Tímin - 17.01.1946, Qupperneq 1
UTGEVARI:
HAVNAR FRAMBURÐSFELAG
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin.
í leyssølu: 15 oyr. eintakið.
NUMMAR 3
HÓSDAGIN 17. JANUAR 1946
4. ÁRGANGUR
Høggmyndaframsýningin
ið va'r í býráðssalinum um
vikuskiftið var áhugaverd og
sjáldsom í sfnum slag her á
landi. Vil kunna vera errin av
al eiga slíkan listarmann, ið
stendur mát við teir flestu í út-
lonđum.
Tær 21 myndirnar sýndu til
fullnar at Janus Kamban er
rsetlur listarmaður, ið kann aft-
urgeva fjølbroytt lív við deyðum
tilfari. Vit kunna nevna hina
frálíku myndina av Hans A.
Djurhuus, sum kanska er hans-
ara besta. Relie.dð til minnis-
varða Hammershaimbs er eitt
stásiligt stórverk, sum fer at
geva listarmanninum miklan
lieiður. Tey smærru relieffini,
áttamannafarið og drongur og
genta, vóru hugtakandi, teirtveir
dansiringarnir vóru mest sum
livandi. Høvdiny við lýsingum
av ymiskum fólkum vísir hans-
ara gløgga eyga, sum týðuligast
kom fram í hini yndisligu lýs-
ingini av Ungari gentu. Frálíkar
myndir vóru tær tvær genturnar,
Eini lijún og Kvinnulýsing.
Við hesi framsýning hevur
Janus Kamban glett mangan
Føroying, við at vísa eina ferð
enn at listarligl tilfar er í okk-
ara fólki og eisini til mynda-
høggara av mætasta slag. Tað
var við frøi og stoltleika at
fólk fóru avstað aftur av hesi
framsýning.
Landsnevnđin
hevur fingið helta telegram úr
Noreg:
Det færøiske Lagting Thorshavn.
Ársmødet i Norges Mđllag vil
helse Færøyfolket med takk for
trufast vakthold om mál og
minne og ynskjer at Færøyane
má fá det sjælsiyre som det na-
turgjeve og historisk hev krav pá.
KNUT MARKHUS
Rnssarnir
missa vónina
Høvuðsbløðini í Moskwa skriva
um hin slóra Uondonfundin, at
tey rokna ikki við nøkrum ser-
ligum úrsliti av lionum, og at
framtíðin sær ikki so ljós
ót, tí stór nazireiðir eru enn
til og fáa loyvi at vera sum t. d.
í Argentinu, Spaniu, Portugal og
sjálvum Onglandi.
Tað verður hervið kunngjørt
skyldfólki og vinum at okkara
kæra móðir, omma og ver-
móðir
MARIANNA PETERSEN
andaðist f dag.
Jarðarferðin verður fríggja-
dagin 18. í h. kl. 1.
Funningur, 15. januar 1946.
Familjunnar vcgna
Johannes Petersen.
Eliesar Reynberg.
Gudstænastur
2. sunnudag eftir trettanda
verður lestur lisin í Havnar
kirkju.
Sama sunnudagin prwdikar
Joensen prestur í Hesl kirkju.
Donsk ítróttavitjan
I donskum radio var sagt
henda dagin at fólbóltslandsliðið
ætlar sær til íslands fyrst í juli
mánað lil kappingar vió íslendska
landsliðið.
I. S. F. hevur nú sent hoð lil
Dansk Boldspil Union at spyrja
um kapping kann fáast f lag um
*ama mundið við føroyskt lands-
lið. Enn er einki svar komið,
men vónandi fer hetta at koma
í lag, og tá verður nakað al
síggja, sum fótbóltshugaðar kann
frøa.
Ein onnur donsk vitjan kann
vænlast í summar; tað er Niels
Bukh við einum mannsliðið og
einum dreingjaliðið, sum skal
til íslands. Helsl sleðga teir so
leingi her, at tfð verður til al
hava eiua fimleikaframsýning
av hesum liðum.
Sameindu tjóðirnar
hava leir fyrstu dagarnar á
Londonfundinum bert fingist
við at valt nevndir til tey ym-
isku endamálini, sum t. d. nevnd
til tryggjan av heimsfriðinum,
ið verður at fáa somu uppgávu,
sum liitl gamla Ijóóarsamhandið
í Geneve.
Ætlanin til at velja norska
ultanríkisministaran Trygve Lie
til formann á høvuðsfundinum
gekk ikki í lag, í staðin fyri
varð belgiski uttanríkisminist-
arin Spaak valdur; hann fekk
4 atkvøður fleiri enn Lie.
