Tímin


Tímin - 28.03.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 28.03.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr, eintakið. NUMMAR 13 HÓSDAQIN 28. MARS 1946 4. ÁRGANGUR Koppseting ímóti tuberklum Farið verður nú undir at koppseta móti tuberklum í Før- oyum. Tveir spurningar verða fyrsl at greiða: 1. Er nakar vandi við kopp- sctingini ? 2. Verjir koppselingin ímóti tuberklasjúku ? Til henda fyrsta spurningin er at siga, at tað avgjørt eingin vandi er við koppsetingini. Vac- cinan verður við einaii fínari nál sett inn ímillum løgini í sjálvari húðini á aðrari øxlini. Tað sæsl so einki aftur fyrr enn um einar 3 vikur, tá kemur ein reyður bleltur og nppaflur seini i ein skruva, sum ein lítil koppur við vanligari koppseting. Hend- inga fólk kann tó fáa ein lítlan svull, sum tó einki hevur uppá seg. Til bin spurningin — um kopp- selingin verjir móti tuberlda- sjúlui — er at siga, at koppsel- ingin er ógvuliga nógv nýtl í teimum seinaslu árunum, og at leir menn, ið hava gjørt tær slóru royndirnar, ikki ivast í, at koppsetingin verjir ímóli sjúk- uni. I Danmark er koppselingin nógv nýlt nú, og eg kann nevna, al hvør einasti ósmiltaður her- maður í Danmark verður kopp- seltur móli tuberklum. Annars eru teir beinl í besum døgum farnir undir at koppseta øll ósmittaði, ung fólk í tí slóra býnum København. Koppsett verða bert fólk, ið eru ósmittaði frammanundan (liava »minus«). Tuberkulin- roynd verður gjørd so nær sum gjørligl frammanundan koppsel- ingini (verður »pirkað«). Lækn- in verður við í ferðini, bæði tá ið »pirkað« verðurogláið kopp- sett verður, so har fáast allar frágreiðingar. Eg fari undir Yág- oynna ein av teim fyrstu døg- unum, tí vaccinan keniur fyrstu ferð um t. 7. apríl. Ætlanin er at koppseta øll ósmittaði fólk frá 7 ára aldri og uppeftir. Tað ræður um, at øll eru koppsell áðrenn tey fara úl í lívið. Smærri børn verða kopp- sett har tuherldar eru um vegir. Sjálvt nýføðingar kunna kopp- setast so væl stim eldri børn. Meginparturin av skipsfólk- inum slapp líverri burtur, áðr* enn koppsetl varð, men vaccinan verjir seg so stutt, at bon ikki hevur fingist so leingi skipasam- bandið hevur verið óregluligt, men nú verður betri. Hoydalar, t. 19. mars 1946. Vilh. Magriussen Tryggligarrái U. N. O.’s heldur fund Fyrsti fundur U. N. O.’s í Amerika varð liildin í New York mánadagin. Forsæti á fundinum var kinamaðurin Wellington Koo, sum helt eina vakra røðu um tað stóra mál, ið Tryggingar- ráðið bevði: at skapa frið tjóð- anna millum vió at rudda burtur allar misskiljiugar og evnir, ið kundu skapa illstøðu. Aftaná bann bell Byrnes eina enn fagr- ari røðu, og honum fylgdu fleiri aðrir góðir menn, sum eisini søgdu mong góð orð. Tá allar hesar vígslurøður vóru hildnar, kom Byrnes fram við klaguni frá iransku sljórnini um alburð Russaranna í Iran. Undan fundinum hevði Iran sagt frá, at russisku hermenn- inir fóru nú úr landinum, og soleiðis var grundarlagið tikið undan klaguni. Russiski um- boðsmaðurin, Gromiko, segði eisini frá, at bansara landsmenn fluttu nú burlur og roknaðu við, at hava flytingina endaða um 5—6 vikur. Tá iransku og russisku stjórnirnar nú hildu samráðingar í løtuni, helt hann, at besl var at steðga við klaguni eina tíð, so at belur líkindi vóru fyri at skilja allar partar. Hetla vildu Onglendingar og Ameri- kanarar ikki ganga við til; teir vildu ikki bíða longur enn 24 límar, og sakin skuldi fyri týs- dagin. Samtíðis kravdu leir av