Tímin


Tímin - 24.01.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 24.01.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 4 HÓSDAGIN 24. JANUAR 1946 4. ÁRGANGUR fir býráðnnm 22. jan. 1946 í brævi til býráðið lieitti Iíj. Mohr stjóri á teir lil at seta eilt kapell sum skjótasl á n)’rggja kirkjugarðin, tí haróligt brúk var fyri tí. Býráðið svaraói aflur, at peningur var løkur til húsið og farið varð undir arbeiðið so skjótt, sum tilbar. v Viðvíkjandi brævi frá Hans H. Jacobsen, sum segði renova- sjónskoyringina frá sær, kravdi kommunan at hann,eftir avtalu, skuldi balda fram við koyring- ini lil annar maður var setlur. Til tvær umsóknir um byggi- loyvi til gomul hús við Tórsgølu og Niels Finsensgølu, svaraói býráðið at loyvi kundi gevast við teimum treylum, at eigarar- nir flyttu húsini 3 alin inn, sam- bart nýggja býplanin, og lótu kommununi økið til veg fyri einki. Eflir lilráðing frá teknisku nevndini varð samtykl at eigari av vatnleidningum álli at bøla brek aftur, lá tey vóru á hansara parli av leidninginum, ella b)r- ráðið gera ley aftur fyri hansara rokning. Eisini varð samtykt, at tá sikringar til stik'ldeidningar til bús fóru (í pelunum) átti brúk- arin at gjalda, um bann kravdi nýggjan ísettan á náttarlíð. Orsakað av eini umsókn um byggiloyvi elvdisl orðadráttur um selan av einum landinspek- tøri. Waagstein og Tórgarð hildu, at ein maður mátti fáast beinanvegin til at gera tað vant- andi matrikuleringar- og kort- leggingararbeiði, (í malrikuler- ingin í Havn var í syndarligum skili. Teir vistu, al kønir menn vóru at fáa í býnum í løluni. F'ormaðurin og Juul Poulsen bøvdu ællað al bíða eflir lí nýggja verkfrøðinginum Poul Gultesen, sum kemur við Drolt- ningini; annars søgdu teir eisini, al malrikuleringin hevói verið í ólagi í nógv ár, lí Devald Han- sen hevði haft ov nógv al gera. Tað varð eisini upplýst har, at ætlanin er al Løgtingið skal stovna eilt matrikulkantór fyri alt landið; hetla er atvoldin til Persónvognur at. eingin landins]ieklørur er settur fyri Devalđ Hansen. Tá allir vóru samdir um at nakað mátti gerasl í løtuni við matrik ulering og kortlegging, varð samlykl al lekn. nevndin skuldi beinanvegin fara undir al igera lað, ið kravdust hesum viðvíkjandi. Gudstænasta 3. sunnudag eftir tretlandá kl. 11 prædikar Joensen prestur í Havnar kirkju. Talvan gongur fyri kirkjuna. SkipatíSindi Leygardagin komu Veslurvarði og Leivur Øssurson úr Ong- landi, har hin fyrri selđi fyri 5600 pd. strl. og hin seinri fyri 5500. Veslurleið kom úr Svøríki sama dag; hann hevur verið við fólki og útgerð til bátarnar Veslurleiti og Vestursøki, hesir báðir fóru til Aberdeen. Skála- berg roynir undir Føroyum, illveðrið forðar íiskiskapinum; seinast í farnu viltu var hann á Havnini og hevði tá 800 kurvar. Norðbúgvin fór leygardagin lil at royna við Norður-Noreg, men vendi aftur við leka sunnudagin. Tað vísti seg, at tveir bóllar vóru farnir í bunknnum. Ilann setir nú nýggjar bóltar f inni á Skálafirði; lá skaóin er bøllur fer bann aftur lil Noregs. Drottningin kom til Køben- havnar mánamorgunin kl. 10. Sendimannanevndin, ið við var, fekk góða móttøku. Dagny fór úr København k1.8 týsmorgunin við vørufarmi til Skipafelagið. Bárjama, ið hevur ligið á Skála- firði í fleiri dagar fyri illveður, fer seinrapartin í vikuni til Ong- lands. HANS SUNDSTEIN: STUTT STREYMALÆRA 20 bls. 1,50 kr. — Tórshavn 1945 Leingi hevur verið talað og skrivað um al neyðugt var al føroysk børn lærdu um slreym í skúlunum; frá mótstøðumonn- um hevur allíð verið sagl, at í hesum evui, sum so mongum øórum, vantaðu okkum bøkur. Bókatrolinum bevur Skúlabóka- grunnur Løgtingsins saman við Hans Sundslein nú vunnið á, eftir er so bert al fáa streyma- læru sum fasla lærugrein í skúl- unum. Bókin er væl eisini ællað til nýtslu hjá læraranum við undir- vísingina, lá hon kanska fellur heldur tung.at fata hjá børnum, sum ikki hava hylling á streymi frammaundan. Á 14 blaðsíðum er greitt í stuttum frá strevm- inum og hansara tilveran í hes- um deildum: Ávirkan og orsøk, himmalklólanna ferðan og at- drátlur, mánin, mánaflóóaldur- nar, sólflóðaldurnar, t»r fýra mánasløðurnar, ■ mysingar og streymloysur, hindringar av landi oggrunnum, tann veruliga flóðin, sjóvarføllini, útroknan av sjóv- arfalli; harumframt eru aftantil 4 streymakort; sum vísa rákið um Føroyar við 3 tímum ímill- um. Verður henda bókin nýtt í øllum skúlum, nýtistikki longur 14—15 ára gomlum dreingjum al fara úr skúlanum sørir fyri tann kunnleika um streym, sum flestu av teimum fara at hava brúk fyri, sjálvt í okkara motor- vandu líð. Stutt streymalæra er eisini góð hjá teimum, ið til- komnir eru og enn ikki hava fingið skil á streymi. Við úlgávuni av hesi bók er Skúlabókagrunnur Løgtingsins vaknaður við aflur eftir langan dvala. Vit vóna, at nú kemur ferð á úlgávnna av leimum mongu føroysku bókunum til skúlabrúks, sum saknaðar hava veríð so leingi. PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE flr Klakksvík Mesla áhuga millum fólk hev- ur komandi kommunuval, ið skal vera 7. februar, ikki færri enn 5 listar eru til kommuuu- stýri og 4 til skúlanevndina, so mong góð evni eru sett fram hesa ferð. Leygardagin fór ein nýggjur bátur úr barknstokki á Klakks- víkar Sleipustøð; hann eitur Vágarklettur, er um 20 t. stórur og av snotiligastu bátum. Við roynđarsiglingina vísti liann seg al gangn skjótari enn doktara- báturin »Medicus«. Eigari er J. F. Kjølbro. Útróðurin er eingin, her er bara illveður. Lilie, ið lá til her- fyri, mátli fara lil Onglands við 48 tonsum ; hon seldi fyri 2200 lstrl. og kom aftur týsmorgunin. Baldur Minnist til at vit altíð eru keyparar av føroyskum neytum, kálvum og skerpikjøli. Pengarnar fáa lit alt fyri eitt. SMÆRAN Oljuklæðir: Dansar, troyggjur, buksur, skjúrt, svinlur, sydvestar, fra k k a r, klæd n a se k k i r. Leðurskótoy: Arbeiðsstyvlar, gentu- og dreingjaskógvar. Arbeiðsklæðir: Buksur og jakkar. Ullintar buksur. C. C. JOHANSEN, telf 30

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.