Tímin


Tímin - 13.06.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 13.06.1946, Blaðsíða 1
k UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. f leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 24 HÓSDAGIN 13. JUNI 1946 4. ÁRGANGUR Ur Býrððnum /7. juni 1946 Flesti malini á hesum fundi vóru umsóknir um grundstykkir og byggiloyvir. Seiiiga nógvar umsóknir vóru um grundir á Danielsens trøð, sum By7iáðið nýliga hevur keypt. Eisini vóni mangar umsóknir um búslað í teim nýggju húsunum lijá kommununi. Pf. Kimbil segði fiá í brævi al samtykt var at keypa Býráðsins partabrøv í felagnum fyri tær nevndu 115.000 kr. Ejrnæs ingeniørur, sum nú er í Danmark, hevði skrivað Bý- ráðnum bræv, hvarí hann bjóðar sær til at fara til Onglands og Norðurfraukaríki at kanna tær betongkislur, sum Havnanevnd- in ætlar sær at keypa. Fyri eina hóskandi samsýuing vil hann gera helta arbeiði, sum ætlanin annars var at maður hiðani skuldi gera. Ejrnæs helt annars at hetla var eitt skila- gott tillak, og at Havnanevndin fer at spara lL/a mill. kr. av tí upprunaligu byggiætlanini við at keypa hesar betongkislur. Málið fór í nevnd. Sangaravitjan Leygardagin kom íslendska sangkórið við Drotningini. Ætl- anin var at konsert skuldi vera í Sjónleikarhúsinum; men belta varð av ongum, tí skipið kom á morgni og steðgaði ikki leingi. Um 11-tíðina sungu íslendingar á Tinghúsvøllinum og var stór mannamúgva komin har í tí frálíka veðrinum til al lurta eftir hesum sjáldsama kóri, sum við so miklum heiðuri, hevur ferðast um øll Norðanlond. Sama dag fylti Chr. Guttesen dirigentur 50 ár, og lá Havnar Hornorkestur spældi fyri hon- um tíðliga um morgunin, komu sangararnir framvið, og til heió- urs fyri føðingardagsbarninum, sungu teir nakrar sangir. Grind Hósdagin doyði grind á Klakks- vík, nakrir og trýs hvalir komu til skiflis. Tað sindrið, sum varð selt fyri skaða, kostaði 10—35 kr. skinnið. Brúðleyp I kvøld verða vígd í Havn frgv. Hanna Michelsen og Ing- var Olsen radioleknikari bæði úr Ilavn. Til Mands Leygardagin kom á Havnina ein motorbátur hjá Grønlands- stýri, sum skal fara á vísindaligt arbeiði í Grønlandi. Hann eitur Adolf S. Jensen, og fór av stað hvíliisunnumorgun. Skipari er Jacob Mortensen av Tvøroyri. Hvalaveiðán Fyrstu dagarnar, ið hvalabál- arnir við Áir royndu, vóru teir illa tarnaðir av mjørka. Men seinastu dagarnar hevur gingist betri, og hava teir nú fingió hvør sínar 2 hvalir. Tann fyrstn ið Sirra fekk, var ein stórur augustur. Hróttur 2. hvítusunnudag var fótbólts- dystur á Tvøroyri millum H. B. og T. B. H. B. vann 1—0. Hondbóltsleikur var eisini millum Havnargentur og Tvør- oyragentur. Úrslitið var 8—0 til Tvøroyragentur. Sama dag var V. B. í Klakks- vík og royndi seg móti K. í. Klakksvíkingar vunnu við 4—0. Nýtt. skip Hvítusunnumorgun hom tað fyrsta av teimum 80-tons skip- unum, sum A.S Færøske Fiske- skibe, hevur bygt í Danmark. Hetta er bygt í Nykøbing Mors og eilur Snekkjusleinur. Eigarir eru eill felag í Vík. Skipari er Magnus P. Hansen og ætlanin er at fara á trolveiðu beinan- vegin. Skipið er ógviliga snoti- ligl, og sterkt bygt av allarbesta lilfari. Telf. 62 Koyring víð vøruvogni Fiskasølan Norðberg 2G4 ks. 88 pd. st., Keldan 507 ks. 638, Sigurfarið 868 ks. 723, Norðsteinur 405 ks. 716, Urd 1.964 kts. 4.276, Leivur