Iran at sagt varð, hvørjar treytir Russurin hevði lagt á fyri al fara út við herinum. Týsdagin var. so málið upp- aftur tikið; tá setti Gromiko uppskol fram um at strúka tað av dagsskránni, tí eingin grund var lil aj viðgera tað longur. Hertil svaraðu Onglendingar og Amerikanarar, at málið knndi ikki skúgvast burtur, fyrr enn Iran hevði havt orðið og greitt frá, hvat lað hevði klagað um. Síðan var atkvølt um russiska uppskotið, men tað fall fyri 9 atkv. móti 2. Pólland var ein- asta land, ið helt við Russlandi. Gromiko segði so Tryggingar- ráðnum frá, at hann ongan fund kundi koma til, har Iranspurn- ingurin var viðgjørdur, fyrrenn 10. apríl, tí lá ætlast tær russisk- iransku samráðingarnar at vera enđaðar. Til at kanna eftir um Gromiko hevur loyvi til at gera so, varð sett ein trímannanevnd, Frankaríki, U. S. A. og Russ- land, sum skuiđi bava eina av- gerð lidna til fundin seint í gjárkvøldi. Iranski sendimaðurin í U.S. A. hevur fingið fullmakt frá sljórn síni lil al bera fram á fundi eitl bvassl mólmæli móti russisku berselanini í Norður-Iran, og hálendski umboósmaðurin í Tryggingarráðnum hevur selt uppskot fram um at bjóða hon- um at halda røðu á fundi, so at allir Iimirnir kunna hoyra hansara søgu. fir Klakksvík Utróðurin gevur ógvuliga ym- ist úrslit, og man atvoldin helst vera agnið, lá summir nýla gamla sild og aðrir feska. Fugl- flrðingar, ið avreiða her, fáa frá 7000—9000 pund á bát, meðan Klakksvíkingar liggja frá 800— 6000 pd. Mánadagin fingu so- leióis 5 bálar úr Fuglafirði 20 tons og 18 Klakksvíksbálar 26 tons. Skip úr Fuglafirði liggur lil 11 ú. Úr íslandi eru einstøk skip afturkomin og farin til Onglands við veiðuni. Allantsfarið kom fríggjakvøldið, tað hevði fingið 9.500 fiskar (o. u. 850 kassar) og lók bátafisk biðani aftrat. Sigur- farið hevði 6000. Fimm Systrar og Norðlýsið ern farin lil Ong- lands við bátafiski. Skálaberg er enn lil umvæl- ingar í Onglandi, men verður liðugur um eina vilcu. Sunnudagin verður íimleika- framsýning, Eitl kvinnulið og eitl mannslið. Tó at líkindini hava verið ring fyri venjing í vetur, skulu hesi bæói liðini korlini kappast móli Havnar Fimleikafelag sunnudagin 7. apríl í Klakksvík. Baldur Gudstænastur Miðføslusunnudag verður lest- ur lisin í Ilavnar kirkju. Sama sunnudag prædikar Jo- ensen preslur í Nólsoyar kirkju. PERSÓNKOYBING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER Lastbilkoyring telf. 457.. 455 Minnist til at tað besta málingar- arbeiði táa tit hjá Chr. Guttesen Hin almenna ársroynđtn t Tórshavnar kommunuskúla verður: Hin skrivliga royndin byrjar bósdagin hin 4. apríl og hin munniiga royndin byrjar lýs- dagin bin 9. apríl. Tey foreldur ella verjar, sum ikki lata sk’úlaskyldugu børn síni ganga f nakran skúla, bar sum fyriskipað roynd verður hildin, liava ta skyldu at lala tey koma at verða hoyrd við ársroyndina í kommunuskúlanum. Til at vera til steðar við ársroyndina verða boðin for- eldrini at børnunum ella verj- arnir og líkaleiðis øll tey, ið hava áhuga fyri skúlanum. í 1., 2. og 3. klassa verða nýggj børn innmeldað fríggja- dagin 5. aprfl kl. 12 í skúl- anum. Tey mugu hava koppa- scðil við. Tey foreldur, ið ætla at lato børn kommunuskúlan í komandi skúlaári, mega melda tey til skúlan beinon vegin, og tey børn, ið vilja verða tikin upp í hægri klassar, mega verða roynd saman við hinum børnunum í skúlanum. Tórshavn, 26. niars 1946. V. s. J. Joensen

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.