Tímin


Tímin - 06.06.1946, Qupperneq 1

Tímin - 06.06.1946, Qupperneq 1
NUMMAR 23 HÓSDAGIN 6. JUNI 1946 4. ÁRGANGUR Keypið føroyskar bøkur! Mánakvøldið høvdu Bókadeild Føroyingafclags og Bókafelagið Landnám hoðið lil fundar í Losjuni. Ællanin við fundinum var al fáa gjørt eitt tiltak til at økja bókasøluna í Føroyum. Til fundar vórn bodnir bókahandl- arir, forleggjarir, umboðsmenn fyri bløðini og ley ymisku feløg, sum hava við bøkur og bóka- ólgávu at gera. Eini 30 fóllc vóru komin saman. Urslitið av fundinum varð at seltur varð ein fastur bókadagur, tá arbeitt skal verða fyri at vekja hug hjá fólki til at keypa bøkur, við áheitan í bløðunum, í bókasølunum og á annan bátt. Hesin dagur skal vera fyrsti leygardagur í oktober. Til at fyrireika arbeiðið varð vald ein bókađagsnevnd: Siguid Niclasen bókahandlari, Heini á Trøðni heildsølumaður og Knút Wang blaðstjóri. Sum fyrsta beinleiðis tiltak til bøtan av bókasøluni, fekk Sverre Fon bókavøróur upp í hendi al gera ein lista av øllum føroysk- um bókum, sum fáast. Bóka- listin skal so prentasl og sendast í hvørt hús í landinum beint undan bókadegnum. Saltfískaveiða Trolarin Tórfinnur er nú klárir al fara til Bjarnaoynna á saltfiskaveiði, orsakað av leim ivingasomu líkindum fyri fesk- fiskasølu í løluni í Onglandi. Roknað verður við at hesi vánalíkindi fyri rundan fisk fara at halda juli mánaða út, sigst úr Onglandi. Fiskasøla Sólbrún (848 ks) 290 pd sl. Carlton (1206) 1437, Veslurleiki (644) 1332, Vestmanna (301) 451, Keflavík (1013) 738, Róin (609) 889, Vágoy (619) 126, Slaler(652) 144, Ørvur (503) 781, Irex (724) 119, Alberl Victor (418) 387, Sjana (1120) 1152, Veslursøki (381) 833, Eyðbjørg (334) 635. Skarðhamar sigur frá al 2. juni fóru 160 lons til fiskamjøl og tøð og 3. juni 70 tons. Docea og Hanna sigla aftur til Føroya við farminum. Nýkomin skip Seinasla mikudagkom trolarin hjá Elith Godlfred o. ø. á Vág. Hann skal gerast um í Føroyum til flskiskap. Hann hevur verið armeraður. Óla Jákup Jensen úr Kvívík førdi hann til Vágs. Mánamorgunin kom hin stóra skonnartin Glyvursnes, sum pf. Norðl)rsið í Havn hevur keypt úr Danmark, hon æt fyrr Elin. Hon tekur um 500 tons, er heldur størri enn Patricia, og soleióis okkara størsta segl- skip. Hon hevði farm av ce- menti úr Aalborg. Enn er ikki avgjørl, um hon fer lil Grøn- lands ella til farmasigling. Skipari er Bernhard Arge og slýrimeun Hans Poulsen og Ólavur Joensen. 50 ár Leygardagin 8. juni fyllir hin vælkendi Chr. Guttesen, málara- meistari, 50 ár. Líka væl sum Chr. Guttesen er kendur fyri sílt málaravirki, er hann kendur fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri lónaleikin í Havn. í mong ár hevur hann verið ein tann mest ágrýtni limur av Havnar Horn- orkestri; umframt al hann hevur lærl nógvar av sær, hevur liann mong ár verið đirigentur í H. H. og eigur harvið, saman við sínum hornblásarum, stóra tøkk uppiborna fyri lær mongu volmi lølur, hann hevur veilt fólki við tónaleiki bæði í Havn og á bygd; tí ikki plægar LI. H. at bera seg undan, tá heilt verður á leir um ein stuðul til ein fund ella stevnu. Tó at Chr. Guttesen hevur haft tungl hús og harvið stríðst nógv, sæsl tað ikki á honum, hansara hýrur og útsjónd eru bæði líka góð enn, og mangur er bilsin við at hoyra, at hann fer um tað hálva árhundrað. Vit ynskja honum alt gott á føðingarđegnum og framvegis. Vinir DYNAMITT og annað spreingievni. C. C. JOHANSEN, Tórshavn — telf. 30. Bevin talar Týsdagin