Fríu Føroyar - 21.11.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 21.11.1942, Blaðsíða 3
Nr. 21 FRÍU FØROYAR 1 árg. stóran pening uppá hetta mistak, og tí má tingið taka á seg at faa arbeiðarunum aftur henda mista pening.* Arbeiðarastætturin í Føroyum hev'ur í hesum nú fram- drigna máli einum Havnamannni nógv át takka fyri, nevniliga arbeiðsmanninum Anton Kragesteen, sum í ».Fffti Føroyum* nr. xy skrívaði grein uin vøruprísir og ávísti, at prístalið eigur at vera minnst 310.' Hann helmaði ikki fyrrr enn hann fekk arbeiðarar við sær at krevja fuh'd í Havnar arbeiðsmannafelag um pristalið og tímaTønina. Nú er sakin blivin heilt stór og tað er ávíst, at grundtalið er vika heilt nógv av teim sum í nevndini hava sitið og sita, vika soleiðis at arbeiðarar hava mist stóran pening, og tað er lógbrot. Teir eru tí sekir, hesir menn, sambart lóg. Hvussu stórt prístalið rættvíst eigur at vera, ska! nú ein ^manna-løgtingsnevnd, samnn við teimum 7 monnum sum Havnar arbeiðsmannafelag hevur valgt at verja arbeiðarastættin, kanna eftir. I hesi nevnd Havnar arbeiðsniaunafelags eru Anton Krage- steen, Magnus Tórsheim, Cbr. Clementsen, Juul Poulsen, Hans Clementsen, Arne Rein og J. P. Hehrlkssn. Gjøllari frágreiðing um hetla týdningarmíkla niál kemur í næsta blað okkara. Gáva til Nólsoyar Pálls minnisvarða. 1 gjýr fi'igu vit 300 kr. og soljóðandi brcev frá un^manna- felagnum í Skopun: ^Harra keypm. Andr. Ziska, Tórshavh. Vit senda tygum hervið 300 kr. til minnisvarðan yvir Nósoyar Pál, sum vit fingu inu seinasta sunnukvøld við eitt lukkuhjól vit høvdu, og hopa vit at fleiri eru við at styðja hettar formál. Við heilsu og hávirðing fyri ungmnvnafelagið nSamljóðt Louis Estberg . ••,-.,, kassam.i. Hesar 300 kr. settu vit straks inn í sparikassan til hinar gávupeningar, tær 200 kr. frá keypm. L. B. og til grunn- peningin, ið hevur staðið síðani 1000 á bók í -»Færø Amts Sparekasset. ¦»Frtu Føroyan tpkkar felagnum -»Samljóði hjartaltga fiyri hesa gávu og vónar eins og felagtð, at fieiri vilja styðja. Føroyingar gera manngarð til at verja føðiland og móðurmál. Húseigarar í Havn hava sent inu soljóðandi bræv til TórshaAnar býráð: »Húseigarar í Tórshavn, sum frá býráðnum hava fingið til útfyllingar »Bestilling paa Brændsel — Formular A«, loyva okkum at senda innaftur til býráðið eitt á móðurmál okkara skrivað »Brenni-bíleggingarskja1 A«' vegna tess, at vit vóna Havnar býráð tó ikki vil hjálpa til at tvinga okkum at nýta danskt mál í hesum tíðum og á henda hátt, tnen at Føroj'a- mál tó kann fáa sømd at verða prentað á ein brenni-bíleggj- ingárseðil, sum Føroyingar skula hava at innsenda til føro>skar seljarar, tá brenni skal fáast. Tað hevur glett okkum, hvørs hjørtu sláa heit fyri føði- landi og móðurmáli okkara, at Havnar býráð til dagligt virðir Føroyamál, hevur givið tí tær sømdir, sum tað eigur at hava í Føroyum, og tí'biðja vit býráð okkara taka undir við okkum í hesum, at vit kunna fáá føroyskar bileggingar-seðlar at senda inn, tá vit skula keypa okkum brenni. Eisini hini nøgd-skjøl- ini ynskjast á Føróyamáli, „ Vit hava gjørt ein seðil, suin her verður sendur býráðn- um. Um betri og vakrari orð kunna finnast, enn tey vit hava skrivað á seðilin, ivast vit ikki í, at býráðið eigur menn, siirn fegnir vilja hjálpa til at gera hetta skjal so gott og vakurt sum møguligt. Prentingarkostnaður og pappir, vóna vit, vil ikki forða býráðnum í at verja móðurmál- okkara her. So fiælslvnt halda vit býráðið vera, at tað vil gjalda fyri prenttng av einum til býin tøryandi skjaltali, um eini ioooó eintøk hyørt skjal, ið her gerst neyðugt. Ið hvussu er viljá vit undirskrivaðu hjálpa til at gjalda fyri pappír og prenting. Vit hava tað álít á Havnar býráð, at tað hjálpur okkum í hesum at verja móðurmál Førojinga. Vit biðja uni at sakin før skjóta viðgerð, og um neyðugt verður víðarisend til Før- o)'a løgting við býráðsins viðmæli.« l*"øroyingar verða; ikki virdir sum tjó'ð uttau teir seta móðurmálið í háseti í Føroyum. Fremmandamálið má setast í aðru rekkju. Allar vanligar krambúðarvørur, kjøt og kjøtvørur fáast til hampu- ligar prísir hjá P|f. Karl Fr. Johaosen Tórshavn. Máltr. 131. við Áávvegin hevur damu- og harraskógvar við svørtum gummisóla og eisini við rágummisóla. Harragalosjur og stórt úr.val í øðrum skóm. B)'gdaordrar avgreiðast unigangandi. MARGONI er heimsins beste radiotól. S. H. Jakobsen, radiohandil. Tórshavn. Tubbak - Sigareítir - Skrá - Twist. Birds Eye — Pilot — London Shag — Lichte Shag — Gold Flake — Park Drive — Four Aces — Clip- per — Raleigh — Flag — Skrá Twist. I heilsølu hjá ÍV. S. Johannemsena Gtlt. Telf. 192.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.