorðin hjartað í okkara fíggjarligú eins og andaligu lívsstremban. At útb\ggja høvuðsstaðin er tí ein landasak og ikki eitt serstakt má! hjá Havnar íbúgv- arum«. Soleiðis er »parolan«. E)ka skatt og eyka Joll yvir allar F'øroyar, so eiga vit allir F'øro)ingar H. vnina, og so seinni gera vit eina lóg, sum sigur: F'øroyingar eru ikki »kompetentír« til al eiga havnina í Havn, tí skal Dánmark eiga Tórshavn. Tá er komið á rnál hjá teimum, sum vilja, at freirimandír skulu ráða í Føroyurn. Men Havnarmenn og kvinnur, sum elska henda bý og surri hava vart so væl ognarrættin, at vit fingu rikt úr honđum R)tters snildu roynd, »at Danmark skuldi eiga Tórshavnar havnc, vit vilja framvegis verja ognarrætt okkara til Tórs- havnar havn og bý.. F'ær havnanevndín ikki skjótt eitt stutt og greitt svar: »Ja« ella »nei«, so kunna vit nú kalla allar Havnar borgarar til fund um Havnasakina eins og vit gjørdu 1913. Samráðing- arnar nú verða lættari enn tá. Nú eiga \it havnina fuilt og heilt, tað av havn, sum bygt er. Ikki er at ivast í, at Havnar borgarar heldur vilja taka allan byggikostnaðin á seg einsámallir við at tekna eitt borg- aralán, enn at býur okkara skal doyggja burtur, ella at vit skulu liva í Tór.shavn sum trælir undir fremmandum. Hvussu gerast skal við allan henda stóra pening løg- tingið hevur fingið frá Tórshavn, antin Havnarmenn framvegis skulu gjalda ’/3 av øllum almennaútreiðslum landsinsj tá takka- lønin er so lítil, um tað kann eis'ini sarnráðast á eituim borgarafundi. Ein Havna-unglingi í havsneyð. F'ríggjadagurin, 6ti novbr,, var ein ódnardagur so stórur við biimgangi her í Havn, at vil fingu at síggja, hvussu neyð- arsliga lítið havnaverkið lier kaun verja, tá sjógvur herjar á. Eg var staddur úti á kaiini, har norska skipið »Kveldulv« og fraktskipið »Marquis royndu at sleppa le)fs og fara útfrá, útá at liggja. Nakrir menti ro)ndu at bjarga lunnum úti í krókinum móti brimgarðinum. Knappliga korn tá eitt øðiliga tjúkt óløgi brótandi sær uppum brimgarðin, fylti altan krókin innanfyri Havnárskriv- stovuna, tók við sær tunnur Og skolaði við sær tríggjar menn útav kaiini. Róp korri í, og farið var eftir bjargingar-kransum og lín- urn. Teir suni sjógvurin tók við sær útav vóru: Ingvard Jacobsen, Ludvig Justinussen og Ernst Reinerl, ein ungdómur á 16 ára aldti. Tað eydnaðist nakað skjótt at bjarga teimum báðum Ingvard Jacobseir og Ludvig Justinussen, men Ernst Reinert var rikin so langt út, at eingin kundi røkka til hansara. Roynt var at blaka út bjargingar-krans, men tíverri varð hann blakaður so óheppiliga, at hann kom á høvdi á dronginum, sum tá var við at drukna. Tá kom skiparin Niclas Pauli Hansen út á kaiina og sá, at Ernst Reinert var í størstu neyð. Tað stóð nú á at gera tað størsta ein kann her í lívinum, at vága lív fyri at bjarga mannalív. Hann ivaðist ikki, men levp út á sjógv suin hann stóð, so langt hann orkaði, og svam fram til Ernst Reinert, sum var við at søkka og fekk hildið bøvdið á honum uppi úr sjónum. Tá kom hin norski bátuiin til og tók teir upp. Ein má sanna, at har vóru tað sjómenn, sum, tá teir sóu at eitt 1 ív var í deyðsneyð, royndu alt tað teir kundu gera fyri at bjarga mannalívinum. Tá Niclas leyp á sjógvin var maskinmeistarin á tí norska bátinurn við at le>-pa út eisini til hjálpar. Sovorðin manndómsbrøgd skuldu verið vird og heiðraði gjøgnum okkara yvirvøld, og vóni eg, at hetta verður so. ' Kjartan Mohr. ^jpísíciísiicviid. Havnar arbeiðisniannafelag kalladi limirnar til fund týs- dagin j. i li. viðvikjandi pristalinnm og tímalønini Ein nevnd varð vald til at kanna eftir. Nevndin hevur nú vent sær til prístalsnevnduia og ynskt fund saman inð henni, men enn hevur arbeiðsmanna nevndin einki svar fingið Tað verður forvitnisligt at frætta úrslitið. Hevttr pris- talið verið ov lágt, um tað so bara er eitt J oyra um timan, so vil tað tó geva arbeiðarastættinum í Eøroyum fittan pening um vikuna afturat tí ieir nú hava, men tá hevur eisini hann mist nógvan peniug tað farnu tið, um 1 /2 milj. kr,- árliga til arbeið arnar í Føroyum. Tað er ii neyðugt, at hesin tnnbidni fundur verður játtaður og hildin skjótast møguligt. Hus, grundstykkir, aktiur, o. a. kann seljari og keypari lættliga bíleggja sær hjá meglara A. Ziska, máltr. 337. ,,Fv£u Fercyor" vepðar HsiB um allav oyggjavnav eg ev lí seva goft I'ýsingablaO.

x

Fríu Føroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.