Tímin


Tímin - 17.01.1946, Page 1

Tímin - 17.01.1946, Page 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 3 HÓSDAGIN 17. JANUAR 1946 4. ÁRGANGUR Høggmyndaframsýningin ið va'r í býráðssalinum um vikuskiftið var áhugaverd og sjáldsom í sfnum slag her á landi. Vil kunna vera errin av al eiga slíkan listarmann, ið stendur mát við teir flestu í út- lonđum. Tær 21 myndirnar sýndu til fullnar at Janus Kamban er rsetlur listarmaður, ið kann aft- urgeva fjølbroytt lív við deyðum tilfari. Vit kunna nevna hina frálíku myndina av Hans A. Djurhuus, sum kanska er hans- ara besta. Relie.dð til minnis- varða Hammershaimbs er eitt stásiligt stórverk, sum fer at geva listarmanninum miklan lieiður. Tey smærru relieffini, áttamannafarið og drongur og genta, vóru hugtakandi, teirtveir dansiringarnir vóru mest sum livandi. Høvdiny við lýsingum av ymiskum fólkum vísir hans- ara gløgga eyga, sum týðuligast kom fram í hini yndisligu lýs- ingini av Ungari gentu. Frálíkar myndir vóru tær tvær genturnar, Eini lijún og Kvinnulýsing. Við hesi framsýning hevur Janus Kamban glett mangan Føroying, við at vísa eina ferð enn at listarligl tilfar er í okk- ara fólki og eisini til mynda- høggara av mætasta slag. Tað var við frøi og stoltleika at fólk fóru avstað aftur av hesi framsýning. Landsnevnđin hevur fingið helta telegram úr Noreg: Det færøiske Lagting Thorshavn. Ársmødet i Norges Mđllag vil helse Færøyfolket med takk for trufast vakthold om mál og minne og ynskjer at Færøyane má fá det sjælsiyre som det na- turgjeve og historisk hev krav pá. KNUT MARKHUS Rnssarnir missa vónina Høvuðsbløðini í Moskwa skriva um hin slóra Uondonfundin, at tey rokna ikki við nøkrum ser- ligum úrsliti av lionum, og at framtíðin sær ikki so ljós ót, tí stór nazireiðir eru enn til og fáa loyvi at vera sum t. d. í Argentinu, Spaniu, Portugal og sjálvum Onglandi. Tað verður hervið kunngjørt skyldfólki og vinum at okkara kæra móðir, omma og ver- móðir MARIANNA PETERSEN andaðist f dag. Jarðarferðin verður fríggja- dagin 18. í h. kl. 1. Funningur, 15. januar 1946. Familjunnar vcgna Johannes Petersen. Eliesar Reynberg. Gudstænastur 2. sunnudag eftir trettanda verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama sunnudagin prwdikar Joensen prestur í Hesl kirkju. Donsk ítróttavitjan I donskum radio var sagt henda dagin at fólbóltslandsliðið ætlar sær til íslands fyrst í juli mánað lil kappingar vió íslendska landsliðið. I. S. F. hevur nú sent hoð lil Dansk Boldspil Union at spyrja um kapping kann fáast f lag um *ama mundið við føroyskt lands- lið. Enn er einki svar komið, men vónandi fer hetta at koma í lag, og tá verður nakað al síggja, sum fótbóltshugaðar kann frøa. Ein onnur donsk vitjan kann vænlast í summar; tað er Niels Bukh við einum mannsliðið og einum dreingjaliðið, sum skal til íslands. Helsl sleðga teir so leingi her, at tfð verður til al hava eiua fimleikaframsýning av hesum liðum. Sameindu tjóðirnar hava leir fyrstu dagarnar á Londonfundinum bert fingist við at valt nevndir til tey ym- isku endamálini, sum t. d. nevnd til tryggjan av heimsfriðinum, ið verður at fáa somu uppgávu, sum liitl gamla Ijóóarsamhandið í Geneve. Ætlanin til at velja norska ultanríkisministaran Trygve Lie til formann á høvuðsfundinum gekk ikki í lag, í staðin fyri varð belgiski uttanríkisminist- arin Spaak valdur; hann fekk 4 atkvøður fleiri enn