Fríu Føroyar - 22.12.1942, Side 3

Fríu Føroyar - 22.12.1942, Side 3
1 írg, FRÍU FØROYAR Nr. 24 genta! Tú ert jú tann bera runa og ikki tráðurin turrur«. Gentan ønti ikki. Bekka kagaði yvirat Ola, sum kláðaði sær í vangan við pípuni. Eina góða løtu var kvirt. Tá segði Bekka: >íðan, hvat heldur tú? Hon fer væl at verða her fyri fyrst« ? »Ja‘ sanniliga ferð hon so« svaraði Oli. >Vit hava bert hesa einu songina* — >Nei, nei, bara eg sleppi at vera intii kann eg gott liggja á gólvinutn*. »Nei mín sann um tú skalt. . . í slíkum skili. . . vit eru tó ikki krýatúr. »Hoyr Bekka«, segði Oli og stoýtti sósina úr pípuni »vit hava væl okkurt, sum vit kunnu liggja á í nátt; ímorgin skal eg fáa fatur á einum kneppi av hoyggic. >Á gud havi lov, gud havi lovT so var tað tó væl kortini.. . brast úr gentuni Hon slongdi armarnar um hálsin á Bekku. Uttanfyri ýldi stormurin og heglingurin skramblaði móti gluggunum. II Tað var jólamorgum. Glitrandi skærur liggur kavin um bø og haga, so mjúkur og reinur at tað mestsum er synd at træðka á hann. Ikki eitt skýggj sæst á loftinum, ikki eitt lot rørist, ikki eitt Ijóð hoyrist í tí føgru, hvítu tøgnini. Tá fór at rúka úr einum Ijóðara og brátt svaraði aftur úr skorsteinunum hinu megni fjørðin. Fólk var farið at kóka jólakaffi, Og nú ljómar i loftinum, Tað er kirkjuklokkan i keyp- staðnum, suni ber jólaboðini útum býggjar. Tvørturum fjørðin stevnur ein bátur. Tvey gomul fólk sita við árarnar. Tað er Oli og Bekka, sum hava ligið nátt í keypstaðnum og nú halda leiðina heimeftir. Tey tjakast so smátt í øllum blíðum. »Býttlingur tínc sigur Bekka, »tú mátti haft so frætt skil at ein munnharpa einki nyttar einum so pinkulítlumc. »Asj, hvat heldur tú hann leggur í hasa ringlu-rangluna, tú hevur keyptc svarar Óli og tekur á árarnar. >Ajú, hana kann hann stuttleika sær við, men munn- hørpuna! dugur hann at blása við henni? Hann er ikki tveir mánaðir enn« Óli* støggar á og grundar. »Iðan so kann hann goyma sær hana til tess hann verður størri«, sigir hann og turkar sveittan av enninum. Báturin leggur at í víkjuni. Bekka fer uppá land, við fullum kneppi av linganesli, Óli bindur bátin og fer aftaná. Hon letur upp hurðina og tey verða bæði standandi, púra kvirr, eins og ivaðust tey um hetta var teirra stova: Fyri hitt lítla vindeyga var hongdur ein blomstrutur kappi, ovnurin skein, og yvir tí hvíttskúraða borðinum lýsti ein heingjulampa; har var so reint og nosligt harinni. Og so angaði tað av baraldi! Óli trýsti við fingrinum á antian næsagluggan og snýsti. »Nei nú havi eg ikki sæð so skapt í mínar livandi dagarc. Hin unga gentan, sum hitt heystarkvøldið kom til smátt- una, reistist, rein og snotilig. Eyguni lýstu av frøði, tá hon sá hvussu bilsin tey bæði gomlu stóðu. Hon beyð teimum vera væl komin og segði, at nú skuldu tey gera seg reinan, og so skuldu tey fáa sær døgverða. Og við tí hvarv hon inn f hin lítla kovan, har maturin varð kókaður. Tey gomlu tváaðu'sær eisini, so óvon tey enn vóru við slíkt. Óli fór yvirat vøgguni og førkaði hitt hvíta áklæði eilt syndur til síðis. Hin lítli órógvaðist. »Tú ert eitt ross, Ólic rópti Bekka og skumpaði hann burt. Hon fór at bispa barninum. »Eg havi einki gjørt honumc murraði Óli, setti seg við borðið og stappaði sær uppí pípuna. Men tá Anna, gentan, kom inn við døgverðanum, sfóðu tey bæði við vøgguna og spælđi við barnið. »Hann verður keisari, hasin jassu.rin« segði Óli við mammuna, sum smíltist og bej'ð teimum til bórðs. Søtusúpanin angaði leskiliga í bordiskunum og roykurin úr tí rasta kjøtinum neit Óla innat hjartarøturnar. Tey gjørdu sær øll til góðar. Táið kaffið var drukkið kopi tyngd á tey bæði gomlu. »Skulu vit ikki syngja ein jólasálma*? spurdi Anna. Jú, tað vildu tey gomlu fegin. Og nú sang hon við sínu mjúku, ljómandi rødd hitt kenda lagið, ið ljóðaði tvifalt heimligt við orðum á móður- málinum: »Nú ringja kirkjuklokkur so hátt« men táið hon kom tll hetta ørindi: Vit ung og gomul halda nú jól, vár Jesus vil øllum hýsa.... tagnaði hon og brast í grát. Tá fór Bekka stillisliga yvirat henni, kýndi henni um hárið og segði blídliga: Nú verður tu verðandi her hjá okkum i vetur, góða Anna — og so fáa vit at síggja aftir móti sumri. — Ikki so, Ólí «? »Jú, tað er sjálvandi« svaraði hann. So fóru tey gomlu at leggja seg. Mánin var koniin fram og lýsti inná tað nýggju heingjulampuna og tað reina, hvíta vøgguklæði. (Leysliga eftir Joh. Skjoldborg). Brasso, Silvo, Nugget, Poliflor., Vanille-, citrón- og mandelessens. Kakao í heilsølu hjá N. S. Johannessens Eftf. Telf. 192. PETER JACKSON OG DU MAURIER CIGARETTIR ERU NÚ AFTUR Á LAGRI. TUBBAKSPUNGAR & CIGARET- ETUI í LEÐUR. CIGARETTIR — CERUTTIR. PARKER PÍPUR OSCAR F. ARGE TUBBAKSHANDIL ZX3C3C5C3SC 3X3CZ^Z^^eC3SC3eCZXiC3t3CJ38CDSrZDSCJ3SC SVógvaF henttrv /clagóviiF Itunnu túaml Máltr. 64. í Sápuhúsinum. Stáltummastokkar 1 metur langir — inches og mm. Hillebert Andreasen điádítáiáufrfrah.hifch.fcrt.fc. ahArtifcafcfcuhA. itáúúá4*áá* 4+U+tát**đú rt»rt*rt.fc rt.fc +*t Regnfrakkar og impregneraðir frakkar til mannfólk. Oilskinsfrakkar í øllum litum til konu- fólk. Hárklemmir, sikkirheitsnálir og knappanálir. Katr. Christiansen Telf. nr. 24. i Bringsnagøtu. ýlllar vunlígur znaivøFUF fáast hjá J. M. Christiansen. Máltr. 283. Tórshavn.

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.