Tímin


Tímin - 21.02.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 21.02.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 8 HÓSDAGIN 21. FEBRUAR 1946 4. ÁRGANGUR Johannes V. Jensen NORNAGESTUR Týtt hevur Tróndur Olsen Iíeypmannahavn 1944 Hesa bók Johannes V. Jen- sens, sum mangir føroyingar kenna, um fornnorrønu søgu- kempuna Nornagest, lieldur onkur vera óneyðugl al týða til føroyskt mál, tá ið đanskt og føroyskt eru so nær skyld, at vit lættliga fáa fulla nyttu úr lí vit lesa á donskum, men tað er ikki beint; Trónđur Olsen bevur við hesari týðing bøtt væl um Jobannes V. Jensens verk, við sínum óvanliga vakra málið, sum lað er ein frøi at lesa, so sørt fyri óneyðug nýsmíðað orð, sum annars mong føroysk bókin verður lýtt av. Søgan sjálv er ein roynd til at lýsa Nornagest, vallaran, sum livdu tey mongu túsund ár og fylgđu við norrønu tjóðini inntil bon var komin til manns á døgum Ólav Trygvas- sonar. Tá hevði hann verið so víða um og hevði sæð so mangt, at honum lysti ikki at flakka longur; tí fekk Ólavur kongur honum lívsljósið aftur, sum hann hevði mist burtur, so at hann kundi sleppa higani, sum sagt er í kvæði okkara. Johan- nes V. Jensen bevur sjálvandi eina eitt sindur øðrvísi søgu í síni bók. Føroyingum man bókin søg- uliga so væl sum málsliga falla væl. Hon fæst í bókahandlinum og kostar 12 kr. Gudstænastur Fríggjakv. kl. 8 verður skóta- gudstænasta í Havnar kirkju. 011 eru vælkomin. Sexagesima sunnudag præd- ikar Joensen prestur í Havnar kirkju. Talvan gongur fyri kirkjuna. Generalstreika i íslandi? Løgtingsskrivstovan hevur 16. februar móttikið soljóðandi tele- gram frá Peter Wigelund, formanni Føroyingafelagsins, Reykjavík: »Fraraader Føroyingar at komme lil Island med »Dron- ning Alexandrine« denne Gang grundet evenluel Gene- raistrejke her.« Dánjai Petur i Gomlustovu í Sumba Fyri tveimum vikum síðan doyði elsli sumbingur, Dánjal Petur í Gomlustovu, 91 ára gamal. Hann var ikki einasli av øettini, ið sleit so bøgan aldur, pápi hansara, gamli Ilans Petur, doyði 90 ára gamal í 1919. Dánjal Petur fesli Gomlustovu- garð eftir pápa sfn í 1879 og sat við honum enn, nú hann doyði; við besum 67 árum man hann liava sitið eina longst við festi. Hann var ein ovurhonds søgu- fróður maður (eins og hansara yngri bygdarmaður Dánjal í Kálgarði, ið nú er 86 ár), sum sjálvur var livandi søga, tí hann livdi við teimum undanfarnu í leírra lív og virki og ikki minst tá ið lalan var um roysni, ið fyrr vóru útinnt, tá var bann altíð fúsur at vísa, at ættin var einki viknað; hansara søgubugur var ikki bert gloypanđi øllum; nei, hann tók søguna, sum fedr- arnir bøvdu sagt hana, og síðan legði hann sínar atfinningar og frágreiðingar til, tó utlan at dylja minsta sindur av lí upp- runaligu søguni, sum livað hevði í øldir, so al allíð var skil og frøði í hansara frásagn- um. Tó at nógv er skrivað upp ella livir í minninum bjá hans- ara bygdarmonnum, er einki at ivast í, at nógv fór í grøvina við honum, sum kundi bavt bæði ættarligan og mentanarligan týđning fyri okkara tjóð. Sum við so mongum av teim gomlu, sum nú eru við at hvørva, var Dánjal Petur klárur til tað síðsta, og hann hevði óivað Iivað mong ár enn, um ikki broklc hevði tikið honum so meint, sum tað bevur tikið so mongum