Ongtand tær mat
Tað hevur‘ljóðað at Ongland
hevur verið so illa statt við
mati, at rasjónirnar mugu standa
við um ikki nøgdirnar í goymsl-
unum skulu minka. Men nú
tykist ganga móli vanligum tfð-
um. London radio sigur frá at
stórir skipsfarmar í hópatali við
eggum, smøri og kjøli koma
dag um dag úr New Zealandi
og Australiu, meðan farmar av
appelsinum og øðrum fruktum
úr Spaniu lløðn inn yvir landið.
Danmark fær týsk sktp
Tey týsku skipini, sum ligið
hava í donslcum havnum, verða
nú tikin til brúks. Danmark
hevur fingið framíhjárætt til at
velja sær nøkur burtur úr, áðr-
enn teir Sameinđu fara við teim-
um. Fyri fyrst hava danskarar-
nir tikið 12 skip; ley eru sett
til 16 milliónir krónur í virði.
Japan
Fyri fáum døgum síðan gav
Mac Arthur japanarum hoð um
at hann vildi liava nakrar menn
koyrdar burtur úr ríkisstjórnini,
tí teir vóru so fascistiskir av
sinnalag. Hetta gjørdu japanar-
arnir, og skiftu 6 ministarar um
við nýggjar. Síðan hevur Mac
Arthur sagt japansku stjórnini
frá, al liann gevur henni loyvi
til at halda alment ríkisdagsval
nær sum helst aftaná 15 mars
í ár.
Sunnudagin fór japanski sendi-
maðurin hjá pávanum aftur til
Japan, av tí at all japanskt ultan-
ríkisumhoð er avsagt. Hann
fekk tó loyvi frá teim Sameindu
al venda aftur til heindandið.
Ongtand byggir skip
Onglendingar siga frá, at teirra
ætlan er at hyggja ein stóran
flola av flogheraskipum, sjálvt
um tað eru friðartíðir, tí hesi
skipini fara al verða mest nýtt
í kríggj í framtíðini. Tey fyrstu
24 risaskipini av hesum slag,
eru næslan øll liðug.
Umframt byggja teir sina
rúgvu av handilsskipum, sum
skulu vega missirnar í krígnum
uppaftur; í løtuni fer eill slórl
handilsskip úr harkastokki um
vikuna, men hyggingin skal økj-
ast so, at næsta ár skulu teir
gera eitt skip liðugt um dagin.
PERSÓNKOVRINO
Vognur fæsl á náttartíó
TELEFON 216
HUGO ØSTER
PERSÓNKOYRING
TELF. 19
ELIESER NOLSØE
Ørindadrongur
fær pláss beinanvegin hjá
Jacob Liitzen, telf. 14
Amerika
Úr Ameriku frættist um stóran
ófrið millum arbeiðayar øg ar-
heiðsgevarar, sum er endaður
við verkfallið nógvar staðir.
Teir fyrstu, ið steðgaðu arbeiðið
vóru lelefon- og telegrafarbelð-
arar; ló at Trumann hevði biðið
teir híða nakrar dagar til sem-
ingsfundur hevði verið, byrjaðu
teir verkfalli leygardagin. Síðan
hava aðrir arheiðarar sent út
verkfallsvaring, t. d. hava 2000
eleklrikarar ætla at steðga ar-
beiðinum miðskeiðis í vikuni,
meðan arbeiðararnir á teimum
slóru stálverksmiðjunum hava
samtykt at bíða nakrar dagar,
til stjórnin hevur haft fund við
báðar partar; men avgsrð má
koma um lønspurningin í vik-
uni, annars leggja 800.000 manns
arbeiðiðfrá sær í stálsmiðjunum,
og tað verður ein meinur brest-
ur fyri U. S. A. um tað skuldi
hent. Stjórnin roynir tí av øll-
um alvi al greiða arbeiðsfløkj-
una, tó at lítlar vónir eru um
nakað gott úrslit enn.
Millum U. S. A. og Argentinu
er einki víðari gott skil, tí U. S A.
heldur Argentinsku stjórnina
vera ov lítið demokratiska og
vil hava hana frá; hetta hevur
førl við sær at handilssam-
bandið landanna millum kann
vera kvelt fyrsta dagin, tí Ar-
genlinarar eru nakað seinførir
til at gera sum U. S. A. vil; teir
vilja ráða sjálvir í sínum landi.
Trumann hevur sagt frá, at
U. S. A. má í minsta lagi hava
1.500.000 hermenn vápnaðar í
friðartíð.