Fríu Føroyar - 22.12.1942, Blaðsíða 1
,#
TÓRSHAVN
*<V
NUMMAR 24
Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid
skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi.
22. DESEMBER 1942.
Abyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska
Telef. 3.3 7 Tórshavn.
1. ÁRG.
GLEÐILIG JÓL!
X
N
Fviðuv ó. je>rð.
Um gledibodskapin skrivar apostulin Lukas:
Boð gekk út frá Augustusi keísara, at øll'verðin skuldi
skrivast í. manntal. •,
Øll fóru tá at lata seg skriva, hvør til sín bý.
Eisini Josef fór úr' Galilea, ur bygdini Názaret, upp tiljudea,
til Davids bý, sum eitur Betlehem — tí hann var av Davids
húsi og ætt— at lata seg skriva, saman við Mariu,_síni trú-
lovaðu, sum var við barn.
Og tað hendi; íneðan tey vóru har, kom tíðin, tá ið hon
skuldi eiga.
Og hon faddi son sín, tann fyrstafødda, og sveipaði hann
og legði hann í eina krubbu; tí tað var ikki rúm fyri teimum
í herberginum.
Har á leið vóru nakrir hirðar, sum lógu úti á markini
og hildu náttarvakt yvir f3-1gi sínum.
Og hygg, ein harrans eingil stóð fyri teimum, og Harrans
dýrd lýsti rundan um teir; pg teir blivu ógvuliga bangnir,
Men eingilih segði við teir:
»Óttist ikki, tí hyggið.'eg kunngeri tykkum eina stóra
gleði, sum skal verða fyri alt fólkið:
Tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum'er Kristus,
Harrin í Davids staði.
Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna eitt
barn sveipað, liggjandi í eini krubbu.*
Og í somu stund var hjá einglinum ein stórur himmalskur
herskari, sum lovaði Gudi og segði:
»Æra veri Gudi í tí hægsta, og friður á jørðini, í menn-
iskjum góður tokkiU
Henda 194.2 ára gamla kunngerð hevur til mannaættir
borið troyst, styrki og vón. 011 tey, sum trúgva, óttast ikki,
men føla al. frelsarin er føddur, at tann sum trýr á hann ikkí
skal glatasr, men eigur ævigt lfv.
N<sr kennist friður á jørð7
A henda spurning hevur Johannes, doyparin, svarað, tá
fólkið spurdi hann :
»Tann, ið hevur tveir kyrtlar, skal geva honum sum
ongan hevur, annan, og tann, ið hevur mat, skal geva uppá
sama máta.« »Krevjið ikki meir, enn tykkum er fyriskrivað.*
•>Pressið ikki pengar ut av nøkrum við voldum ella sviki, og
latið tykkum noyða við løn tykkara.c
Friðartala frelsarans til mannaættina:
»Sæl eru tit fátæku, tí Guds ríki er tykkara.
Sæl eru tít, sum nú hungra, tí tit skulu verða mettað.
Sæl eru tit, sum nú gráta, tí tit skulu læa
Sæl eru tit, tá ið menniskjuni hata tykkum, og tá ið tey
ikki 'vilja vita av tykkum, og tá ið tey háða tykkum og kasta
navn tykkara frá sær sum nakað il.tr, fyri menniskjasonarins
skyld.
Gleðjð tykkum tann dag og leypið av frøi! Tí hyggið,
løn tykkara er stór í himlinum. Tí uppá sama máta gjørdu
fedrar teirra við profetarnar.
Men ve yvir tykkum, tit ríku ! Tí tit hava longu fingið
tykkara troyst.
Ve yvir tykkum, tit sum nú eru mett! Tf tit skulu
hungra. Ve yvir'tykkum, tit sum nú læa! Tí tit skulu syrgja
og gráta!
Ve yvir tykkum, tá ið øll menniskjur tala gott um ty"kk-
um! Tí uppá sama máta gjørdu fedrar teirra við teir følsku
profetatarnar.
Men eg sigi við tykkum, sum hoyra: elskið fíggindar
tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum, vælsignið tey,
sum forbanna tykkum, og biðið fyri teimum, sum spilla tykk-
um út.
Tá ið ein slær teg undir annan vangan, so rætt honum
hin eisini, og tá ið ein tekur kappan frá tær, so sýt honum
heldur ikki kyrtilin.
Gev hvørjum, sum biðir teg, og um eín tekur tað, ið tftt
er, tá krev tað ikki aftur.
Og sum tit vilja, at menniskjuni skulti gera móti tykkum,
soleiðis skulu tit eisini gera møti teimum.
Um tit elska tey, sum elska tykkum, hvat er tað at takka
tykkum fyri? F.isini syndarar elska tey, sum elska teir.
Og úm tit gera væl ímóti teimum, sum gera væl ímóti
tykkum, hvat er tað at takka tykkum fyri? Eisini syndarar
gera tað sama.
Og um tit læna teimum, sum tit hopa at fáa aftur frá,
hvat er tao at takka tykkum fyri? Eisini syndarar læna synd-
arum uppá at fáa líka nógv aftur.
Nei, elskið fíggindar tykkara, og gerið væl, og laenið
uttan at vænta nakað aftur! So skal løn tykkara verða stór,