Tímin


Tímin - 09.05.1946, Síða 1

Tímin - 09.05.1946, Síða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. HÓSDAQIN 9. MAI 1946 wmmBtmsgæHBaæmssM 4. ÁRQANQUR NUMMAR 19 Minni um J. P. G. Tað er óneyðugl her at greiða frá livat mun og lýdning sUaldið Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík hevði í lí tjóðskaparliga lívinum, sum lók til at livna upp her í landinum seinnapartin í 1800- talinum. Hann, meiri menlaður og helestur maður enn fólk flesl lá, ivaðist aldri um at gjøgnum mótstøðu og fólksins fávitsku og Iíkasælu skuldi okkara mál eina- ferð vinna fram til hásætis her á landi og fólkið íinna seg sjálvt aftur. Hann eirdi aldri seg sjálvan, tá tað gall um. So mangt takið tók hann við sínum skald- arevnum fyri al eggja okkum til at slrevasl eftir at verða eilt gott fólk við reinum hjarlalag og í sonnum anda. Góðs og gull at eiga var ikki hansara. Hann tráaði ikki eftir tí. Gleði lians- ara var at sleppa at leggja sín heila yl til frama fyri alt gott, sum hann ynskti skuldi næla og fáa vøkstur her á landi. Millum fólk flest er .1. P. G., sum hann kallaði seg tá hann yrkli og skrivaði í ley táverandi tvey føroysku hløðini Føringalíð- indi og Fuglaframa, helst kcnd- ur fyri sínar yrkingar lil fólka- fundirnar. At hesir fundir kundu verða sanuar hátíðarløtur og komu at standa sum ógloym- andi hjá so mongum er nógv at takka J. P. G. fyri. Við sínutn skaldskapi lyfti hann teir upp á ein høgan pall. Har skuldi einki annað verða borið framm enn tað sum kundi geva áhoyrar- unum góðar tankar at bera heim aftur við sær. Nevndin lil at reisa J. P. G. eitt sjónligt minni í hansara føðibygd ynskir at hetta minnis- merki skal kunna verða sett upp í summar. Higarlil eru inn- komnar 3500 krónur, men eftir ætlan fer tað at kosta 6—7000 kr. Vit loyva okkum lí hervið at heita á fólk, meðan vit vita, at ley eru mong, sum virða skaldið .1. P. G.s lívsverk, at hjálpa lil at honum verður reistur ein minnisvarði við, og tað helst skjótt, at senda inn pening til skattmeistaran, Ingolf Gunnars- son, Sjóvinnubankin, Tórshavn. Nevndin til reisan av minnisvarða J. P. G.s Lastbilkoyring telf. 457.. 455 Gudstænasta 3. sunnuđag eflir páskir præ- dikar Joensen prestur í Havnar kirkju. Talvan gongnr fyri kirkj- una. Sama dag kl. 5 s. p. verður altargongd. Fiskasøla Ørvur 1060 pd. st., Vesturvarði 4500, Urd 4300, Saltnes 1500, Vágoy 1900, Veslursøki 1556, Skarphjeðin 2100. Úr Klakksvík Utróðurin gevur nógv av sær, tá líkindi eru, og skjótl er hjá bátunum at fylla eill skip. Nú í løtuni liggur Lilia til. Ur Islandi kom Carllon í gjár við 7000 fiskum, hon fór lil Aberdeen. Skálanes, Haraldur og Polo eru í Onglandi og selja. Atlanlsfarið selđi fyri 4675 sein- asta túr. Norðoyastevnuna, sum var uppaflurtikin í fjør, er ætlanin at hava aftur í ár fyrsla sunnu- dag í juni. Til at fyrireika ílróttin og annað á hesi samkomu er nevnd vald. Baldur Fyri okkum sum hava so ein- táltaða vinnu, sum fiskivinnuua, er tað av slørsta týdningi at vit hyggja okkum um eftir øðrum vinnuvegum, sum kunna stimbra okkum, um fiskivinnuni berst á. Soleiðis gera onnur lond, sum ikki vilja hava ov einláttaða vinnu, og soleiðis eiga vit at gera. Vit keypa nú hópin av skip- um úr úllondum og