av teim- um gomlu, ið ikki lívdu sær, men tóku mangt takið av ovur- huga. Umframt sín kunnleika í søgu bevði bann góðan kvæða- bug og dugdi hópin av kvæð- um. Soleiðis kann nevnasl, at í Kvæðabók V, sum J. Paturs- son gav úl í fjør, er nýtt eiu uppskrifl av Teistans kvæði (Tostans tættum) eftir Dánjal Petur; lielta kvæðið hevði bann á ungum árum lært av einum gomlum sumbingi, men hann kundi eisini greiða frá, livør ið hevði dugað tað frammanundan honum líka lil um 1770, so at harav sæst, at hetla kvæðið bevur livað munn av munni frá yrkjaranum fleiri bundrað ár herfyri til dagin í dag. Fyri Sumbiarbygd, har søgu- ansurin livir enn, er stórur saknur, nú hann er farin, tí bann var ein sannur umboðs- maður fyri eina tíð, sum nú er horvin með alla; við sínum søgufrøði hevur Gomlustovu- bóndin lagt mongum manni eina góða grund undir skiljan og metan av tí farnu líð og henn- ara Iívshátti, sum annars bevði verið illt at fingið fatur á. Sumbingur Skótaliðið 20 ár 9. februar helt Skótalið Sig- mund Brestissonar veitslu. Tá vóru liðin 20 ár síðan liðið var stovnað. Henda samkoma var ein hóskandi endi á teimum 20 árunum; so siðiligur og frynt- ligur sum skótarnir hava verið, so vøkur og hugtakandi var bon frá fyrst til síðst. Vit ynskja teimum góða eydnu at balda fram á sama hátl í komandi árum. Hjet- #b viðskera- frarasýniny Sunnudagin hevði Smæran framsýning í kjøtdeildini, sum varð upplatin av nýggjum mána- dagin. Hon bevur fingið nýggjar maskinir og mann úr Danmark til al handfara kjøt til viðskera, pylsur og tílíkt. Har var ein ovurhonds nøgd av øllum tílík- um, ið annars verður llutt inn í tilgjørdum standi, Iog alt var setl fram so nossliga í teimum sl^ínandi reinu rúmunum at PGRSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER fólk fekk glúpandi matarlyst beinanvegin. Ymis sløg av salati, roykt kjøt, ílesk og álur og ikki minst tað smurda breyðið fekk vatnið at renna úr tonnunum. Síggjast kundu eisini tey ymsu nýggju amboðini til tilgerðina, sum knoðumaskinir, pylsufyll- ari og roykiovnur. Vit ynskja teimum eydnu við hesum tiltaki at fáa ein part av kjøt- og viðskeraídnaðinum liigar til lands. fyrsti D. N. 0. fundurin endaði kl. 10 seinasta leygar- kvøld, og skal tann næsti verða hilđin í New York í mai mánaða. Eingilsk tíðindi hava ikki baft nógv álit á semjuni innanfundar, tí tey løgdu undrandi við, al fundurin endaði í frøi, meðan Bevin og Vishinsky smíltist vin- arliga og klappaðu hvørjum øðrum á herðarnar. Fyrr um dagin fórVishinsky illa við Ong- landi og Frankaríki fyri teirra handfaring av S}'riu og Libanon; tá ið so Amerika kom við ein- um semingaruppskoti, noktaði hann at geva atkvøðu, so at tað fall; hann kravdi í minsta lagi, at eingilsku og fronsku her- menninir fóru av stað. Fyri fyrsl fara nú allir heim og »nýggjar brandar' at gløða« til alheimsfriðin. MATVØRUR: Smør, egg, oslur, ílesk, speygipylsa, kjøtpylsa, medistarpylsa, saltkjøt, kjøtkonserves, fiskakonserves, oksakjøt í fjóróingum. Allar vanligar matvørur. OLJUKLÆÐIR: Dansar, troyggjur, buksur, skjúrt, svintur, sydvestar, klædnasekkir. Eisini svartir frakkar. \ — ARBEIÐSKLÆÐIR — SKÓTOY — FISKIREIÐSKAPUR — LØDDAR PATRÓNIR C. C. JOHANSEN, ta/.io

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.