Tímin


Tímin - 18.04.1946, Qupperneq 1

Tímin - 18.04.1946, Qupperneq 1
NUMMAR 16 UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssøiu: 15 oyr. eintakið. HÓSDAfflN 18. APRÍL 1946 4. ÁRGANGUR Konceriin Tað er væl so, at vit borgarar eru góðii' við okkara bý og unna honum tað besta í øllum lutum: vælsland, dygdir og vakurleika. Tó kann ikki noktast, at ofta er torført al fáa eyga á dygd- irnar og vakurleikan. Um allan heimin verður denlur lagdui' á at gera tey sløð, har koncerlir fara fram, so vøkur og hugualig sum gjørligt. — Men besi neyðars træhós — Sjónleikarhúsið — hava vil ongalíð verið fegin yvir. Her- menninir royndu at bampa um tað, málaðu lað í vøkrum litum og liongdu upp vøkur tjøld; men nú er málingin kámað av sløvi og øðrum, og tjøldini eru nú teir beru kloddar. Kemur ein al sita á fremsla beinki, sæsl beint niður í eilt svart bol, slikað við grovum hegnlráði — hetla er hitaverkið — hvar er vakurleikin, ið skal sela okkum í stemning? — Uttanfyri á tak- inum og í vindeygum hoyrist larmur og skramlan frá teimum, ið royna al kaga inn. Koncertin var góð. Manna- kórið sang ógvuliga væl. Eitt dygdargott arbeiði var her gjørt bæði av sangarnm og stjóra. Sangararnir stóðu ikki við bók- ini framman fyri sær, men ans- aðu væl eftir taktsprotanum, og røddirnar harmoneraðu sera væl. Egalitetin var góð; sjálvandi kundi meira verið drivið á tóna- venjan. Har vóru nógvir heilt góðir kórsangarar. Eitt er, ið kundt verið al funnist at, og tað er betóningin, ið ikki altíð var líka góð. Rytman virkar ikki berl á orðini — at skandera rætt — men rytman fremur eisini musikksins eyðkenni — tað, ið tungt er og lælt. Skal eg nevna nakað av tí, ið sungið varð, verður lað »Et Bondbrðllopo, ið er ein av Au- gust Sødermanns fínastu fólka- lívsmyndum, ið var sjáldsama væl sungið. Spell var, at solist- urin, ið sang solopartin av sang- inum »Utróðrarmaðurin«, var indisponeraður vegna influensu. Kórið var væl samstemmað, og einsangarin bevði stórt hegni til at føra orðini yndisliga fram. Blandað kór sang nógvar av sínum sangum heilt væl, og vil eg serstakliga taka fram Hart- manns vøgguvísu, J. Dahls vár- sang og Gades morgunsang »1 Østen stiger Solen op«. Øllgleddusl vil at hoyra barna- kórini, ið tveir av okkara lær- arum høvdu fingið I lag. Hetta var berl ein byrjan, og halđa teir fram, sum vit øll vóna, verða kórini at endanum góð. Slultligt var at síggja hesi glaðu barnaandlitini. Sjálvur baldi eg, at ein kon- cert ikki eigur at vara longur enn ein til bálvanannan tíma, og at barnakoncertir eiga at vera fyri seg sjálvan. Vit boyra í okkara tíð so nógv um at byggja upp landið, og vit mega ikki gloyma, at lað ikki bert er I vinnulívinum, vit eiga at sýna, hval vit eru verđir. Sangkór okkara vísti á Ólav- søku, tá lað sang løglingskantat- una, at tað stendur javnbjóðis hinar norðanlanda tjóðirnar; og tíðin er komin hjá føroyingum al fara út al sýna, hvat leir duga, fyri øðrum tjóðum. — Tað sama er galđandi fyri okkara fimleik- arar. Tórshavn, 16. apríl 1946. J. Waagstein. Landsfelagsskapur fiskivinnuni til frama eitur bóklingur, 16 síður á stødd, sum Føroya Fiskimannafelag bevur givið út. Ætlanin við hesum bóklingi er at vísa á, hvussu lílið vit geva okkum far um, bvat okkara størsta vinnu- vegi tørvar. Sagt verður har, at øll okkara grannalond hava fyri langt síðan stovnað feløg, sum, leys frá øllum politiskum stríði og