Tímin


Tímin - 11.04.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 11.04.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 15 HÓSDAGIN 11. APRÍL 1946 4. ÁRGANGUR Hans Kamban 8. mars 1879 — 1. apríl 1946 Hann var føddur í Skúvoj', elsti sonur Jens Jensen, bónda. Her aldisl hann upp við Føroyingsins fjølbroytta lív ó sjógv og landi, sum tað var fyri fimti—seksti áruni síðan. Á hesi fuglaríku oyggj, hrimpláss fiam um tey flestu við streyminum herandi í klettin, kom hann til manns. Her vandist liann til slarv í bø og í haga, í hergi og á liavi, her løgdu kvæði, vísur og søgur tað mentunarliga støði, sum hann slóð faslur á alt lívið. Ungur fór liann til Danmark- ar, fyrsl á háskúla, síðan á bóndagarð at gera seg kunnigan við jarðabrúk, hann var jú borin til garð. Men tá ið hann kom heim aftur lil Føroya fór liann í lær- araskúlan, og Iærarastarvið var lívsgerningur hansara. 27 ára gamal tólc hann prógv, og eflir tað liann eina líð hevði verið lærari í heimbygd sfni, kom hann til Havnar skúla, lnir hann starvaðist lil hann fyri einum trimum árum síðan fór frá fyri sjúku. Her giflist hann við Mariu Ziska, og livdu tey hjúnini við hørnum lukkuliga fyrsl í leig- aðum bústað, síðan í egnum húsi við Skansavegin. Hugin til jørðina misli liann aldri; lá ið so fiægt veður var, baksaði hann á trøðni, skilagóður og íðin, og vóru tað kanska liesar starvs- løtur við mold og vøkstir, sum hann saknaði mest, nú sjúka t«y seinni árini legði hann meira inni, enn liugur liansara stóð til. Skald var hann. Ikki so, at eftir hann liggja yrkingasøvn ella stakar yrkingar, men skalda- gávurnar átti hann. Tað ríka ungdómsltvið heima í Skúvoy, vandaferðirnar í hjørgunum og á havi, kvæðini og søgurnar birtu í honum eina dýrmetla mynd av Føroyum og Føroya fólki, eina mynd, sum hann kendi seg so ríkan av, at hann rnátti veita øðrum part í henni. So varð lað til søgu í barna- bókum og í Varðanum, sum glett hava ung so væl sum gomul. Men heslur var liann við lí livandi orðinum, fáur gekk honum nær sum søgusig- ari, sum røðari og vertskaps- maður. Og søgutímarnir í skúl- anum, tá ið hann legói bókina frá sær og sjálvur greiddi frá við rámandi orðum, sum skyld- skapur og djúp fatan av fornum ættum legði honum í munnin, vóru merkisslundir, sum næm- ingar hansara í -Havnar kom- munuskúla aldri gloyma. Nútíðin við sínari mekanikk og sínum spjaðandi og javnandi anda fekk ikki spjatl liann. Hann slóð fastur og andliga heilur enn sum áður, nú sjúka breyl likamið niður. Vit, sum hava kent hann, yngri og eldri, bera honum løkk fyri tað Ijóssinni, lann søgukærleika og ta føstu trúgv uppá, at dygdir at endanum vinna og óđygdir mugu dvína, ta grundarlinjuna sum liann bar í barmi sínum og dugdi at hirta í onnur. Heiðrað verður minni hansara. Rikard Long tr býráðnum 9. april 1946 Eftir tilráðing frá leknisku nevndini varð samtyld al fara undir at byggja tvinni sethús við 13 leyligheilum lil at lætla um núverandi húsaneyð. Ar- beiðió av húsunum verður hein- an vegin útboðið. Har sum hús- ini skula vera, skal altfyri eitl gerast 100 m av 3,5 m breiðum vegi frá Jónas Broncks gøtu og yvir móti trøð Poul Jensens. Til plássið sum landinpektørur var komið inn ein umsókn úr Danmark. Tá líðarfreistin ikki var úli enn, varð samtykt at bfða við setanini, tí fleiri