Fríu Føroyar - 01.12.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 01.12.1942, Blaðsíða 1
NUMMAR 22 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 1.DESEMBER 1942. Abyrgd hevur bladskrivarin Andrias-Z iska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRO. Vónmegi „The Atlantic Charter" til Føroyingar contra „Det borende X" í „Dimmalætting", At seta split millum Føroyingar og okkupatiónsmaktina tykist yera hægsta míð og mál teirra J. Christmas Møller, »Frit Danmark« og »Dimmalætting«. Nú hava teir fingið »Det borende X« til hjálpara, og teir gerast alt meira ágrýtnir, nú teir síggja, at tíðin førur frain millum Onglendingar og Føroyingar sámuligheit og góðsemju. Teir royna á ymiskan hátt at seta spiit í, hesir Danir. Men royndir teirra fara ikki at eydnast. Tað tora vit at siga. Tí Føroyingar eru ikki í iva um, at Onglendingar og Amerikamenn hava størri virðing fyri tí lítlu føroysku tjóðini sum hampafólk og álitisfólk, enn teir hava fyri hesum »kyniska« danska, stim umboðarinum »X« í »Dimmalætting« hin 2 1. nov. 1942. Har siga teir : »Det eneste som vil interessere Fredskongressen er Fær- øernes strategiske Bet)'dning. Delte Spørgsmaal overlades til den danske Regerings Afgørelse«. Við hesum orðum háar Danskurin ikki bara okkum Før- oyingar, men hetta danska »X« borar seg inn í orð teirra Churchills og Roosevelts, sum eru framborin í »The Atlantic Charter«. »Dimmalætting« roynir við hesum at gera harrar Churc- hill og Roosevelt til falsnarar, at teir ikki meintu og me.ina tað teir'hava úlvarpa til allar tjóðir: »great or small«. Men ikki bara teir rwynir »Dimmalætting« at gera til falsnarar. Eisini umboðstnenn Ruslarids og China hava sagt frá, at teirra mið í hesum verðaldarbardaga er, at allar tjóðir, smáar sum stórar, skula gerast fríar og fáa rættindi sambart »The Atlantic Charter«. Siðani Føroyingar og Danir komu í samliv hevur Dan- mark ikki orka nógv hvørki við vápnamegi ella við peninga- megi, og tiú bar av. Tí mega vit Føroyingar vera ógvuliga varnir og ikki lata teir sleppa at gera við okkum sum teir fyrr hava gjørt við lond, teir hava »admiuistrerað«. Vit Før- oyingar mega ikki drála, men nú beinan vegin forða Dansk- inum at hugsa um og vága sær til at gera við Føroyingar og Føroyar, sum teir gjørdu við Vestindiamenn og oyggjarnar har vesturi: »De Dansk-Vestindiske Øer«, ið teir avreiddu til Amerika, tá hin fyrri heimsbardagi fór fram— fyri um 25 Arum síðani — og sum gjørt varð við Hetlendingar og Het- land á sinni. »Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi«, sigur gamalt føroyskt orðatak, og hvat vita vit Føroyingar í hesum døgum um ráðagerð teirra móti okkum. Hitt einasta sum kann "hjálpa og bjarga okkum sum fólk og ognarar til hetta land vit eru føddír á og liva í, er, at vit krevja val og nýtt Løgting. Tá kunna Føroyingar við fullum trejsti vera millum teirra, sum »The Atlantic Charter* bjóðar fríheit og nýtslu av »the raw materials of the world which are needed for their (okkara) economic prosperity«. > Meðan hin fyrri heimsbardagin herjaði, bardi Rusland seg úr trældóminum, úr Zarvaldi til fólkavaldi, til fullt frælsi. Teir, sum f)rri so fáum árum síðani vóru >Livegne«, »aiialfa- betar* bert roknaðir í virði sum so og so mangar »sálir« góðs- eigarans, hava vunnið sær sjálvvirðing so stóra, at teir í hes- um døgum gera undirverk og verða virdir sum besta álitistjóð heimsins. Eisini vit Føroyingar kunna berja okkum leysar úr danska trælaokinum, sum er likniligt Zarveldisandanum á so mangan hátt, bara eitt sindur fínari innballa. Nógv dømir kunnu nevn- ast, Tað er ikki at ivast í, at Føroyingar sum frí tjóð kunna fáa góðan, hollan stuðul bæði í landaskipan og handli frá og við hina fólkastýrdu, russisku tjóðina, sum berjist fyri fríheit og frælsi til allar heimsins tjóðir. Men grannalondini vilja eisini broyta gamla stýrisskipan og hava fólkastýri. Soleiðis hevur Londonútvarpið fleiri ferðir boða frá. Tá hetta »Dimmalætting«s »X« tó vágar sær so langt út við danska »Zarveldisandanum«, sum tað gjørdi sein- asta leygardag, vita vic, at fólkarættur og ognarrættur Føroy- inga til landið Føroyar vinnur framuni alt skról Danatungu. Ognarrættur Føroyinga til landið Føroyar vil vera eins nógv virdur hjá teimum, Rusland, Ongland, Amerika og China, sum teirra egni ognarrættúr er til teirra føðiland. Tað er okkara sjálvsagdi »fyrsti-føðingarrættur« sum tá verður góðkendur. Hevur Føroyar so stóran »strategiskan« týdning í fram- tíðini eisini, sum Føroyar nú hava, ja, tá mega stórlondini tala við okkum Føroyingar, ognararnar, og ikki við »den danske Regering« hesum s'fórspurningi viðvfkjandi. Tá má tað vera sFolkenes Selvbestemmelsesret« yvir landið, føðilandið, sum er avgerðandi. 011 onnur tala verður »Zarveldistala«, og hon (ær ikki fyrsta orð, har »The Atlantic Charter«-tjóðirnar koma á »talufót« við aðrar tjóðir: »great or small*. Latum okkum Føroyingar krevja Løgtíngsval og fáa fólka- stýri í Føroyum. Her eiga Føroyingar at ráða og ikki Danir ella fremmandir. Finansmaður løgtingsins spælir býtti Pætur. (Framhald). P. M. Dam og hinir 16 tingpartnarar hansara hava ikki unt Føroyum og Føroya fólki henda monopolrætt, men teir góðu tí hersetta Danmark' henda rætt, lótu seðilpreutingina fáa Danmarks Nationalbank sum garant. Danmark kann tf nú fáa gull, og hevur nú í 2'/2 ár gjørst ognari til eingilskt gull f\-ri teir pengaseðlar, sum prentaðir hava verið til Føroyar síðani 1940 og sum framvegis verða prentaðir til Føro)'ar. Hvus.su stór seðilprentingin íalt hevur verió og nú aftur ætlast at skula nørast er ikki kunngjørt, men braev frá amt- manninum til Føroya Løgting ífjør, tann 22. sept. 1941, sigur:

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.