stættarklandri, einans hugsa um tað, sum kann vera fiski- vinnuni al gagni. Mest heldur bøvundin seg til íslands sum fyrimynd; har slovn- aðu menn f 1911 Fiskifólag ís- lanđs. Hetla felag hevur lil enda- máls »at styðja í^lt tað, sum verða kann til frama og umbót- ar fiskivinnunnar í Islandi, so hon kann verða sum úrslitamesl landinum sum heilđ«. Av tí, sum hetta felag bevur avrikað av menlanarmálum, verður nevnt mánaðarblaðið »Ægir«, sum nú er 32 ára gamalt, Fiski- mannaálmanakki o. m. o. Eisini hevur felagið stovnað bókasavn í Reykjavík fyri fiski- skap ogfiskaídnað. Harumframt hevur lað hildið námskeið um alt landið í stýrimannafrøði, motorfrøði og nelgerð. Til at se|a saman orð, sum nýtilig kunna vera hjá íslendingum við undirvísingina í teim ymsu grein- unum við fiskivinnuna, hevur felagið selt lærdan mann. Eitt taðfyrsta felagiðfói' undir, var at senda mann rnnt um landið lil al stuðla fólk lil fram- takssemi í fiskiskapi og fiska- ídnað. Hesum manni lønti felagið, og seinri settu teir ein tílíkan mann í hvørjum landsfjórðingi, men sendimannin ultanlands letur ríkisstjórnin meginpartin av lønini til. At vísindarligar rannsóknir liava ovurstóran týdning hjá fiskivinnuni, hevur hetla felag sæð tíðliga. Tí fingu teir sær mann við danska rannsóknar- skipinum »Danu«. Seinri hevur felagið hildið tveir ungar menn á skúla, so at teir nú eru full- kønir í fiskafrøði, og kann ís- laud lí byggja sín fiskaídnað á tær rannsóknir,sum hesir menn hava gjørl. Til alt tað vísindar- liga arbeiðið eru stór hús bygd ( Reykjavík. Til at fáa eitl gott yvirlit yvir út- og innflutning, hevur felagið hvønn mánað kunngjørt í »Ægir« mongdina av úl- og innflulning- inum. Onnur mál, sum felagið hevur tikið uppá seg, heilt ella partvís, eru: Bjargingarmál, vanlukku- Iryggingarmál, samferðslumál, samvinnumál til felagsinnkeyp, sjómarksverjumál og havrann- sóknarmál. At helta er eitt mál, sum allir ræltir Føroyingar mugu hugsa um, er eyðsæð. Vit hava tíverri alt ov lítlan hug til al arbeiða í felag, men tað mugu vit venja okkum lil, um endin ikki skal verða, sum høvundin sigur: »Eitt er ló vist og ivaleyst. Verður einkigjørt hesum málum viðvíkjandi, og vil bert halda áfram vió al flyta út rávørur og keypa inn tilgjørdar vørur úr l! lilfari, vit sjálvir veiða, glíða vinnuvegii' okkara so við og við út til bert al vera í tænastu annara. Her verða ikki arbeiðs- líkinđi fyri okkara besla ung- fólk, so tað má søkja út í onnur lond at leita sær livibreyð.« Vónandi fara fyrst og fremst teir, sum beinleiðis hava við fiskivinnuna at gera, at taka sær um reiggj og stovna ein lílíkan felagsskap, sum í hesum bók- lingi er umrøddur. PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30. Lastbilkoyring telf. 457.455 Persónvognur Býráðsskrivstovan er stongd páska- aftan Skipaferðslan Fríggjakvøldið kom Baranda úr Leith. Leygardagin var Grøn- landsskipið Sværdfisken á Havn- ini; hon var á veg til Grønlands, har hon skal vera hvalaveiði- sløð fyri hvalabálin Sonju. Sama dag kom Grenen við farmi av handilstøðum lil Landshandilin. Mánadagin kom Drotningin úr íslanđi og fór til Ivøbenhavnar um kvøldið; hópur av ferðafólki fór við. Týsdagin kom Vilma úr Fleetwood og fór sama kvøldið til íslands. Týskvøldið kom Tjaldrið úr København. Gudstænasta Skírhósdag og langafríggjadag verður leslur lisin í Havnar kirkju.

x

Tímin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.