um- sóknir kundu koma. Tórgarð helt tað ikki vera heilt beint, at plássið var lýst bert í Danmark og ikki í Føroyum. Hann vóu- aði at hýráðið kom ikki her- eftir al nýta lann løgna sið, sum t. d. verkfrøðingarstova løg- lingsins lievði nýlt, tá hon skuldi sela 3 landmálarar (ingeniørar), at hon )}'sti plássini hert í Dan- mark og Noreg, við tí úrsliti at umsóknir frá 3 fullkønum før- oyingum komu úr Danmark, men teir fingu til svar, at skriv- stovan hevði longu fingið 4 norðmenn. Býráðsformaðurin segði, at atvoldin lil al lýsl var í Danmark var lann, at við eft- irkannan lievði býráðið fingið at vita, at bert ein føroyingur var landinsjiektørur og honum var boðið jilássið, men hann kundi tíverri ikki koma. Havnar Hornorkestur, sum hevði søkt um sludning til skúla fyri hornblásarar, fekk 800 kr. fyri 1946. Frá Løgtingsskrivslovuni kom bræv sum segði, al kommunan fekk frá tinginum, sum sludn- ing til ymsar nýgjørdar vegir 29.446 kr. Bræv frá Búnaðai ráðnum segði at umsóknin frá Chr. Holm-Jacobsen fyri eitl jiarta- felag um grundstykki uppi á Glasheyggi kundi ikki jáltast, If al Ráðið lievði ællað al nýta tað li 1 sín sjálvs til ymis almenn hús. Tórgarð ráddi til al málið fór aftur í nevnd lil al viðgerast av nýggjum, lá benda umsóknin trongdi lil at verða franid, tí umsølda nýtsla av stykkinum hevði størri lýdning fyri býin, enn lann ætlan Búnaðarráðið hevði við tí. Ætlanin er at byggja stórt nýmótans hotel bar. Tekniska nevndin fekk upp í hendi at fyrireikað framhald av gerð av Oyggjarvegnum beinan- vegin. Fyri fyrst eru pengar til- reiðar lil 2000 m. Kommunan skal seta bús upp lil arbeiðs- fólkið, og lýst skal verða eftir 2 formonnum og 40 arbeiðsmonn- um. Arbeiðið skal gerast fyri rokning kommunurnar og ikki verða úlboðið. Løgtingið saniankaliað Vil hava frætt, at lingið skal koma saman 24. apríl. PGRSÓNKOYRING Vognur fæst á náttartíð TELEFON 216 ' HUQO ØSTER - Trolarar keyptir Føroyatíðindi sigur frá at Elitli Godlfred o. fl. í Vági hava keypt ein trolara, og A. T. o. fl. á Tvøroyri ein. Ikki er nevnt hvaðan, men helst man tað vera úr Danmark. tr Rlakksvík Utróður hevur eingin verið f fleiri dagar fyri illveðri; men týsdagin viðraði so frægt, at bát- arnir fóru út aflur. í mars mánað feklc Kvik, sum var besti báturin, 71 tons. Nú eru teir farnir undir at seta ekkolodd í liann. Næslbesti bát- urin var Líðarenni, hann hevði 52 tons. Viðoy liggur í Hull við motor- skaða. Úr íslandi eru komin Esther við 300 ks. og Carlton við 500. Skálaherg eigur at koma aftur um miðjan mánaðan av um- vøling í Onglandi. J. F. Kjølbro og Ewald Iíjøl- bro, sum eru í Onglandi, hava sett slóran trolara í gerð har. Hann.er 185 ft. langur og skal verða liðugur næsta ár. Baldur s.s Smirils ferðaætlan verður um páskirnar broytt soleiðis: Farið verður úr Tórshavn skírhósdag kl. 1 til Vágs—Tvøroyrar og norður aftur til Tórshavnar sama dag. Langafríggjadag verður ikki siglt. Annars verður sigll eftir ferðaætlanini, lil Suðuroyar 2. páska- dag og norður aftur týsdagin. Smirils administrator Konsept Havnar Sangfelags verður uppafturtikin hóskvøldið 11. apríl kl. 8 s. p. í Sjónleikarhúsinum. — Atgongtimerki fyri 2 kr. verða at fáa íkioskini á Vaglinum og í H. N. Jacobsens Bókahandli sama dag frá kl. 12.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.