øll eru íiski- skip, sum kanska ikki altíð'fara at sleppa av vlð veiði sína, lá onnur iond hava økl um sín fiskiflota. Hevði lí ikki nú verið hósk- anđi at hugsa um farmasigling t útheiminum, eins og flestu lonđ gera. Vit síggja, at øll sjó- farandi lond kvika sær at fáa sær ein skipaflota, sum kann vinna leimum fremmandan pen- ing og harvið hjálpa uppá handil- og fyrilakssemi heima. Eitt tað fyrsta, ið krevst til slíka sigling, er búgvið fólk, og har hava vil onga neyð. So nógvir Føroyingar eru í farma- sigling í útlondum, at har er nóg mikið al taka av. Meldur løgið má tað tykjasl, at vit hava skúla, har nógvir sjómenn verða útbúgvnir á hvørjum ári lil al fara í útlendska tænastu, ístaðin fyri at vit sjálvir áttu ein skipa- flota, har okkara sjómenn kundu fingið arbeióið við farmasigling í útlondum. í hesum døgum ber ikki væl til at fáa falur á nýggjum skip- um til farmasigling, men farma- gjaldið er so høgt, at alt sum flóla kann, verður nýtt. Av skip- um sum nú kunnu fáasl, eru nógv stór seglskip, sum eisini hóska væl lil Grønlandsfiskiskap. So leingi sum nýggj skip ikki eru at fáa, eru hesi skipini tøk. Her er einki at ivast í, at Vinnulánsgrunnurin eigur at slyðja lílíkar fyriløkur, sum kunna koma al verða góðir stuðlar í framlíóini í okkara samfelag. * Sølulíkindini i Aberdeen Úlflutningsnevndin sigur frá, at Skarðhamar fjarritar, at land- ingarlíkindini í Aberdeen eru heldur vánalig hesa vikuna vegna fullan marknaða. Um hvítusunnumundið 7.—10. juni vænlast eisini heilt ring marknaðarlíkindi, tí leygardagin (Victory day) 8. juni eru allir brelskir marknaðir stongdir, tí verður frárátt øllum at koma til landingar nakrar dagar undan hvítusunnu. Hesi føroysku skip eru komin til marknaðan í Aberdeen tírs- dagin 7. mai: Slreymoy, Docea, Atlantsfarið, Hanna, Líltla Emma, Bearnaise, Austerlilz, Purple Heather, Skarp- hjeðin. Eingir Aberdeen’arar sleppa framat fyrrenn miðviku- dagin. Ørvur og Sunbeam eru beind til Buckie, Skálanes, Havfrúgvin PERSðNKOYRlNG Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER Koyring vlð vornvogni og Lizzie lil Grimsby og Har- aldur og Yvonna lil Hull. Vestmanna og Vestursøki verða beind til Buckie, tá tey koma fram. Um fleiri skip koma hesa vikuna.verða tey møguliga beind til Grimsbj7 og Hull, tí hagar koma vist fá skip innan sunnu- dagin. Mentunargrunnnr Føroya Løgtings Eftir áheilan av ymsum feløg- um hevur løgtingið samtykt mánadagin at stovna ein grunn, sum skal nýtast til menlanar- mál. Stovningardagurin er føð- ingardagur JóannesarPalursson, og ætlanin er at grunnurin skal vera lil áminningar um Jóann- esar mentanarslarv. Peningastøddin er 210.000 kr. fyri fyrst og skal hækkast við 10.000 um árið til 300.000. Samráðingar í Indiu Tær stóru samráðingarnar millum Ongland og Indiu um framtíðar stjórnarsløðuna fara nú fram í Simla. Fyri onglendingar eru um- boðsmenn úr Parlamentinum og fyri indarar eru 4 menn úr Kongressflokkunum og 4 fyri muhamedanararnar. Líkindi eru til at fáa eina skila- góða stjórn í Inđiu í framtíðini, halda menn. Stovnandi aðalfnndnr fyri Parlafelagið Sælingarhellu verður fríggjakvøldið 10. mai 1946 kl. 8 í Tórshøll. Stovnararnir

x

Tímin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.