Tímin


Tímin - 11.01.1946, Side 1

Tímin - 11.01.1946, Side 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjalđ: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 2 Cr Noreosbardaganum Leygarkvøldið lielt Fonsdal løgtingsverkfrøðingur røðu lil frama fyri Barnahjálpargrunnin. Evnið var um hendingar sum liann hevði verið fyri, meðan hann var í klónum á Gestapo í Noreg. At liann var sellur fastur var tí, at hann var uppi í loyni- krígnum saman við Norðmonn- um móti Týskinum. Ogviliga livandi greiddi liann frá tí skaða- arbeiði norski loyniherurin gjørdi Týskinum. Sjálvur var Fonsdal, sum var stjóri á ein- um stórum elektricitetsverki, formaður fyri at spreingja vegir, jarnbreytir, brúgvar og tílíkt, sum Týskurin kundi fáa njdtu av í Gudbrandsdalinum, og lað hoyrdisl skilliga, at hann lcendi' til tað, hann greiddi frá; áhuga- verl var at hoyra um samar- beiði við Onglendingar og vápn- ini, ið teir sleptu niður á náttar- tíð á fjøllunum í kavaroki. Til enda fekk Geslapo fatur á nøkrum av Fonsdals monnum og so var ilclci leingi, til hami sat sjálvur eisini; har í fongsl- inum varð hann so bankaður við snikkarahamri, at ilcki var blettur á hansara lcroppi, sum ikki var bláur. Aftaná al prógv- ini vóru so nógv rnóti honum at hann slculdi verða skotin, tó al hann einlci viðgekk, var hann førdir fyri tann hægsla Gestapo- officerin har í býnum, sum vísti seg at vera ein sera beinasamur maður. Rímiligt tí at friður var í nánd, gjørdi hann tað, at fang- arnir íingu livilig kor í fongsl- inum, og vórðu brátt fluttir til eitt fangatyppi norðan fyri Trondheim, bar nógv betur var at vera. Har var Fonsdal so, lil friður var, tá hevði hann silið í 2 mánaðar. Síðan hjálpti hamv Norðmonnum at fanga Nazistar, og at teir hava haft virðing fyri hansara hjálp sæsl av tí, at tá hann skuldi lil Føroya, sendi norslci herurin llogfar við hon- um til Lonđon, og somuleiðis tá hann aftur var í Noregi, sum vitni í sak móli Nazistum. Sum heild sæð vóru Nazislar- nir og Gestapo í Noreg ikki menniskju, meðan tað kundi glógva í onkrum Týskara, segði Eonsdal, men yvirhøvur vóru teir sera tápiligir. 1 il endan segði hann, at hann hevði einum Føroyingi at taklca fyri at hann var sloppin við lív- FRÍGGJADAGirTll. JANUAR 1946 .4. ÁRGANGUR inum og tað var Rilcard Long, sum lievði verið honum so góður lærari í týskum í Real- skúlanum, at hann lcundi fylgja so væl við tí, sum Týskarar- nir talaðu sínámillum og lcundi lala so vakurt fyri teimum á teirra máli, at teir gjørdust ernir av sær sjálvum og soleiðis komu í belri býru. — Hann var hartil einasti av 16, ið fangaðir vóru ísenn, sum dugdi týskt. Sjónleikarhúsið var so at siga slúgvandi fult av fólki, sum við størsta áhuga fylgđu Fonsdals røðu frá byrjan til enda. Gudstænasta 1. sunnudag eftir trettanda prædikar Joensen prestur í Havnar kirkju. Skriflarmál lcl. 10.40. Framsýning Leygardagin, sunnudagin og mánadagin ld. 12—20 verður áhugaverd framsýning í býráðs- salinum. Har skal Janus Kam- ban, sum nýliga er aflurkomin úr Danmark,-sýna olckum síni listarverk. Ilann hevur liaft myndir á framsýningum f Kø- benhavn og er nógv róstur har fyri sítt kynstur. Vit kunna tí óivað frøa okkum til eina dygd- arframsýning, lá ið vil minnasl til tey verlc, hann longu fleiri ár herfyri kundu avrika. Janus Kamban fer til Dan- markar við