Fríu Føroyar - 22.12.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 22.12.1942, Blaðsíða 2
Nr.24 FRÍU FØROYAR 1 árg. og tit skulu vera børn hins Hægsta; tí hann er góður móti teimum ótakksomu og óndu. Verið miskunsom, lfkasum faðir tykkara er misskunsamur. Og dømi ikki, so skulu tit* ikki verða dømd; fordømið ikki, so skulu tit ikki verða fordømd; fyrigevið, so skal tykkum verða fyrigivið; gevið, so skal tykkum verða givið; eitt gott stappað, rist rokað mál skal verða givið tykkum í fangið; tí við tf máli, tit máta, skal tykkum verða mált aftur.« Tá mannaættin ger eftir hesum orðum frelsarans, tá verður gleði og friður á jørð. Tá gføvMsl tviðuv. Meoan heimurin stunar undir lemjing bardagsins nú aftur so øðiliga, koma jólini, friðarhátíðin, til okknm við minnum um hin fyrra veraldarbardagan og um jólini 1918, tá friður var komin aftur til heimin, f november. Hugnaligari og glaðari jól minnast vit ikki, men vóna skjótt at kunna fáa sovorðin vælsingnað jól aftur. Jólaaftan 1918 varð jólablað prentað her f húsinum hjá mær, skrivað av svágri mínum Chr. Holm Isaksen, og her skal takast upp í jólablað >Fríu Føroyar* hesi tvey minni um jólablaðið 1918 og blaðskrivarin Christin í Geil: , Lag: Julen har bragt velsignet Bud. Nú hjá okkum aftur stundin er, hin friðarhátíðin góða. Ah, signaðujól, vælkomin verð'! frá smáum varrum man Ijóða. Tindrandi bamaeygu blá sum bjartar stjørnur tey týsa. Tað hjarta, sum hesar stjørnur sá, skal jólagleðini hýsa. Gleðin er barnahugur.tín, í kvøld hann vitjar teg aftur. .¦ Kom, dansa og gleð teg, skattur mín, vit ganga um gólvið so lcettir. ur tínu lítlu, mjúku hond ein ylur at hjarianum streymar við minnum um liósu jólalond, og scelastu barnadreymar. Lýsið mær inn í gleðiland iii btonku, trúføstu eygur! Tú leiði meg trygt við tíni hond, so kátur og kinnareydur. Fagurt tað er í barnaverð, har øll eru góð og fegin, ,, har ongatíð sól til hvíldar fer og dldri doyr jólagleðin. Signaðu, reinu barnamál, sum jólasálmamar syngia, so vónandi inn í stirdu sál tit gleði og hdtíð ringja. Verð tí vælkomin, friða,rstund, ¦ tú barnahátíðin ríka! Tann gieði, ið býðst á línum fund', vit ongatíð kendu slíka. TEY HJARTAGÓÐU I Innast í vfkini hinu megni tann breiða djúpa fjørðin, beint yvirav keypslaðnum, lá ein lítil vesalig smátta. Hon var bygd av gróti og flag og gomlum viðasprekum, og tyktist mest sum ein heygur á at líta, har hon skeytst uppúr tí tronga gilinum, so lág og grasagrógvin. Men roykurin, sum av og á sást úr henni, segði frá at her búði fólk. Óli at maðurin, ið smáttuna átti, Óli hundaland kallaðu tey hann í keypstaðnum, eftir plássinum »á hundafløtti*. Hann og Bekka høvdu í mong ár búð har einsamøll. Óli hevði ein gainlan bát og við hohum søkti hann sjógvin, tá ið veður var. Annans lók hann hond í ymiskt han- dilsarbeiði, sum fyrifall í keypstaðnum, og hon >gekk í fiskinum*. Eitt kvøldi seint um heysti, meðan regnið dýkti á gluggarnar, ¦at Óli við borsendan. Ein gamal bíleggjarovnur, tveir stólar, ein veggjasong av óhølvaðum fjalum, eitt lítið skáp og borðið var alt ið inni var. Óli var júst liðugur við náttverðan, og á borðinum lógu leivningarnir: nøkur hálvpiðaði skerpubein, ein drýlendi, ein smørmoli á eini hýsuskræðu. ÓH guvaði á sótheysin og taldi tey oyrini, ið lógu fram- man fyri honum. Hann kláaði sær í nakkan við pípupi, fór aftur at telja og kveitti ráðaleysur yvir at Bekku, sum longu var sovnað av møði og nú reyt hart í krókinum aftanfyri óvnin. Óli skarðaði Ijosið, fór so aftur at telja pengarnar, men gavst brátt og mutlaði í ringum hýri: >Eg ikki fati hetta«! Hann kláaði sær aftur f nakkan, I hesum bilið reyk hurðin upp á víðan vegg. Oli kvakk við og Bekka vaknaði við kaldan dreym. -Bæði stardi móti tf innkomandi. Tað var eitt ungt konufólk. Hárið hekk fløkt og ógreitt um hitt vakra, men sorgarbundna andlitið. Hon tivaði tungliga eins og hevði hon runnió fyri lívinum og eyguni leitaðu í angist yvirat Óla og Bekku. Tað tyktist sum var hon av ókendum valdi jaktað av stað og snøggliga steðga, so andaleys stóð hon har og tivaði, meðan vætan dreiv úr hvórjum klædnaplaggi. Tey røddu eyg- urii vóru ikki í friði. »Harra Jesus, barnið, sum tú ert bleik. Kom og verm teg eitt sindur«! segði Bekka. Gentan sissaðist av tí blídligu røddini, men varð tó standandi. Óli hevði gloymt at súgva sótheysin ; nú stappaði hann øskuna niður í pípuna og tendraði hana aftur við ljósinum, Hann sát málleysur og stardi at gentuni. >Set teg niður armingin og hvíl teg« tók Bekka uppaftur og kveitti at henni. »Hetta er óvandaveður, tú ert farin at ferðast í, helst í tí skili, eg síggi tú ert í«. Gentan setti seg á bríkjuna ytst við dyrnar. >Hvaðani i Gudsgárði kemur tú«? >Eg havi tænt hjá doktaranum tíl novembir«, >Nú so, góða barni! Hvønns dóttur ert tú«. >Foreldur míni eru bæði deyð«, svaraði gentan og lútaði við høvdinum. >Nú kanti eg onga staðni vera, eingin vil hava meg«. mutlaði hon við gráturødd. Bekka kláaði sær við øllum fimm fingrum í hárið, og kveitti yvir at Ola, sum guvaði eins og nakar ákorsteinur. >Gev henni ein breyðbita, Bekka«, segði hann sáttliga og snúði sær til gentuna: »So, eingin vil hava teg< ? Eina l»tu var tøgn. Tá segði Bekka, meðan hon skar eina breyðflís: »íðan, onkum staðni skalt tú tá vera«. »Ja, tað veit Gud hon skal«, sannaði Óli og spýtti. Óli grundaði eina løtu, hugdi at henni og spurdi blídliga >Hvør er pápin — tú veitsU? »Doktarasonurin«, segði gentan og rodnaði. »Hann vil væl ikki kennast við teg nú«? spurdi Bekka, — >eg hugsaði tað, — men hvussu í alverðini ert tú vorðin,

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.