Tímin


Tímin - 15.02.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 15.02.1946, Blaðsíða 1
gtmin UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. ! leyssølu: 15 oy. eintakið. NUMMAR 7 FRIGGJADAQIN 15. FEBRUAR 1946 4. ÁRGANQUR Meira ósemja á U. N. 0. fundinum Mánádagin var aflur lil um- røðu í London, skilið í Iudo- i nesiu. Hann, ið legði fyri, var Manuelski, umboðsmaður fyri Ukiainu, og hann varð dúgliga styðjaður av russiska umboðs- manninum Vishinsky. Manuel- ski legði harðliga eflir Onglandi og kravdi at óskilið har eysturi mátti halda uppat; tað var brot móti alheimsins lógum og mo- rali at Ongland nýtti japanskar hermenn til at kúga indonesiska fólkið við. Hálendska sljórnin hevði sent Tryggingarráðnum bræv, hvarí var sagl, at ráðið mátti ikki leggja seg úti indo- nesiska málið, tí 'samráðingar millum indonesarar og hálend- ingar fara fram í løtuni' og tykj- asl fara at enda við semju; til hetta svaraði Manuelski, aftur stýðjaður av Vishinsky, at tað var skilaleyst at hava eitt trygg- ingarráð, sum ikki skuldi leggja uppí eitt stríðsmál, sum hvørja løtu kundi bróta heimsfriðin; hann niinti hinar umboðsmenn- inar á gamla Fólkasambandið í Genóve, sum ikki vildi ella tordi at leggja uppí borgarakríggið í Spaniu, og helt at støðurnar tá og oú vóru ógviliga líkar. Hann kravdi tí, at ráðið dømdi ong- lendingar til at laka sínar her- menn burtur úr Indonesiu. Men sum fyrr, endaði hesin fundur úrslitaleysur, lá menn ikki høvdu hug at greiða at- kvøðu. Hann skuldi takast upp aftur seinri. • Himijur í Indiu Matarlrotið í Indiu lykist taka ein ringan enda, um ikki fyri- byggingararbeiði verður gjørt sum skjótast til at framleiða meira føðievni. Varakongurin, Wavel general- ur, hevur heitt á allar menn um at gera sílt til at halda hungurin burtur; hann hevur enritá sent boð eftir Gandhi um- framt Jinna, sum er førari mu- hatnedánara í Indiu, og biðið teir koma til samiáðingar við sær lil at eggja fólkinum til at arbeiða meira í landbúnaðinum, tí ley lykjast ikki vera so arbeiðshugað eftir eingilskari áheitan. Norðmenn krevja Jiægri fiskaprísir Norska stjórnin hevur selt nýggjar hámarksprísir á feskan íisk, men fiskimenn ern illa við og hótta við at leggja bátarnar, um teir ikki fáa bægri prís. Fáa leir ikki í minsta lagi 1 kr. 20 oyr. fyri kg av livandi fiski og 1 kr. fyri kg av deyðum, loysir tað seg ikki at fara frá landi. Tá vilja teir heldur krevja at fáa lønandi arbeiði á landi, um ikki ríkissljórnin broytir sína avgerð. Ríkissljórnin hevur annars av- gjørl at 80 pct. av fiskinum skulu flylasl út av landinum, meðan bert 20 pct. kunna selj- ast innanlands. Týskir kriggsfangar I Onglandi klaga bøndurnir úm-fólkatrot og siga, at váringin verður lítil, um ikki meira fólk verður setl lil jarðaarbeiði. Bún- aðarministarin svaraði aflur í einum radioboðskapi og uggaði eingilsku búnaðarmenninar við, at eingin grund var at stúra fyri fólkatroti, tí teir kundu fáa so nógvar týskar kríggsfangar, sum teimum tørvaði, til arbeiðis. Týsdagin fóru nógvir skipa- farmar av lýskum fangum úr Kanada yvir til Onglands at arbeiða í staðin fyri teir italsku fangarnar, sum langt síðan eru slopnirleysir og heimaftursendir. Trolararnir fingu fullan farm í fáar dagar á Senjabankunum í Noreg. Norð- búgvin, Leivur Øssursson og Vesturvarðiseldu fyri o. u. 10.500 pd. sterling hvør. Panting Tað verður her gjørl kunn- igl, at dómarin heyur góð- kenl at eflirstøður av kommu- nuskatli og kaminreinsan fyri juli og oktober arsfjórðingar 1945 og valngjald fyri 1945 og eldri eftirstøóur, sum áóur eru pantaðar til einkis verða innheintaðar við panling. Farlð verður undir pant- ingina ultan aðr'a ávaring tann 25. februar í ór. Tórshavnar býráð, tann 9. febr. 1946 Úr Klakksvík Utróðurin hevur ikki eyðnast væl enn, yvirhøvur er fiskiskap- urin lílil, tó'at roynl verður dugliga. Her eru úrslitini hjá nøkrum bátum, fyri árið 1945. Kvik.............. 165.000 - Royndin........... 139.720 lír. Gardar............ 104.301 - Thor.............. 96.902 - Arnvid............ 91.868 - Lovisa ............ 91.833 - Núpur............ 90,701 - Grunningur........ 88.849 - Nólsoyar Páll...... 82.217 - Sløðin....'......... 80.500 - Brimnes........... 79.000 - Sigurd............ 76.459 - Varpið............ 72.639 - Nevið............. 69.462 - Baldur. Føroyar í radio Sum vit ^søgdu frá seinast, skuldi norski blaðmaðurin Ing- var Molaug balda røðu um Før- oyar í norska radio mánakvøld- ið, men nú frætlisl, at hetta verður ikki fyrr enn 19. februar kl. 615. Egyptiskir studentar streika í Kairo, tí at Onglendingar ikki vilja fara úrlandinum; haraflrat hava teir kunngjørl at leir seta ikki sín fót á universitetið fyrr enn Onglendingar heldur tað orð, teir hava givið Iran og Egypt um at taka heimennirnar aftur so brált sum kríggið var endað. PERSÚNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER PERSÓNKOYRING TELF. 19 ELIESER NOLSØE Føroya Fólkaháskúli Summarskúli fyri gentur verður frá 1. mei lil ólavsøku. Tær, ið ætla sær á skúlan, kunnu søkja um styrk hjá amtinum innan 15. mars. Nærri frágreiðing hjá Jóhannesi av Skarði, tlf. 243 Summartíð Onglendingar byrja við vanlig- ari summartíð 14. apríl og flyla klokkuna tá ein tíma fram. Vit hava kríggsárini, helst *v eingilskum krøvum, havt sum- marlíð her á'landi og mest du- pulta summarlíð; tá klokkan er sett tveir tímar fram er tó mest sum ov nógv av lí góða, men ein tíma man teimum flestu dáma væl al fáa -flylt klokkuna fram um summarið. Her varjú eingin lóg um summarlíð undan kríg- num, men nú tá vit eru von at nýta summarlíð, rokna vist tey flestu við at løgtingið selur sum- martíð eisini í ár. S.S ama' fer næstu ferð úr Leith til Føroyar 22. febr. 1946 P.f Skipafelagið Føroyar Aðalfundur verður hildin í Klubbanum (í lítla sali) týsdagin tann 5. mars 1946 kl. 8. s.p. Fcerøernes Købmandsforening

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.