Drotningini, men ætlar at lcoma aftur slcjótt og slcal so arbeiða her meginpartin av árinum. Høvuðsarbeiði hans- ara verður minnisvarði Hamm- ershaimbs, ið slcal vera niðan fyri Bókasavnið. Farin á land Sunnukvøldið kl. 9 rendi ein eingilskur trolari, Lord Darling úr Grimsby, á land við Sjer- santavíkina. Tó at hann stóð nóg so fastur einar 2 límar, slapp hann út aftur sjálvur og legði at bryggjuni, har hann liggur enn. Hann var iklci stór- vegis løslaður. Persónvognur Rasjóneringin Nú er væl meira enn hálvt ár liðið, síðan kríggið endaði, men kortini eru fáir av teimum trupul- leikum, ið kríggið voldi okkum, burturbeindir. Meðan kríggið leikaði, var lcanska iklci so lætl at ráða yvir teimum vørunøgđum, vil állu, og mátti tí rasjóneringin standa við tað marlc, ið einaferð var sett; men nú tá ið vøruílytingin brátt er komin í rættlag aftur um alla verðina, mátli eingin grund verið, til at hildið lcríggs- rasjónirnar varandi. í fleiri londum rundan um okknm hoyrist um vaksandi rasjónir, og í summum, sum t. d. Svøríki, er øll rasjónering avtikin. Her hjá okkum átti at verið so milcið av vørum, at iklci slculdi verið neyðugt hjá tf almenna at verið so pírið við sukur- og terasjónunum longur, nú friðartíðir eru; kríggsárini hava verið nóg long. 011 leiugjast vit tí eftir og vóna al rasjóneringin verður tikin av fyrsta dagin. Gandakallur Týskvøldið skuldi ein danskur gandakallur, ið var á veg til ís- lands, hava almenna framsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá ið upp- latió varð, var longu so nógv fólk komió, at iklci slappst inn uttan við vold, og tað versnaði í hvørjum; troðkanin var so ófør, at undur var, at eingin skaði hendi. Tó at politiið royndi at halda slcil á, vóru einar tvær ferðir so nógv fplk inni, sum vanliga rúmast at sila. Goggan spældi av hjartans lysl, men kortini vóru fólk nakaó avsvalað, lá framsýningin var liðug. PJin ugga lingu ley tó við eingilskdansinum aftaná. Finland lænir Finski ríkisdagurin hevur sam- tylct at geva stjórnini loyvi til at læna upp lil 15 milliardir finnmarkar úr útlondum. PERSÓNROYRING Vognur fæsí á náttartíð TELEFON 216 HUQO ØSTER PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE ^ Black-out Mikudagin lá Havnin aftur í myrkri og uttan elektriskan streym. Hesa ferð geklc dyna- moin fyri um morgunin, men manningin á verkinum arbeiddi so dúgliga, at á miðnátt var verlcið aftur í gongd. Hóskvøldið var aftur myrlct góðan tíma, so verlcið tylcist nú vera so gamalt, at tað lcann steðga með alla, áðrenn nakran varir. Nýggjur motorur lcom til verlcið í summar, og dynamoin slculdi koma beint aftaná, men enn er eingin komin, og lí liggur verlcið lamið. Nú hava Ong- lendingar korlini lovað al senda hana í fyrsta fari, so vónandi vara hesi ótryggu eleldrisku viðurskifti iklci leingi aftrat. * Sendimenninir lil Danmarkar, sum fara skuldi við Heylci, eru ilclci farnir enn, tí veðrió hevur verið sovánaligl. Avgjørt er nú at teir skuluHara við Drotningini urn 20. januar. Teir triflflir stóru uttanríkisministararnir, ið endaðú fund sín f Moslcwa um jólini, gjørdu av at hittast aftur í Washington í mars mánað til nýggjar samráðingar. JANUS KAMBAN hevur HØGGM YNDAFRAMSÝNING í býráðssalinum 12., 13. og 14. ianuar kl. 12—20. Frí atgonga

x

Tímin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.