Fríu Føroyar - 22.12.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 22.12.1942, Blaðsíða 3
1. árg, FRÍU FØROYAR Nr. 24 genta! Tú ert jú tann bera runa og ikki tráðurin turrur*. Gentan ønti íkki. Bekka kagaði yvirat Ola, sum kláðaði sær í vangan við pípuni. Eina góða løtu var kvirt. Tá segði Bekka: >Iðan, hvat heldur tú? Hon fer væl at verða her fyri fyrsU ? »Ja' sanniliga ferð hon soe svaraði Oli. »Vit hava bert hesa einu songina* — »Nei, nei, bara eg sleppi at vera ínni kann eg gott liggja á gólvinuin*. »Nei mín sann um tú skalt. .. í slíkum skili. . . vit eru tó ikki krýatúr. >Hoyr Bekka«, segði Oli og stoýtti sósina úr pípuni »vit hava væl okkurt, sum vit kunnu liggja á í nátt; ímorgin skal eg fáa fatur á einum kneppi av hoyggi*. »Á gud havi lov, gud havi lov X so var tað tó væl kortini... brast úr gentuni Hon slongdi armarnar um hálsin á Bekku. Uttanfyri ýldi stormurin og heglingurin skramblaði móti gluggunum. II Tað var jólamorgum. Glitrandi skærur liggur kavin úm bø og haga, so mjúkur og reinur at tað mestsum er synd at træðka á hann. Ikki eitt skýggj sæst á loftinum, ikki eitt lot rørist, ikki eitt Ijóð hoyrist í tf føgru, hvítu tøgnini. Tá fór at rúka úr einum ljóðara og hrátt svaraði aftur úr skorsteinunum hinu megni fjørðin. Fólk var farið at kóka jólakaffi. Og nú ljómar í loftinum, Tað er kirkjuklokkan í keyp- staðnum, sum ber jólaboðini útum býggjar. Tvørturum fjørðin stevnur ein bátur. Tvey gomul fólk sita við árarnar. Tað er Óli og Bekka, sum hava ligið nátt ( keypstaðnum og nú halda leiðina heimeftir. Tey tjakast so smátt í øllum blíðum. »Býttlingur tín« sigur Bekka, »tú mátti haft so frætt skil at ein munnharpa einki nyttar einum so pinkulítlum«. >Asj, hvat heldur tú hann leggur í hasa ringlu-rangluna, tú hevur keypU svarar Óli og tekur á árarnar. »Ajú, hana kann hann stuttleika sær við, men munn- hørpuna! dugur hann at blása við henni? Hann er ikki tveir mánaðir enn« Óli støggar á og grundar. »fðan so kann hann goyma sær hana til tess hann verður størri«, sigir hann og turkar sveittan av enninum. Báturin leggur at í víkjuni. Bekka fer uppá land, við fullum kneppi av tinganesti, Óli bindur bátin og fer aftaná. Hon letur upp hurðina og tey verða bæði standandi, púra kvirr, eins og ivaðust tey um hetta var teirra stova: Fyri hitt lítla vindeyga var hongdur ein blomstrutur kappi, ovnurin skein, og yvir tí hvíttskúraða borðinum lýsti ein heingjulampa; har var.so reint og nosligt harinni. Og so angaði tað av baraldi! Óli trýsti við fingrinum á annan næsagluggan og snýsti. »Nei nú havi eg ikki sæð so skapt í mínar livandi dagar«. Hin unga gentan, sum hitt heystarkvøldið kom til smátt- una, reistist, rein og snotilig. Eyguni lýstu av frøði, tá hon sá hvussu bilsin tey bæði gomlu stóðu. Hon beyð teimum vera væl komin og segði, at nú skuldu tey gera seg reinan, og so skuldu tey fáa sær døgverða. Og við tí hvarv hon inn í hin lftla kovan, har maturin varð kókaður. Tey gomlu tváaðu'sær eisini, so óvon tey enn vóru við slíkt. Óli fór yvirat vøgguni og førkaði hitt hvíta áklæði eitt syndur til síðis. Hin lítli órógvaðist. >Tú ert eitt ross, 01!« rópti Bekka og skumpaði hann burt. Hon fór at bispa barninum. »Eg havi einki gjørt honum* murraði Óli, setti seg við borðið og stappaði sær uppí pípuna. Men tá Anna, gentan, korn ínri við døgverðanum, stóðu tey bæði við vøgguna pg spældi við barnið. »Hann verður keisari, hasin jassurirw segði Óli við mammuna, sum smfltist og beyð teimum til bórðs. Søtusúpanin angaði leskiliga í bordiskunum og roykurin úr tf rasta kjøtinum neit Óla innat hjartarøturnar. Tey gjørdu sær øll til góðar. Táið kaffið var drukkið kom tyngd á tej- bæði gomlu. »Skulu vit ikki syngja ein jólasálma«? spurdi'Anna. Jú, tað vildu tey gomlu fegin. Og nú sang hon við sínu mjúku, ljómandi rødd hitt kendá lagið, ið ljóðaði tvífalt heimligt við orðum á móður- málinum: »Nú ringja kirkjuklokkur so hátt« men táið hon kom tll hetta ørindi: Vit ung og gomul halda nú jól, vár Jesus vil øllum hýsa---- tagnaði hon og brast í grát. Tá fór Bekka stillisliga yvirat henni, kýndi henni um hárið og segð' blídliga: Nú verður tu verðandi her hjá okkum f vetur, góða Anna — og so fáa vit at síggja aftir móti sumri. — Ikki so, Olí «? »Jú, tað er sjálvandi« svaraði hann. -;. So fóru tey gomlu at leggja seg. Mánin var komin fram og lýsti inná tað nýggju heingjulampuna og tað reina, hvíta vøgguklæði. (Leysliga eftir Joh. Skjoldborg). Brasso, Silvo, Nugget, PolifTor., Vanille-, citrón- og mandelessens. Kakao í heilsølu hjá N. S. Johannessens Eftf. Telf. 192. PETER JACKSON OG DU MAURIER CIGARETTIR F.RU NÚ AFTUR Á LAGRI. TUBBAKSPUNGAR & CIGARET- ETUI í LEÐUR. CIGARETTIR — CERUTTIR. PARKER PÍPUR OSCAR F. ARGE TUBBAKSHANDIL 5Vó<r/v«r hcnletf jólaøeh?UT kunnu. fetasl í Sápuhúsinum. Máltr. 64. Stáltummastokkar 1 metur langir — inches og mm Hillebert Andreasen Regnfrakkar og impregneradir frakkar til mannfólk. Oilskinsfrakkar í øllum litum til konu- fólk. Hárklemmir, sikkirheitsnálir og knappanálir. Katr. Christiansen Telf. nr. 24. i Bringsnagøtu. ÍÍTU'll'll'll"llii|il|'ITÍwJ»'l""T'""""iÍ''ll'l'nTII'»HI'|l^l ll'll'llml Ftllai' vanliaar maivøvuv fáast hjá J. M. Christiansen. Máltr. 283. Tórshavn.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.