Fríu Føroyar - 01.12.1942, Síða 1

Fríu Føroyar - 01.12.1942, Síða 1
NUMMAR 22 innivist lier hava øll sum krevja, at føđila'ndiđ skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. 1. DESEMBER 1942. Ábyrgd hevur blađskrivarin A ndr i as- Z i ska Telcf. 337 Tórshavn. 1. ÁRG’. Vónmegi „The Atlantic Charter" til Føroyingar contra „Det borende X" i „Dimmalætting“. At seta split millum Føroyingar og okkupatiónsmaktina tykist yera hægsta mið og mál teirra J. Christmas Møller, »Frit Danmark« og »Dimmalætting«. Nú hava teir fingið . »Det borende X« til hjálpara, og teir gerast alt meira ágrýtnir, nú teir síggja, at tíðin førur fratn millum Onglendingar og Føroyingar sámuligheit og góðsentju. Teir royna á ymiskan hátt at seta split í, hesir Danir. Men royndir teirra fara ikki at eydnast. Tað tora vit at siga. Tí Føroydngar eru ikki í iva um, at Onglendingar og Amerikamenn hava størri virðing fyri tí lítlu føroysku tjóðini sum hampafólk og álitisfólk, enn teir hava fyri hesum »kyniska« danska, sum umboðarinum »X« í »Dimmalætting« hin 21. nov. 1942. Har siga teir: »Det eneste som vil interessere Fredskongressen er Fær- øernes strategiske Retydning. Dette Spørgsmaal overlades til den danske Regerings Afgørelse*. Við hesum orðum háar Danskurin ikki bara okkum Før- oyingar, men hetta danska »X« borar seg inn í orð teirra Churchills og Roosevelts, sum eru framborin í »The Atlantic Charter«. »Dimmalaptting« roynir við hesum at gera harrar Churc- hill og Roosevelt til falsnarar, at teir ikki meintu og meina tað teir hava útvarpa til allar tjóðir: »great or smalU. Men ikki bara teir rsynir »Dimmalætting« at gera til falstiarar. Eisini umboðsmenn Ruslarids og China hava sagt frá, at teirra mið í hesum verðaldarbardaga er, at allar tjóðir, smáar sum stórar, skula gerast fríar og fáa rættindi sambart »The Atlantic Charter«. Síðani Føroyingar og Danir komu í samlív hevur Dan- mark ikki orka nógv hvørki við vápnamegi ella við peninga- meRÍ> °S 1111 bar av- Tí mega vit F'øroyingar vera ógvuliga varnir og ikki lata teir sleppa at gera við okkum sum teir fyrr hava gjørt við lond, teir hava »ađminislrerað«. Vit Før- oyittgar mega ikki drála, men nú beinan vegin forða Dansk- inuni at hugsa utn og vága sær til at gcra við Føroyingar og Føroyar, sum teir gjørdu við Vestindiamenn og oyggjarnar har vesturi: »De Dansk-Vestindiskc Øer«, ið teir avreiddu til Amerika, tá hin fyrri heimsbardagi fór fram — fyri um 25 árum síðani — og sum gjørt varð við Hetlendingar og Het- land á sinni. »Har ein skriðan er lopin, er onnur væntatidi*, sigur gamalt føroj'skt orðatak, og hvat vita vit P'ørojingar í hesum døgum um ráðagerð teirra móti okkum. Hitt einasta sum kann hjálpa og bjarga okkutyt suin fólk og ognarar til hetta land vit eru føddir á og liva í, er, at vit krevja val og nýtt Løgting. Tá kunna Føroyingar við fullum treysti vera millum teirra, sum >The Atlantic Charter* bjóðar fríheit og nýtslu av »the raw materials of the world which are needed for their (okkara) economic prosperity*. Meðan hin fyrri heimsbardagin herjaði, bardi Rusland seg úr trældóminum, úr Zarvaldi til fólkavaldi, til fullt frælsi. Teir, sum fyri so fáutrt árum sfðani vóru »Livegne«, »aualfa- betar« bert roknaðir í virði sum so og so mangar »sálir« góðs- eigarans, hava vunnið sær sjálvvirðing so stóra, at teir í hes- um døgum gera undirverk og verða virdir sum besta álitistjóð heimsins. Eisini vit Føroyingar kunna berja okkum leysar úr danska trælaokinum, sum er líkniligt Zarveldisandanum á so mangan hátt, bara eitt sindur fínari innballa. Nógv dømir kunnu nevn- ast. Tað er ikki at ivast í, at Føroj’ingar sum frí tjóð kunna fáa góðan, hollan stuðul bæði í landaskipan og handli frá og við hina fólkastýrdu, russisku tjóðina, sum berjist fyri fríheit og frælsi til allar heimsins tjóóir. Men grannalondini vilja eisini broyta gamla stýrisskipan og hava fólkastýri. Soleiðis hevur Londonútvarpið fleiri ferðir boða frá. Tá hetta »Dimmalætting«s »X« tó vágar sær so langt út við danska »Zarveldisandanum«, sum tað gjørdi sein- asta leygardag, vita vit, at fólkarættur og ognarrættur Førov- inga til landið Føroyar vinnur framum alt skról Danatungu. Ognarrættur Føroyinga til landið Førpyar vil vera eins nógv virdur hjá teimum, Rusland, Ongland, Amerika og China, sum teirra egni ognarrættur er til teirra føðiland. Tað er okkara sjálvsagdi »f)’rsti-føðingarrættur« sum tá verður góðkendur. Hevur Føroj'ar so stóran »strategiskan« týdning i fram- tíðini eisini, sum h'øro) ar nú hava, ja, tá mega stórlondini tala við okkum Føroyingar, ognararnar, og ikki við »den danske Regering* hesum stórspurningi viðvfkjandi. Tá má tað vera »Folkenes Selvbestemmelsesret« yvir landið, føðilandið, sum er avgerðandi. 011 onnur tala verður »Zarveldistala«, og hon fær ikki fyrsta orð, har »The Atlantic Charters-tjóðirnar koma á »talufót« við aðrar tjóðir: »great or small«. Latum okkum Føro)dngar krevja Løgtingsval og fáa fólka- stýri í Førot’um. Her eiga Føroyingar at ráða og ikki Danir ella fremmandir. Finansmaður løgtingsins spælir býtti Pætur. (Framhald). P. M. Dam og hinir 16 tingpartnarar hansara hava ikki unt Føroyum og Føroya fólki henda monopolrætt, men teir góðu tí hersetta Danmark’ henda rætt, lótu seðilprentingina fáa Danmarks Nationalbank sum garant. Danmark kann tí nú fáa gull, og hevur nú í 21 /2 ár gjørst ognari til eingilskt gull fvri teir [rengaseðlar, sttm prentaðir hava vetið til Føroyar síðani 1940 og sum framvegis verða prentaðir til Føroyar. Hvussu stór seðilprentingin íalt hevur verið og nú aftur ætlast at skula nørast er ikki kunngjørt, men bræv frá amt- manninum til Føroya Løgting ífjør, tann 22. sept. 1941, sigur:

x

Fríu Føroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.