Tímin


Tímin - 11.01.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 11.01.1946, Blaðsíða 1
(Límin UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 2 FRIGGJADAGWTll. JANUAR 1946 .4. ÁRGANGUR ír Noregsbardaoantttn Leygarkvøldið helt Fonsdal løgtingsverkfrøðingur røðu lil frama fyri Barnahjálpargrunnin. Evnið var um hendingar sum hann hevði verið fyri, meðan hann var í klóuum á Gestapo í Noreg. At hann var seltur fastur var tí, at hann var uppi í loyni- krígnum saman við Norðmonn- um móti Týskinum. Ógviliga livandi greiddi hann frá tí skaða- arbeiði norski loj'iiiherurin gjørdi Týskinum. Sjálvur var Fonsdal, sum var stjóri á ein- um stórum elektricitetsverki, formaður fyri at spreingja vegir, jarnbreytir, hrúgvar og tílíkt, sum Týskurin kundi fáa nyttu av í Gudbrandsdalinum, og tað hoyrdist skilliga, at hann kendi' lil tað, hann greiddi frá; áhuga- vert var at hoyra um samar- beiði við Onglendingar og vápn- ini, ið teir sleplu niður á náttar- tíð á fjøllunum í kavaroki. Til enda fekk Geslapo fatur á nøkrum av Fonsdals monnuni og so var ikki leingi, til hann sal sjálvur eisini; har í fongsl- inum varð hann so bankaður við snikkarahamri, at ikki var bleltur á hansara kroppi, sum ikki var bláur. Aftaná at prógv- ini vóru so nógv móti honum at hann skuldi verða skotin, tó al hann einki viðgekk, var'hann førdir fyri tann haegsta Gestapo- officerin har í býnum, sum vísti seg at vera ein sera beinasamur maður. Rímiligt tí at friður var í nánd, gjørdi hann tað, at fang- arnir íingu livilig kor í fongsl- inum, og vórðu brátt fluttir til eitt fangatyppi norðan fyri Trondheim, har nógv betur var at vera. Har vár Fonsdal so, lil friður var, tá lievði hann silið í 2 mánaðar. Síðan hjálpti haniv Norðmonnum at fanga Nazistar, og at teir hava haft virðing fyri hansara hjálp sæsl av tí, at lá hann skuldi til Føroya, sendi norski herurin flogfar við hon- um til London, og somuleiðis tá hann aflur var í Noregi, sum vitni í sak móti Nazistum. Sum heild sæð vóru Nazislar- nir og Gestapo í Noreg ikki nienniskju, meðan tað kundi glógva í onkrum Týskara, segði Fonsdal, men yvirhøvur vóru teir sera tápiligir. Til endan segði hann, at hann hevði einum Føroyingi at takka fyri at hann var sloppin við lív- inum og tað var Rikard Long, sum hevði verið honum so góóur Iærari í týskum í Real- skúlanum, al hann kundi fylgja so væl við tí, sum Týskarar- nir talaðu sínámillum og kundi lal.a so vakurt fyri teimum á teirra máli, at leir gjørdusf ernir av sær sjálvum og soleiðis komu í betri hýru. — Hann var hartil einasti av 16, ið fangaðir vóru ísenn, sum dugdi týskt. Sjónleikarhúsið var so at siga slúgvandi fult av fólki, sum við stersta áhuga fylgdu Fonsdals røðu frá byrjan til enda. Gudstænasta 1. sunnudag eftir frettanda prædikar Joeusen prestur í Havnar kirkju. Skriflarmál kl. 10.40. Framsýnit\g Leygardagin, sunnudagin og mónadagin kl. 12—20 verður áhugaverd framsýning í býráðs- salinum. Har skal Janus Kam- ban, sum nýliga er aflurkomin úr Danmark,-sýna okkum síni listarverk. Hann hevur haft myndir á framsýningum í Kø- benhavn og er nógv róstur har fyri sítt kynsfur. Vit kunna tí óivað frøa okkum til eina dygd- arframsýning, tá ió vit minnast til tey verk, hann longu fleiri ár herfyri kundu avrika. Janus Kamban fer til Dan- markar við Drotningini, men æílar at koma aflur skjólt og skal so arbeiða her meginpartin av árinum. Høvuðsarbeiði hans- ara verður minnisvarði Hamm- ershaimbs, ið skal vera niðan fyri Bókasavnið. Farin á land Sunnukvøldið kl. 9 rendi ein eingilskur trolari, Lord Darling úr Grimsby, á land við Sjer- santavíkina. Tó at hann slóð nóg so fastur einar 2 tímar, slapp hann út aftur sjálvur og legði at bryggjuni, har hann liggur enn. Hann var ikki stór- vegis løslaður. 