Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Side 6
FRÍGGJADAGUR 5. JULI 1974
SÍÐA 6
(framhald)
Bert ein
mesanmastur
stóð eftir...
Og so tosaðu vit eitt lítið sindur
okkara millum, vit tríggir yvir-
menninir og hildu, at best var at
royna at pumpa skipið. Ja, vita
fara so eftir pumpulyklunum.
Hann stóð niðri undir har
frammi, sum hann altíð stóð, —
hann var ongantið á dekkinum.
Vit fara so eftir honum og skulu
so at pumpa; men tá var hjartað
farið úr pumpuni, so har gjørdist
einki.
Eg veit ikki — eg fekk eitt
innskot og leyp fram í lugarið, tí
eg visti, at ein kunoyingur sum
æt Jógvan Syderbø, hevði eina
lummalykt í koyggjuni .hjá sær.
Eg taki hana og fari so upp aftur
og fari at lýsa á dekkinum. Tá
síggi' eg at hjartað á pumpuni
liggur úti við lynningina, men er
ikki farið út um og eingin
skansaklædningur er fyri. Teir,
ið glaðir vórðu, tað vóru vit, tí
nú kundi pumpan nýtast. Ja, so
varð roynt at pumpa, men tað
var illa verandi á dekkinum, tí
tað var so ringur sjógvur.
Men frammi í lugarinum har
var ringur standur, tí ketan hon
var slongd upp úr ketukjallari-
num og upp í yvirkoyggjuna,
sum var í læ, beint yvir av
lemminum. Og innan fyri í
undirkoyggjuni lá ein ungur
drongur, sum var fyrsta túrin til
skips. Hann slapp ongan vegin
úr koyggjuni fyri ketuni. Tað
var held, at hon ikki var komin
inn í koyggjuna hjá honum, ella
hevði hann fingið skaða av tí, og
í ovaru koyggju var eingin. Men
myrkt var í lugarinum, so tað
var ógvuliga óhugnaligt har.
Ja, nú kunnu vit ætlað, at tað
var ringur standur innanborða
• —-, skipið var eitt fullkomið vrak!
Eitt tað fyrsta vit máttu
hugsa um, var at sleppa okkum
frá stórmastrini og stórsegli-
num, ti vit vistu tað, at um tað
fór aftur undir loringina á
skipinum, so skuldu vit rokna
við tí, at tað soraði skipið
sundur aftan, um hon lá og bardi
niður á mastrina. Men, til alt
Harrans held, sum tíðin leið, nú
byrjaðu hesar greiðimar, sum
lógu har, at fara alt meira og
meira framvið í læ.
Tað fyrsta vit gjørdu var at
kappa vantini. Einki var slitnað,
hvørki vant ella skjøt, alt var
heilt. Eg kappaði so sjálvur
vantini við øksu. Men eg haldi
barastini tað, at hon reisti seg
upp aftur, komst av tí, at lastin
var so full, at hon fekk ikki
skotið seg. Ja, so varð arbeitt so
frægt, sum vit dugdu, og vit
byrjaðu eisini at negla segldúk
út yvir, har sum hol var komið á.
Esini fóru vit alt fyri eitt at oysa
olju út fyri at slætna sjógvin eitt
sindur. Tað er oftani ein góður
redningur i tí hjá einum sjó-
manni.
Men nú var so at royna at
sleppa okkum frá seglinum og
mastrini, tá ið vit høvdu kappað
Steffan Kunoy
alt leyst. Til alt held fór tað alt
fram um; men nú liggur hon sum
fyri teymi, segl og mastur
frammanfyri, ti stakið tað var
ikki slitnað. So var at royna at
fáa stakið av, fyri at sleppa av
við hesar greiðimar.
Eg minnist so grúuliga væl til
tað. Tað gekk so strævi at fáa
stakið av, tí tað var so tjúkt, tað
vita allir menn, og so var tað
eisini so ringt at arbeiða á dekk-
inum, tí tað vóm so oftani brot;
men tíbetur, einki skeddi. Ja,
klokkan mundi vera um fýra ella
fimm morgunin eftir, sum vit
høvdu fingið sjógvin, tá fingu
vit stakið av. Og so lá hon har
sum eitt satt vrak!