Øssurson 2.608 kls. 1.834, Norð- búgvin 2704 kts. 1965, Skála- berg 2018 kts. 1660, Marilana 690 kts. 420, Royndin Fríða 1236 kls. 193, SilverBelle 617 kts. 104, Sanna 194 ks. 677, Sæborg 641 ks. 935, Nelly 417 ks. 1277, Hav- søkið 47 ks. 181, Viðoy 4700. Umboðsmaðurin sigur annars frá at liolaraskiparar og slýri- menn í Aberdeen hava avgjørt at streika um verkfallið fer at standa við sunnan fyri. Um so verður, fer Norðsjósfiskur at tróla hósdagin og annar fiskur um einar 14 dagar. Bløðini í Aberdeen gera mun á føroyingum og øðrum útlend- ingum, sum hetla petti úr Aber- deenblaðnum Press and Journal sigur: »Aberdeenarir hava ongan ill- vilja móti føroyingum; teir vóru einastur av tjóðum, sum reglu- Iiga førdi fiskafarmar higar í kiíggsárunum, og vit hava held- ur ikki gloymt al mangir av leimum lótu lívið í hesuni virki. Men Aberdeenarum dáma einki hetta slóra tal av svensk- um, fslendskum og donskum skipum, sum nú fylla markn- aðan og fyrst byrjaðu at føra íisk higar lá kríggið var av.« Hvat verður endin? Mannaættin hevur fingið tað tráliga júkað inn í seg hesi sein- astu árini, at tá hetla kríggið var at enda komið og vunnið at teim Sameindu, skuldu friður og semja ráða í\ jørð, lí lá var hin illi preusiski andin køldir út í verðini; sum kunnigt sigst hann hava íbirt øll kríggj á jørð, sum menn vita um. Tó at meira enn ár er liðið, síðan kríggið endaði í Europu, tykisl einki úrslit verða fyri friðarslandi sigurharranna mill- um. Sum viluligt var, hildu fólk, at lá friður var komin, fóru teir kríggsførandi at minka ella taka heilt av øll kríggstiltøk, men annað er níi at hoyra fra stórveldunum, suin so tiúliga stóðu saman í farna bardaga. Russarnir boóa frá, at leir gera alt, sum gerast kann, til at PERSÓNKOYRING Vognur fæsi á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER økja um kríggsmegina, tí vandi kann vera fyri, at ein stórur og sterkur fíggindi leggur á teir nær sum helst. Ongland heldur støðuna í heiminum vera so vorðna, at teir mugu altíð vera klárir at møta hvørjum álopi, sum kann væntasl móti leimum, og lí má krfggsstyrkin standa við og økj- ast enn meira. U. S. A. hevur lagt sína ætlan klárt fram; leir rokna seg at vera tað sterkasta ríki í heim- inum, og skulu tí vita at gera tey tilløk, sum fylgja við ábyrgd- ini at hava valdið í heiminum; (í hava teir her og flota, sum er nógv størri, enn nakað annað land hevur. Haraftrat hava teir størsta flúgvuflotan í verðini og ikki at gloyma alombumbuna og mong verri loynivápn. Hetta eru jú ikki lystilig tíð- indi hjá smáum og smærri at hoyra. Tann gamla prógvaða søgan tekur seg uppaftur, at tað er megin, sum ræður. Lýsing Vallistarnir fyri Tórshavnar kommunu til fólkaatkvoðu 1946 fara at liggja frammi til al- menna eftirhyggjan á býráðs- skrivstovuni frá 17. til 27. juni h. á., báðir dagar uppírokn- aðir, frá kl. 10 til 18. Mótmæli móti gildi vallist- anna skal verða sent býráðn- um skrivliga innan 1. juli h. á. Tey mólmæli, sum kunnu verða móti vallistunum, lekur býráðið upp til avgerðar á fundi, sum hildin verður í býráðssalinum 5. juli h. á; til henda fnnd verður boðað teimum persónum, sum hava flutt fram kærumál, og eisini teimum, sum mótmæli er gjørt ímóti. Tórshavnar býráð, tann 7. juni 1946

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.