Fríu Føroyar - 12.12.1942, Side 1

Fríu Føroyar - 12.12.1942, Side 1
NUMMAR 23 Innivist her hava øll sum krevja, at føđilandiđ skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđanđi. 1 2. DESEMBER 1 942. Ábyrgd hevur blađskrivarin Andrias Telef. 3 $ 7 Tórshavn. Ziska 1. ÁRG. í hesum døgum vit nú hava ertt Føroyingar fyri fyrstu ferð í IOOO ár komnir so langt aftur til forfia støðu, at vit kunna tala um sjálvdrátt. Søg^in hevur sína døprtt mynd um hesa longu tíð, sum nú er farin afturum. Ein mynd sum er syrgilig og ljót. Skammiliga hevur lietta gamla, góða, lítla fólk verið kúgað í føðilandinum av teimum skyldfólkum, sum nú sjálv føla kúgatt og harðræði. Men so góðir eru Føroyingar av náttúru, at vit, hóast vit fullvæl hava alt í minni um kúgan teirra móti okk- um, vit sýna teimum tó gestablídni í hesum tíðum. Vit ikki bara gera tað, men vit vísa teimum okkara stóru megi sum kultur- og kristnaðfólk. Teir kunna liva hjá okkum í frið og náóum, bæði Danir og Norðmenn. 011 vita tað nú, at skula Danir og Norðmenn hava inni- vist, mat og klæðir í Føroyum í hesum døgum, tá kunna teir einans takka okkum Føroyingum og góðvilja okkara fyrí tað. Føroyingar hava við teimum vána líkindum, teir hava unnað fólkinum í Føroyum, verið førir fyri í hesum tíðum at arbeiða so væl á sjógv og landi, at enn hevur verið matur og klæðir og innivist eisini til gestir landsins. Oivað meira til teir yvir- høvur enn til okkum sjálvs, eftir fornmanna siði. Men fjákut er enn lívið her á landið. Tað hava seinastu dagar prógvað. Hin fyrsta desember fingu Føroyingar at vita um brot amtmannsins við danska ríkisstýrið. Hann hevur tó samstundis viljað gjørt seg til »konga« í F'øroyttm á ein hátt, sum er fjákutur og frekur. Á Føroya løgtingi varð brotsbræv hansara framlagt. Har sita, sum fólk vica, 17 tænarar hansara, men bara 7 menn, sum verja Føroyatjóðina. Hesir 7 Førojdngar hava roynt á besta hátt at várt og styðja. Teir løgdu á tingborðið soljóðandi svar hin 3. desember: „Greint uppskot í løgtingsmáli XIiI-3/1942: Hini av amtmanninum og landsnevndini greiddu mál. Tey orð, sum harra Hilbert nevur kunngjørt fyri Føroya fólkavaldu tingmonnum tann 1. desembir 1942, ltava ógvuliga stóra ávirkan á Føro)-a lands støðu nú og í framtíðini. Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvslýri) má gjøgn- um tingmenn flokksins seta fram okkara sjónarmið um tað søguliga, sum her er farið fram. 9. mai 1946 skrivaði harra Hilbert undir eina stýrislóg, sum hann og 17 løgtingsmenn vóru kotnnir ásamt um. Henda stýrisskipan hevði bert ein einasta tráð knýttan til demokrat- iskar grunnreglur; tað var, at harra Hilbert var kallaður til amtmann í Føroyum og soleiðis hevði eitt klant band lil ríkjs- stýrið í Danmark, ITetta ásannar harra Hilbert við síni noktan av at taka demokrátiska ábyrgd fyri nøkrum manni el)a monn- um í Føroyum, men eitians vísir til at saflægge Regnskab for min Regering*. Um heystið 1940 varð ein skipan gjferd fyri peninga- viðurskiftum Føroya, soleiðis at hon skuldi hvíla á hesum orðum : »Udstedt paa Danmarks Nationalbanks Vegne*. — Okk- ara uppskot um at gera ein serstakan føro)7skan seðilstovn varð felt. Eisini har var álitið og bandið einki uttan ein einasti tráður, sum —» soleiðis verður sagt, um tað so er heilt óptógvað — førdi til- ríkisstýrið í Danmark. Okkara støða í 1940 var greið. Vit vildu tá ásanna, at fullveldi Føroya var fallið aftur til Føroya fólk. Hareftir mátti fólkið kjósa sær menn til at leggja framtíðarleiðina. Vit hildu fram, at Føroyar kundu ikki verða stýrdar av eini ríkisstjórn undir týskum valdi. Týska hermaktin hevði tikið ræði í Danmark, so Danastjórn var ikki frí til at' handla og virka. Týska stýrið .í Danmark kundi ikki ráða í Føro)-um. Tíðin leið, og hetta varð ásannað av Føro)7a fólki, men ikki av teimum sjálvsettu slýristnonnum. Føroyar eru ikki í kriggj, °R Føroya fólk ætlar óivað heldur ikki at fara bein- teiðis uppí bardagan. b’øro) ingar sótu tó ikki kvirrir sum áskoðarar. Okkara •fiskimenn komit út f)ti stórum vanda, — men eingin bar seg undan. Frá fyrsta degi vóru fúsir menn tilreiðar at taka vandan, og gera sítt verk fyri at mátvørur (fiskur) í stórst gjørligum nøgdunt kom til Bretlanđs strendir. Føroyingurin sum heild vísti at teirra vælvild hjá tí fólki sum bardist fyri friheit og frælsi, eins og okkara fólk altíð hevur gjørt. Føroyinga støða var henda, ikki at fara beinleiðis í striðið, men full vælvild og hjálp, sjálvboðin og uttan iva, f)7ri teim sameindu tjóðunum. Stýrismanna støða (meirilutin á tingi og harra Hilbert) vístu mesl gjørligt samhald við danska stýrið undir týskum hermannaveldi. Sum dømi kunnu nevnast, hvussu fjarrit fóru fram gjøgnum danska sendimannin í Stockholin; hvussu frí- merkið vóru send tann langa veg frá Danmark um Geneve til F'øroya og hvussu fast varð hildið uppá at eingin demokratisk ábyrgd mátti fintiast uttan tann til Danastjórn undir týskum hermannaveldi. Nú vendir alt við. Nú sigur harra Hilbert frá, at >nu maa jeg slutte op i denne ProtesU og gerast limur av einum felag »Frit Danmark* her í F'øro)-um. Harvið hevur hann ásannað, at bondini, sum hildu stýrislagið og peningaviðurskiftir uppi, eru slitnaði. Hvar er nú ábvrgdin f)-ri »min Regering?« Hvussu kann peningur hvíla á »Danmarks Nationalbank?« Alt hekk í einum einasta tráð og hann er nú slitnaður, so nú sveimar alt í leysari luft.

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.