Veðrið var líka ringt, ja. Men
hin bestimaðurin sum hevði
vakt, hann segði fyri mær, at
hettar var triðja brot á sjónum
— á hesum sjónum, sum vit
komu undir. Hann hevði brotið
tvey brot fyrst, tað hevði hann
sæð; men so óheldugt var tað, at
vit komu undir sjálva hvølving-
ina á triðja broti, ið tók alt sum
var á dekkinum uttan ein eyka
gaffil, ið var surraður í bakborð.
Hann var ikki sligin leysur. Alt
annað var farið, sum fara kundi.
Ketan leyp eisini av kabulár-
hjølinum; men hana fingu vit
upp á aftur.
Vit oystu og pumpaðu og
koyrdu olju á, ja, vit oystu so í
meir enn tvey samdøgur í eitt
koyr.
Men vit kundu ongan drekka-
munnin fáa, ongna flógvan
munnin fáa, tí har frammi var
alt fárið hurl um burl, ringar —
tað vitið Guð — einki sást aftur,
og roykhanus, tey kalla, alt var
vekk. Men tað var ein lítil
kabyssa har afturi, og hon var so
dánt heil. Har fingu vit heita
okkum ein drekkamunn, tá ið
tvey samdøgur vóru gingin,
okkurt sovorðið.
Hettar her var sunnukvøld,
vit fingu sjógvin; men týsmorg-
unin tá var veðrið eitt sindur
batnað aftur, og vit tosaðu um,
hvat ið frægast var at gera. Men
vit hildu tað, at tað var so lítið
at gera, tí ikki fingu vit motorin
í gongd, og tað var so nógvur
sjógvur í henni. Motorurin
steðgaði, tá ið vit fingu sjógvin.
Ja, men týsdagin aftur tá var
veðrið, sum sagt, linkað eitt
sindur og vit høvdu oyst nokkso
nógv. Tá var minkað eitt sindur,
so vit hildu væl javnt, reiðuliga
tað.
Men vit fingu bara oyst upp
gjøgnum kappan har afturi,
einki annað, tí hinar kappamar
báðar, máttu vit negla fyri, tí
teir vóru javnt við dekkið. Vit
oystu við byttum og vit pump-
aðu eisini, tá ið tað var veður at
fara út á dekkið.
Eg minnist væl til tað — tað
kann vera undarligt at koma við
tí aftaná aftur — at fyrstani vit
høvdu fingið sjógvin, og eg fór
niður undir har afturi. T'á kom
tað fram fyri meg, at vit høvdu
ein karbiddunk standandi í
afturfallinum, sum vit høvdu
havt til at brúka av um
summarið. Vit høvdu eina so
góða hettu niður yvir hann og
tað varð okkum til held. Eg taki
so karbiddunkin í hondina, fari
upp gjøgnum leydarin við
honum og blaki hann fyri borð,
tí kom sjógvur á karbidið, kom
eldur í og so varð galið. Men tað
sluppu vit so væl frá.
Vit hildu tað, at tað kanska
var frægast, at vit fingu hana
undan. Jú, vit fingu hana at fella
við ongum nakað, bara við eini
naknari mesanmastur uppi, og
so hildu vit henni undan allan
seinnapartin týsdagin. Róðrið
var í ordan nú. Ketan var lopin
av kabulárhjólinum, men hana
høvdu vit fingið upp á aftur.
Mikumorgunin nú versnar
sjógvurin aftur, og verðrið
versnar eisini; men vit blivu við
at halda henni undan, og tað
gekk. Men tá fingu vit aftur-
aftur ein ógvuliga stóran sjógv
og vit væntaðu okkum at fara.
Eg minnist væl til tað, hin
stýrimaðurin stýrdi, og hann
kemur leypandi niður undir, vit
vóru flest allir har afturi staddir,
tí har frammi var so óhugnaligt,
f. ; ..'-T. . -.ri..;
mm.
og hann sigur soleiðis: »Nú fara
vit. »Ja, ja, so var bara at befala
seg í Harrans hendur. Har var
einki annað at gera!
