Tímin


Tímin - 02.08.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 02.08.1946, Blaðsíða 3
Nr. 31. 4. árg. TIMIN 2. august 1946 Vandin uttaneftir '>Sideu Krigeivs Ophør har vi soui Tilskuere haft Lej- lighed til med Harme at se paa, hvor tom en Uafhæn- gighedsproklamation i Grun- den kan være hos Samfund, der dog baade er slørre og slærkere end vort. Næste Gang skulde denne Harme nødig komme til at gælde vor egen Skæbne.« (Úr Dimml. nr. 54) »Ogsaa mililært har Fær- øerne et Problem, hvilket jo den sidste Krig maa siges klart at have vist. I saa Henseende vil det dog være uđen Forskel, om Øerne er danske eller ej. De bliver uanset Nalionalitet øjeblik- kelig okkuperet af den Stor- magt, der i en given Situa- tion er nærmest og har mest Brug for Øerne som Baser.« (Redaktør Friis í Fyeris Stiftstidende 24. Juni 1946) Føroyingum er vaxið politiskt vit. Av djnkeyptum royndum vita teir, at amtspolitikkurin hevur leilt landið í óføri. Teir síggja al frælsi, sjálvsløði, er annað enn tóm orð — tað er lívsneyðsyn hjá Føroya fóiki. Henda vitan hevur so elvt av sær lað, at sambandsflokkurin høvuðsstuðulin undir amtspoli- tikkinum hevur mist takið á veljarum landsins. Sambands- flokkurin sum á fyrstani átti a/4 av veljarum landsins, hann er nú — á 40 ára føðingardegi sín- um — smokkaður niður í bert at eiga l/4 av teimum. 2/3 av veljaraprocenttalinum hevur hann mist. Hetta er dómur fólksins. Sum flokkur megnar henda slintra, ið enn er eftir, einki. Hesin flokkur kemur ongan tlð upp undan aftur. Qimur vápn mugu . lí nýtast til at bjarga amlinum. Og hetta vápnið er at fara út um egió flokksmark og mana fram tann ólta, sum enn — 90 ár aflaná einahandilin — ikki heilt er sløktur í fólki okk- ara yvirhøvur — henda sama ólta, sum er høvuðsorsøkin til at sjálvstøðisfólkið hevur so ilt við at standa saman í frælsismáli- num í dag. Aðalvápn sambands- ins er at ræða Føroyingar við, at um vit skiljasl frá Danmørk, soverðavil gloyptir av úllendsk- um valdi — helst Onglending- um. Ilelta hervald lekur okk- um. Einasta, sum kann verja okkum móti at verða slúktir er amlið. Tí mugu vit lala allar dreymar um sjálvstøði fara og krúpa aftur I tað. Tað er eingin so blinđur al hann noktar fyri at Føroyar hava hernaðarligan týdning. Tað hava øll lond I dag — eisini okkara. Men kann amtið ella eitthvørt annað samband við Danmørk liava nakransum helst týdning fyri hernaðarligum at- gerðum slórveldanna Føroyum viðvíkjandi ? Við herstyrki Danmarkar verða Føroyar ikki vardar. Tað er vitleyst at halda slíkt. Tað hava vil eisini prógv fyri. Men heldur ikki á annan hált kann amtið bjóðaokkum vernd. Held- ur eill av stórveldunum, al lað hevur hernaðarliga nyttu av Føroyum, so verður landið her- sett, annað hvørt vit eru dan- skir ella ikki. Tað svitast ikki. Men hvussu stórur er tann hernaðarligi vandi fyri komandi sjálvstøði okkara? Kunna vil í fullum álvara og við góðari samvitsku fara at leggja l. d Onglendingar — teir sum I stríðsárunum royndust olckum so væl — undir at vilja gloypa okkum við húð og hári. Tað ber illa til, og vil liava heldur onga sum helst grund lil at halda, at Onglendingar hava slíka brotsgerð I kviltanum. Tað slríðir ímóli øllum grundvallar- sjónarmiðum sum henda Ijóó hevur góólikið í ullanríkispoli- tikki slnum. Onglendingar hava — saman við øórum sameind- um tjóðum — viðurkent sjálv- støðisræll tjóðanna — eisini smáu tjóðanna. Hesin sjálv- støðisræitur røkkur so stalt eis- ini til okkara (hesa somu viður- kenning til sjálvstøðis hava sum kunnugt eisini Danir veitt okk- um). ()g vit hava eisini somu likindi sum øll onnur smá lond til at uppihalđa og verja hann. Væl vita vit, at einasta, sum gevur fullkomna vissu fyri vernd móti útlendskari átroókan, er herstyrki, men slíka herslyrki eiga í royndini bert eini 3—4 lond í øllum heiminum og tó hava vit I đag meir enn 10 ferðir so nógv sjálvstøðug lnnd. Tað er so slatt ikki bert hern- aðarlig styrki sum setir stuðlar undir sjálvsløði landanna. Tað sum skapar rættin til sjálvsløði eru tjóðareyðkennini og tað sum skapar likindini lil at uppihalda og verja henda rætl er sjálvs- støðisvilji tjóðarinndr. Vit eiga hilt fyrra: rættin. Tað velst berl um al vil eisini eiga viljan. Við øðrum orðum: tað velst um okkum sjálvar. Hilt — at eitl av slórvelđun- um í komandi stríði setir seg fast í landinum meðan stríðið leikar á — tað kann eingin forða fyri. Slík herseling er og verður helst lagna smáu land- anna: Føroya, Danmarkar, ís- lands, Noregs o. s. fr. Henda seinasta roynd sam- bandsins — nú I evstu stund, nú øll onnur vápn eru sligin tí úr hendi, nú alt annað er