Tímin


Tímin - 18.04.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 18.04.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURDSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 16 HÓSDAGIN 18. APRÍL 1946 4. ÁRGANQUR Koncertin Tað er væl so, at vit borgarar eru góðir vió okkara bý og unna honuni ta.ð besta í øllum lutum: vælsland, dygdir og vakurleika. Tó kann ikki noktast, at ofta er torført at fáa eyga á dygd- irnar og vakurleikan. Um allan heimin verður denlur lagdur á at gera tey sløð, har konceilir fara fram, so vøkur og hugnalig sum gjørligl. — Men hesi neyðars Iræhús — Sjónleikaihúsið — hava vil ongatíð verið fegin yvir. Her- menninir royndu at hampa um tað, málaðu lað í vøkrum litum og hongdu upp vøkur tjøld; men nú er málingin kámað av sløvi og øðrum, og tjøldini eru nú teir beru kloddar. Kemur ein at sila á fremsla beinki, sæsl beinl niður í eilt svart hol, slikað við grovum hegnlráði — hetla er hitaverkið — hvar er vakuileikin, ið skal sela okkum í slemning? — Uttanfyri á tak- inum og í vindeygum hoyrist larmur og skiamlan frá teimum, ið royna at kaga inn. Koncertin var góð. Manna- kórið sang ógvuliga væl. Eilt dygdargotl arbeiði var her gjørt bæði av sangarum og stjóra. Sangararnir stóðu ikki við bók- ini framman fyri sær, men ans- aðu væl eftir taktsprotanum, og røddirnar harmoneraðu sera væl. Egaliletin var góð; sjálvandi kundi meira verið drivið á tóna- venjan. Har vóru nógvir heilt góðir kórsangarar. Eitt er, ið kundf verið at funnist at, og tað er betóningin, ið ikki altíð var líka góð. Rylman virkar ikki bert á orðini — al skandera rætt — men rylman fremur eisini musikksins eyðkenni — tað, ið tungt er og lælt. Skal eg nevna nakað av tí, ið sungið varð, verður lað »Et Bondbrðllop«, ið er ein av Au- gusl Sødermanns fínastu fólka- lívsmyndum, ið var sjáldsama væl súngÍð. Spell var, at solist- urin, ió sang soloparlin av sang- inum »Utróórarmaðurin«, var indisponeraður vegna influensu. Kórið var væl samstemmað, og einsangarin hevði stórt hegni til at føra orðini yndisliga fram. Blandað kór sang nógvar av sínum sangum heiit væl, og vil eg serslakliga taka fram Harl- manns vøgguvísu, J. Dahls vár- sang og Gades morgunsang »1 Østen stiger Solen op«. Øllgleddust vil at hoyra barna- kórini, ið tveir av okkara lær- arum høvdu fingið í lag. Hetta var berl ein byrjan, og halda teir fram, sum vit øll vóna, verða kórini at endanum góð. Stuttligt var'at síggja hesi glaðu harnaandlitini. Sjálvur haldi eg, at ein kon- cert ikki eigur at vara longur enn ein lil hálvanannan tíma, og at barnakoncertir eiga at vera fyri seg sjálvan. Vit hoyra í okkara tíð so nógv um at byggja upp landið, og vit mega ikki gloyma, at tað ikki bert er í vinnulívinum, vit eiga at sýna, hval vit eru verdir. Sangkór okkara vísti á Ólav- søku, tá tað sang løglingskantat- una, at tað stendur javnbjóðis hinar norðanlanda tjóðirnar; og tíðin er komin hjá føroyingum al fara út al sýna, hvat leir duga, fyri øðrum tjóðum. — Tað sama er galdandi fyri okkara íimleik- arar. Tórshavn, 16. apríl 1946. J. Waagstein. Landsfelagsskapur fiskivinnuni til frama eitur bóklingur, 16síður á stødd, sum Føroya Fiskimannafelag hevur givið út. Ætlanin við hesum bóklingi er at vísa á, hvussu lítið vil geva okkum far um, hvat okkara størsta vinnu- vegi tørvar. Sagt verður har, at øll okkara grannalond hava fyri langt síðan stovnað feløg, sum, leys frá øllum politiskum