Lie. Ongtand tær mat Tað hevur‘ljóðað at Ongland hevur verið so illa statt við mati, at rasjónirnar mugu standa við um ikki nøgdirnar í goymsl- unum skulu minka. Men nú tykist ganga móli vanligum tfð- um. London radio sigur frá at stórir skipsfarmar í hópatali við eggum, smøri og kjøli koma dag um dag úr New Zealandi og Australiu, meðan farmar av appelsinum og øðrum fruktum úr Spaniu lløðn inn yvir landið. Danmark fær týsk sktp Tey týsku skipini, sum ligið hava í donslcum havnum, verða nú tikin til brúks. Danmark hevur fingið framíhjárætt til at velja sær nøkur burtur úr, áðr- enn teir Sameinđu fara við teim- um. Fyri fyrst hava danskarar- nir tikið 12 skip; ley eru sett til 16 milliónir krónur í virði. Japan Fyri fáum døgum síðan gav Mac Arthur japanarum hoð um at hann vildi liava nakrar menn koyrdar burtur úr ríkisstjórnini, tí teir vóru so fascistiskir av sinnalag. Hetta gjørdu japanar- arnir, og skiftu 6 ministarar um við nýggjar. Síðan hevur Mac Arthur sagt japansku stjórnini frá, al liann gevur henni loyvi til at halda alment ríkisdagsval nær sum helst aftaná 15 mars í ár. Sunnudagin fór japanski sendi- maðurin hjá pávanum aftur til Japan, av tí at all japanskt ultan- ríkisumhoð er avsagt. Hann fekk tó loyvi frá teim Sameindu al venda aftur til heindandið. Ongtand byggir skip Onglendingar siga frá, at teirra ætlan er at hyggja ein stóran flola av flogheraskipum, sjálvt um tað eru friðartíðir, tí hesi skipini fara al verða mest nýtt í kríggj í framtíðini. Tey fyrstu 24 risaskipini av hesum slag, eru næslan øll liðug. Umframt byggja teir sina rúgvu av handilsskipum, sum skulu vega missirnar í krígnum uppaftur; í løtuni fer eill slórl handilsskip úr harkastokki um vikuna, men hyggingin skal økj- ast so, at næsta ár skulu teir gera eitt skip liðugt um dagin. PERSÓNKOVRINO Vognur fæsl á náttartíó TELEFON 216 HUGO ØSTER PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE Ørindadrongur fær pláss beinanvegin hjá Jacob Liitzen, telf. 14 Amerika Úr Ameriku frættist um stóran ófrið millum arbeiðayar øg ar- heiðsgevarar, sum er endaður við verkfallið nógvar staðir. Teir fyrstu, ið steðgaðu arbeiðið vóru lelefon- og telegrafarbelð- arar; ló at Trumann hevði biðið teir híða nakrar dagar til sem- ingsfundur hevði verið, byrjaðu teir verkfalli leygardagin. Síðan hava aðrir arheiðarar sent út verkfallsvaring, t. d. hava 2000 eleklrikarar ætla at steðga ar- beiðinum miðskeiðis í vikuni, meðan arbeiðararnir á teimum slóru stálverksmiðjunum hava samtykt at bíða nakrar dagar, til stjórnin hevur haft fund við báðar partar; men avgsrð má koma um lønspurningin í vik- uni, annars leggja 800.000 manns arbeiðiðfrá sær í stálsmiðjunum, og tað verður ein meinur brest- ur fyri U. S. A. um tað skuldi hent. Stjórnin roynir tí av øll- um alvi al greiða arbeiðsfløkj- una, tó at lítlar vónir eru um nakað gott úrslit enn. Millum U. S. A. og Argentinu er einki víðari gott skil, tí U. S A. heldur Argentinsku stjórnina vera ov lítið demokratiska og vil hava hana frá; hetta hevur førl við sær at handilssam- bandið landanna millum kann vera kvelt fyrsta dagin, tí Ar- genlinarar eru nakað seinførir til at gera sum U. S. A. vil; teir vilja ráða sjálvir í sínum landi. Trumann hevur sagt frá, at U. S. A. má í minsta lagi hava 1.500.000 hermenn vápnaðar í friðartíð.

x

Tímin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.