brostið — at ræða Førovingin við aðrari útlendskari álroðkan enn teirri donsku — teirri á- Iroðkan, sum Føroyingar hava havt so nógv mein av — hon man heldur ikki fara at eydn- ast. Føroyingar hava nú lingið so mikið politiskt ættarskil, at teir eisini síggja gjøgnum henda amtsmjørkan. Erlendur Patursson Nýggj bók Um fáar dagar kemur út nj'ggj bók.'sum Robert'Joensen sljóri I Klakksvík bevur skrivað. Ilon eitur Útróður 1845—1945, og eftir navninum al døma, fer hon at vekja áhnga hjá hvørj- um manni, sum hevur fingist við henda okkara øldargamla vinnuveg. Vil hava eisini fingið at vita, at hon hevur nøgd av mynd- um, sum annars er sjaldsamt í føroysknm bókum. Høvundin eigur annars at vera kendur av fyrri bók síni: Klakksvíkar bygd í søgu. Lýsl verður í bløðunum tá ið bókin kemur. Nýkeyptur trolari V.ið Drotningini fóru til lslands 23 manns eftir Irolaranum »Kára« sum p/f Klakksvíkar Fiskivinnufelag hevur kej'pt. Hann hevur skift navn og skal eita Barmur. Skipari er Palli Bjartalíð og stýrimenn E. Fuglø og Jógvan Sigurðsson. 1. meist- ari er Poul Juul Rasmussen. Við I ferðini var Bobert Joensen stjóri. Trolarin kostaði 650.000 kr. og fer beinleiðis úr Islandi lil at fiska. Týsk loynibløð eru nú farin at síggjast í Bayern við álopum á amerikansku lier- maklina. Eilt blað, sum funnið er í Munchen, sigur at Ameri- kanarnir hava bert borið tí týska fólkinum ósiðalív, hungur, tu- berklar og brotsverk í hópatali: Blaðið heldur fram at demo- kratiið verður noytt inn yvir týska fólkið á sama hátl, sum nazismán I sínari tíð; men leggur bláðið til: hvat skulu vit vænla al fáa frá U. S. A. sum hevur givið heiminum Atombumbuna og bakteriukríggið? Harumframt, sigur blaðið, kunna vit síggia at sameindu soldátarnir við mikl- ari frøói heldur forkoma tímati, teir hava til avlops, enn geva svøllandi týskum børnum hann. Helta blað, sum var fest uppá húsaveggir í Miincheu, er fyrsta opinlýsa roynd til al liáða teir hersetandi, siga amerikanararnir. Friðarfundarln I Paris var setlur ólavsøkudag, og eru nú umboðsmenn fyri tey 21 londini farnir undir at greiða frá síni hugsan um tey ymsu trætumál, sum kunnu koma fyri. Molotow var lann fyrsti, ió fekk orðið, og hevur hann ta føstu ætlan, al tey lond, sum vóru I parli við ásarlondunum skulu bøta fyri tað. Tóskulu tey, sum komu í part við teim Sam- eindu áðrenn kríggið endaói, fáa inari kor. Ongland og Amerika halda at ikki eigur at farast ov strangliga fram, tf tað ræður um al fáa tey tapandi londini á føtur aftur sum skjótast, til felags gagn. Einstøk smærri lond, sum Australia og New Zealand, finn- ast at avgerðarrættinum hjá leim 4 stóru og halda liann ikki hóska við Atlantic Charter, sum lovaði at øll lond skuldu hava sama rætl aflaná kríggið, antin tey vóru smá ella slór. Sum heild likið, halda menn vána semju vera á hesum byrj- andi friðarfundi. Palæstina I 4? Til at bøta um lað óskil, ið nú er í Palæstina, har jødarnir eru farnir at slríðasl mól ong- lendingum, hevur ein nevnd, samansett av onglendingum og amerikanarum, setl fram tað uppskot, at Palæstina skal být- asl sundur í 4 parlar: ein jød- iskan, ein arabiskan, Jerusalem- økið og syðsta partin. Hesir 4 partarnir skulu tó hava eina felagsstjórn. Amerikanararnir vilja beinan- vegin lata 100.000 jødar sleppa inn I nevnda jødiska partin, og U.S. A. skal gjalda allar útreiðsl- ur hesum viðvíkjandi; fram- vegis vil U. S. A. at einki marlc skal vera fyri jødiskari innflytan; teirra ætlan er at geva jødunum so miklan peningaligan stuðul, at jødiski parlurin slcal koma at blóma av framburði á allan hátt, siga amerikanararnir; teir eru heldur ikki óvilligir til at hjálpa arabarum við peningum. Eingilska sljórnin heldur hetla uppskot kunna nýlast lil grund- arlag undir komandi samráðing- um; men arabararnir nokta at lala býta landið sundur, á hvønn hált tað so enn er ætlað. Tað er soslatt líkindi til at ófriðurin í Palæstina fer at halda á, sjálvt um jødarnir fáa síni ynski at ganga úl. Fríari ræsur Eitt hitt fyrsta liltakið, ið teir Sameindu gjørdu, aflaná at hava tikið Týskland, var at nokta sínum soldátum al giftast við týskum konufólkum; eisini var forboð selt fyri samlalum og øðrum teirra millum. 011 hesi forboð vórðu tó nytluleys, tí so við og við komu so mangar umsóknir frá eingilskum soldát- um, sum bóðu um loyvi til at fáa sær tjrska konu, at eingilska yvirvaldið mátti I gjár taka av forboðið, sum kundi forða ong- lendingum í, at fylgja síni hjarl- ans lyst. Eingilsk-týsk brúðleyp fara nú at spyrjast I hópalali komandi dagarnar, frættist úr Onglandi.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.