374 Persónvognur Rasjóneringin Nú er væl meira enn hálvl ár liðið, síðan kríggið endaði, men korlini eru fáir av teimum trupul- leikum, ið kríggið voldi okkum, burturbeindir. Meðan kríggið leikaði, var kanska ikki so lætl at ráða yvir feimum vørunøgdum, vit áltu, og mátti tí rasjóneringin standa við tað mark, ið einaferð var sett; men nú tá ið vøruflytingin brátl er komin í rættlag aftur um alla verðina, mátti eingin grund verið, lil at hildið kríggs- rasjónirnar vaiandi. í fleiri londum rundan um okkum hoyrist um vaksandi rasjónir, og í summum, sum t. d. Svøríki, er øll rasjónering avlikin. Her hjá okkum átti at verið so mikið av vørum, at ikki skuldi verið neyðugt hjá tí almenna at verið so pírið við sukur- og terasjónunum longur, nú friðartíðir eru; kríggsárini hava verið nóg long. 011 leingjast vit tí eftir og vóna at rasjóneringin verður tikin av fyrsta dagin. Gandakallur Týskvøldið skuldi ein danskur gandakallur, ið var á veg til ís- lands, hava almenna framsj'ning í Sjónleikarhúsinum. Tá ið upp- latió varó, var longu so nógv fólk komið, at ikki slappst inn ullan við vold, og tað versnaði f hvørjum; troðkanin var so ófør, at undur var, at eingin skaði hendi. Tó at politiið royndi at halda skil á, vóru einar tvær ferðir so nógv fqlk inni, sum vanliga rúmast al sila. Goggan 'spældi av hjartans lysl, men korlini vóru fólk nakað avsvalaó, lá framsýningin var liðug. Ein ugga fingu tey tó við eingilskdansinum aftaná. Fínland lænir Finski ríkisdagurin hevur sam- tykt at geva stjórnini loyvi til at læna upp til 15 milliardir finnmarkar úr útlondum. PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartið TELEFON 216 HUQO ØSTER PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE "> Black-out Mikudagin lá Havnin aftur í myrkri og uttan elektriskan streym. Hesa ferð gekk dyna- moin fyri um morgunin, men manningin á verkinum arbeiddi so dúgliga, at á miðnátt var verkið aftur í gongd. Hóskvøldið var aftur myrkt góðan tíma, so verkið tykist nú vera so gamalt, at tað kann steðga með alla, áðrenn nakran varir. Nýggjur motorur kom til verkið í summar, og dynamoin skuldi koma beint aftaná, men enn er eingin komin, og lí liggur verkið lamið. Nú hava Ong- lendingar kortini lovað al senda hana í fyrsta fari, so vónandi vara hesi ótryggu elektrisku viðurskifti ikki leingi aftrat. Sendimenninir lil Danmarkar, sum fara skuldi við Heyki, eru ikki farnir enn, tí veðrið hevur verið so vánaligt. Avgjørt er nú at teir skulu fara við Drotningini um 20. januar. Teir triggir stóru uttanríkisministararnir, ið endaðu fund sín í Moskwa um jólini, gjørdn av at hittast aftur í Washington í mars mánað lil nj'ggjar samráðingar. JANUS KAMBAN hevur HØGGM YNDAFRA MS ÝNING i býráðssalinum 12., 13. og 14. januar kl. 12—20. Frí atgonga

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.