Eg minnist, sjógvurin kom
beint aftaná, og hann tekur og
sorar húsið sundur og brýtur
rættin av um helvt. Bara fram-
síðan av stýrihúsinum og hálvur
rætturin stóðu eftir, tá ið av
tomaði. Men kappin var ikki
farin og var tað held, ti kum-
passin hon stóð so har, og hon
var heldur ikki farin.
Eftir tað fingu vit ongan
rættuliga stóran sjógv, og tá ið
mikudagurin linkaði, byrjaði
veðrið at batna. Tá vóra vit
eisini komnir nakað langt frá
Kappanum; men eg veit ikki
hvussu langt. Vit fingu ongantíð
tikið positiónina, so vit vistu
ikki, hvar vit vóra, akkurát.
Aftur aftur hósdagin nú er
veðrið vorðið betri, nú er
hampuliga gott; men tá var
mjørki, og mennimir vóra
komnir upp á dekkið og vit
høvdu fingið hana so nøkulunda
lens. Men motorin høvdu vit ikki
fingið í gongd, so mikið av
sjógvi var í henni.
Eg minnist væl til, at fleiri
standa har frammi og teir skera í
róp, at vit síggja eina føroyska
slupp framman fyri okkum. Vit
leypa allir fram, og vit vórðu so
himmals glaðir. Vit síggja
mennimar á dekkinum á skip-
inum og vit gera øll tey tekin,
sum vit kundu gera, tí høvdu
teir sæð okkum, so høvdu
teir....men hon var sum levitt-
urin, hon sigldi framvið, og
mjørki var. — Tá varð ringt lag,
tá ið hon var hvorvin í mjørka-
num, men tað gjørdist so ikki
við, og tað var ein føroysk slupp,
sum var á veg heim eisini....
Ja, hettar her var so
hósđagurin og veðrið batnar, og
fríggjadagin, tá var hampuliga
gott veður. Men hvat hjálpir
tað, vit. eiga bara eina nakna
mesanmastur eftir, einki annað!
Jú, vit eiga ein eykagaffil; hann
er ikki farin. Eg minnist væl til
tað, ein maður sum var við
okkum, uttan úr Heiðunum —
Heini æt hann og var so
ógvuliga hegniður maður —
hann sigur við okkum: »Ja, tað
er best, at vit fara at rigga
okkum gaffilin upp sum eina
neyðmastur«. Jú og togverk
høvdu vit nógv umborð. Tað var
niðri undir.
Vit byrjaðu so at rigga henda
gaffilin upp har frammi í gron,
heilt frammi í gron. Vit fingu
hann at standa, og vit fingu
okkum ein klyvara, og heysaðu
hann upp, sum segl. Men, tað
vita allir menn, vit máttu bara
sigla undan lotinum. Ja, vit fóra
so at sigla undan tí lotinum, sum
var, men tá var gott veður. Vit
riggaðu okkum eisini eitt neyð-
segl upp á hesa naknu mesan-
mastrina, sum eftir stóð.
Men nú er aftur aftur eitt.
Skipið er so tungt, ti tað er so
fult av fiski. — Hvat finna vit
uppá at gera? Vit hildu, at tað
frægasta, ið vit kundu gera, var
at fara at blaka fisk út, fyri at
lætta um skipið. Vit sóu jú tað,
at um so varð, at vit fingu nakra
hjálp frá øðram skipi, so varð
farið umborð, tí okkara skip var
vrak í allar mátar. Hon lak bæði
um dekkið og um skrokkin. Ja,
so fóra vit at blaka fisk út úr
lastini fyri at lætta um hana.
Tað var ógvuliga hugstoytt at
hava roynt at fiska alt summarið
at hava fingið sær upp í skipið,
og so at blaka tað út aftur; men
har var einki við at gera. So varð
gjørt, og vit fingu nokkso nógv
úr henni, og hon lætnaði heilt
fitt. Tað varð so arbeitt upp á
i