Tímin


Tímin - 02.05.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 02.05.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. ! leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 18 HÓSDAGIN 2. MAI 1946 4. ÁRGANQUR Løtjtimjið Seinasta hósdag var stjórnar- skipanin til 1. viðgerð. Aflaná stutt orðaskiflið fór malið í 7- mannanevnd. 2. viðgerð verður helst ikki fyrr enn næslu viku. Fríggjadagin var til viðgerðar Vinnulánsgrunnurin og lán til skipakeyp. Uppskot var frá Sjálvstýrisflokkinum og Fólka- flokkinum um at læna úr Ong- landi 500.000 pd. st. (10 mill. kr.) til at byggja og keypa skip fyri bar. Harumframt er ætl- anin at læna 3 mill. kr. frá bankunum her. í hesum máíí tyktist allir flokkar at semjast. Uppskol er eisini a tingi um al hækka kassakredittin hjá Landsnevndini frá 200.000 til 600.000 kr. J. F. Kjølbro hevði biðið um at sleppa frá lingstarvinum, lá bann ofta var troyttur og lievði anuars pv nógv um al vera. At benda umsókn varð játtað, iv- aðist Landsnevndin ikki í og sendi tf boð eflir tillaksmann- inum Hákun Djurhuus og bað bann koma til Havnar at taka við starvinum eftir Kjølbro. Men á Løgtingið hendi tað merkiliga, at hvørki socialistar ella sambandsmenn atkvøddu, og fall so Kjølbros umsókn nið- urfyri. Helta er so mikið meira undarligf, lá ein minnist til, at bert hesi seinastu fáu árini hava 3 lílíkar umsóknir verið, sum allar hava verið samtyktar ein- mæltar, tó at hinir flokkarnir væl kundu havt grund lil at sýtt. Tíðliga í kríggsárunum bað sambandsmaðurin J. Danielsen um at sleppa úr tinginum, og varð hansara umsókn jaltað, so- leiðis at Tr. Samuelsen kom í bansara stað. Nakað um somu tíð bað socialislurin J. E. Jacob- sen um at verða loystur frá starvi sínum, eisini helta varð samtykt og H. P. Klein kom í hansara staó. Til Barlalsmessu- valið í 1943 bøvdu sambands- menn slillað Poul Niclasen sum nr. 1 í Havn, tó at hann var í Danmark staddur. Tá valið var afturumfarið, bóðu leir um al fáa Tr. Samuelsen í bansara slað. Tó al mólstøðuflokkarnir kundu havt noklað besum, vóru teir sjálvandi so hampiligur, at teir Iovaðu Tr. Samuelsen inn. Av hesum sæst, at ikki er altíð so bjartaliga meint, tá vissir polilikkarar á øðrum fundum leggja sínum medmenn- iskjum tey ráð al liva eflir: Alt hvad I villeat Menneskene skal gøre imod Eder, det gøre I ogsaa mod dem. YRKING VÍQD JÓANNESI BÓNDA PATURSSYNI A 80 ÁRA FØÐINQARDEGNUM Nú myrknar tað í dagsins høll, kalt kvøldarlotið blæsur. Sólin søkkur handan fjøll, nú dimmast fjallaræsur. Nú lívsins kvøld í nándum er, kalt í.tí blæsur lotið. Tann síðsta hvíld í hondum er, og sigursvørð er brotið. Leiðin lá um sólgylt land ársins føgru løtur. Leikandi tú beitti brand, tráddi frælsisgøtur. Dansur dundi hollum í vársins nætur kaldu; meðan rínið fall í líð, og mánin bleikti aldu. Tú Føroyar sást í morgunsól, og døgg lá yvir eingir. Tað kenslur tær í barmi ól, sum spældu tínar streingir. Tá Føroya mál varð lagt I band og skammiliga sligið, tá brá tú vreiður bitran brand, stóð fremst í seggjaliði. Og nú er heystsins tíð í hond, kalt blæsur yvir eingir. Nú svikið hava heimastrond landsins egnu dreingir. Tó enn er vón, lat ljóða hvøll herróp yvir heiðar, lat møtast brandar millum fjøll, lat litast reyðar teigar. Tí aftur frælsissólin skal lýsa yvir leiðir, lýsa inn í fjørð og dal, hvar frælsið smáttur eigur T. N. DJURHUUS PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUG0 ØSTER Lastbilkoyring telf. 457 .< 455 Úr Klakksvik Nú, ið veðrið balnaði, er út- i'óðurin byrjaóur aftur, og fisk- urin er nógvur; leygardagin komu 110 tons á land her; teir størru bálarnir koma javnan aftur við 16—18000 pd. Kvik fór út fríggjakvøldið og kom aflur lýsmorgunin við fullum farmi (500 kassar); hann fór til Aberdeen al avreiða. Haraldur, ið hevur tikið fisk, fekk fullan farm í tveir dagar, og nú liggur Lilie til. Skálaberg er nú afturkomin frá umvæling í Onglandi og er farin til íslands. Viðoy hevur eisini ligið í Onglandi fyri mo- lorskaða; hon er ná farin til íslands. Skálanes, Polo og Atlantsfarið eru í íslandi við snøri; tað gekkst ikki so væl við gørnum. Atlanlsfarið er nú á beimleið við 17000. Klakksvíkar Fiskivinnufelag ætlar at keypa islendska trolar- an Kára. Hann er 142 ft. langur og bygdur í 1920. Baldur Vanluhka Leygardagin bendi ein syndar- lig vanlukka í Havn tá ein 2^2 ára gomul dóllir Erlend Paturs- son druknaði. Smágentan hevði spælt uttan fyri húsini uppi á Ternuryggi, har tey búðu, og man so vera farin upp á eina brúgv, sum er tvørtur um ánna har; hon er so helst dottin út av og hevur sligið bøvdið f so hon er svímað, tí ikki var so djúpt. Mamman, sum var einsamøll við bús, fann sjálv dóttrina í ánni.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.