stríði og stættarklandri, einans hugsa um tað, sum kann vera fiski- vinnuni at gagni. Mest heldur høvundin seg til íslands sum fyrimynd; har slovn- aðu menn í 1911 Fiskifólag ís- lands. Hetta felag hevur til enda- máls »at styðja a,lt tað, sum verða kann til frama og umbót- ar fiskivinnunnar f íslandi, so hon kann verða sum úrslitamesl landinum sum heild«. Av tí, sum hetta felag hevur avrikað av mentanarmálum, verður nevnt mánaðarblaðið »Ægir«, sum nú er 32 ára gamalt, Fiski- mannaálmanakki o. m. o. Eisini hevur felagið stovnað bókasavn í Reykjavík fyri fiski- skap ogfiskaídnað. Harumframt hevur lað hildið námskeið um alt landið í stýrimannafrøði, motorfrøði og nelgerð. Til at seta saman orð, sum nýtilig kunna vera hjá íslendingum við undirvísingina í teim ymsu giein- unum við fiskivinnuna, hevur felagið sett lærdan mann. Eitt laðfyrsta felagiðfór undir, var at senda mann runt um landið til at stuðla fólk lil fram- lakssemi í fiskiskapi og fiska- ídnað. Hesum manni løntifelagið, og seinri settu teir ein tílíkan mann í hvørjum landsfjórðingi, men sendimannin ultanlands letur ríkisstjórnin meginparlin av lønini til. At vísindarligar rannsóknir hava ovurstóran týdning hjá fiskivinnuni, hevur hetta felag sæð líðliga. Tí fingu leir sær mann við danska rannsóknar- skipinum »Danu«. Seinri hevur felagið hildið Iveir ungar menn á skúla, so at teir nú eru full- kønir í fiskafrøði, og kann ís- land lí byggja sín fiskaídnað á tær rannsóknir,sum hesir menn hava gjørl. Til alt tað vísindar- liga arbeiðið eru stór hús bygd f Reykjavík. Til al fáa eitl gott yvirlit yvir út- og innflutning, hevur felagið hvønn mánað kunngiørt í »Ægir« mongdina av út- og innflulning- inum. Onnur mál, sum felagið hevur likið uppá seg, heill ella partvís, eru: Bjargingarmál, vanlukku- liyggingaimðl, samferðslumál, samvinnumál til felagsinnkeyp, sjómarksverjumál og havrann- sóknarmál. At hetta er eitt mál, sum allir ræltir Føroyingar mugu hugsa um, er eyðsæð. Vit hava líverri alt ov lítlan hug lil al arbeiða í felag, men tað mugu vit venja okkum lil, um endin ikki skal verða, sum høvundin sigur: »Eitt er ló vist og ivaleyst. Verður einki gjørt hesum málum viðvíkjandi, og vit berl halda áfram við at flyta út rávørur og keypa inn lilgjørdar vørur úr tf lilfari, vit sjálvir veiða, glíða vinnuvegir okkara so við og við úl til bert al vera í tænastu annara. Her verða ikki arbeiðs- líkindi fyri okkara besla ung- fólk, so tað má søkja út í onnur lond al leila sær livibreyð.« Vónandi fara fyrst og fremst teir, sum beinleiðis hava við fiskivinnuna at gera,at taka sær um reiggj og stovna ein lílíkan felagsskap, sum í hesum bók- lingi er umrøddur. PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30. Lastbilkoyring telf. 457*455 374 Persónvognur Býráðsskrivstovan er stongd páska- aftan Skipaferðslan Fríggjakvøldið kom Baranda úr Leith. Leygardagin var Grøn- landsskipið Sværdfisken á Havn- ini; hon var á veg til Grønlands, har hon skal vera hvalaveiði- støð fvri hvalabálin Sonju. Sama dag kom Grenen við farmi av handilsløðum lil Landshandilin. Mánadagin korn Drotningin úr íslandi og fór til Københavnar um kvøldið; hópur av ferðafólki fór við. Týsdagin kom Vilma úr Fleetwood og fór sama kvøldið lil íslands. Týskvøldið kom Tjaldrið úr København. Gudstænasta Skírhósdag og langafríggjadag verður leslur lisin í Havnar kirkju.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.