helt Bevin stóra røðu í undirhúsinum um uttanríkis- viðurskiflini í løtuni, serliga um Russlands støðu yvirfyri Ong- landi. Ilann harmaðist um, at Russ- arnir vóru so lítið hugaðir til samarbeiði við tey vestaru rík- ini, t( teir hildu seg vera teir einastu, ið umboðaðu fólka- viljan og vóru teir einastu ræltu demokratar. Her helt Bevin, at teir fóru heill skeivir, tí lað var einki at ivast í, at fólkið í Vestur- europu helt socialdemokratiið vera betur hóskandi enn tað russiska lagið. Av tí at tað var so stórur søguligur munur mill- um eystara og vestara partin í Europu, kravdist eitt stórt tol, fy.ri at fáa semju f lag, men hann ivaðist ikki í, at tað kom eilt golt úrslit burtur úr til endan, lí vildu ikki allir partar varandi frið, so kom at vera varandi kríggj, og tað kundi Russland ikki vilja, heldur enn liinir. Um Donauleiðina helt hann, al Russarnir vóru ógviliga sjálv- ráðandi og vildu ikki lova Ong- lendingum al hava eilt orð við í avgeróum um framlíðarskip- anina har. Mcn tað mátti Russ- arnir minnasl lil, at Ongland hevði førl eilt lungt slríð lil enda m. a. til at gera áirnar í Epropa alkomiligar hjá øllum sjófarandi londum, og Onglend- ingar vildu ikki lala seg reka burtur hað.ani. At samferðslan kom í lag aftur, var ein høvuðs- grund til livilig kor í Europu. Tjakið um italsk-yugoslaviska markið var eisini mest komið av russiskum ávum. Ongland og Amerika vildu liava markið at vera so, at so lítið íólk sum møguligt kom undir fremmant vald; men tað vildi Russland ikki hoyra lalan um og kravdi, at yugoslavia fær all tað um- strídda økið, so at ein millión av italskum fólki kemur undir yugoslaviskt ræðið. Hann vildi sjálvur hava, at Tri.est skuldi PERSÓNHOYRING Vognur fæsl d náttartíð TELEFON 216 HUQO ØSTER vera ein alheimshavn og hvørki vera unđir yugoslaviskum ella italskum stýri. Við Eyslurrtki vildi Bevin fáa ein friðarsáttmála sum skjótast, og hann segði frá, at Byrnes hevði senl eitt uppskot hesum viðvíkjandi til ley 4 stórveldini, og við Italiu vildi hann eisini fáa sáttmála í lag; tí tað var ógviliga lýdningarmikið at fáa vanlig viðurskifti í lag við fyrr- verandi fíggindalondini. Eftir samtyktini í Potsdam skuldi Týskland verða stýrt av teimum 4 í felag og sum ein heild, men Russland ællaði vist ikki at halda Potsdam-avgerðina, tí slapp eingin av liinum stór- veldunum at seta sín fót á lann partin av Týsklandi, sum Russ- urin hevði herselt. At Russland ikki Jætst um vón við tað neyð, sum var f hinum londunum, helt hann vera tí, at Russurin visti jú full- væl, at kommunisman treivst besl, har sum hungur og hall var. Fleiri undirhóslimir takkaðu Bevin fyri røðuna, men kommu- nislarnir mótmælti teirri rongu áskoðan á Russland, sum utlan- ríkisministarin hevði. Jarðskjálltl i Tnrkiinum Um vikuskiftið var ein ræðu- ligur jarðskjálfti eystantil í Turkíinum. Hann var so sterkur, at heilar bygdir fóru f sor og vegir og telefonir oyðiløgdust, so at ilt er at fáa samband við teir rámdu landspartarnar. Um 1000 fólk eru deyð, sum teir vita um, men vandi er fyri, at lalið fer at vaksa, tá samband fæst aflur við allar bygdirnar. í summar fara vit at arbeiða fyri hvønn annan um sunnu- dagarnar, soleiðis at vit skiftast at hava vakt í báðum lækna- dømum aðru hvørja viku frá leygardegi kl. 2 til mánadag kl. 9. Um hvitusunnuna hevur doktarin i Heiðunum vakt. D. E. DJURHUUS, lækni JACOB HØJGAARD, lækni

x

Tímin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.