Tímin


Tímin - 08.08.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 08.08.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 32 HÓSDAGIN 8. AUGUST 1946 4. ÁRGANGUR Jarðarferð Jóannesar bónda Týsdngin fór Jóannes bóndi til gravar og var so slór mann- fjøld úr øllum Føroyum komin til Kirkjubøar sum ongantíð fyrr. Umframt tað fólk, sum kom um Havnina og fór bað- ani við biium ella til gongu, vóru mong komin sjóvegin. Havnar Sangfelag byrjaði við: Føgur er foldin, og síðan var kistan borin út av synum og næslu skyldmonnum. Steðgað var fyri durunum ú teim gomlu sethúsunum, og bar lielt Jákup prestur eina valua røðu um Jóannes. Hann endaði við at taka upp aflur ley fyndarorð, sum Jóannes fyri tveimum ár- um síðan lieyð vini og skyld- manni sínum Jákupi Dalil prósti sála farvæl við. Eins væl hósk- aðu tey til hann sjálvan. Aftaná at ein sálmur við gamla Kingo- lagnum.var sungin, varð gingið í kirkjuna. Har talaði Jákup prestur serliga um tað stóra ar- beiði, Jóannes hevði gjørt í hesi kirkju. Sangfelagið sang eisini her. Til gamalt Iíingolag við forsangarum úr sóknini bóru bóndans starvsbrøður á Løglingi hann til gravar. Tá ið jørð var kaslað á, sleig Sverre Patursson fram og segði bróðurinum farvæl; rørdur lakk- aði hann lionum fyri alt gott. Th. Petersen, sum Iøgtingsfor- maður, takkaði Jóannes bónda fyri tað slóra verk, hann hevði útint, og vónaði, al vit øll vilđu sela honum ein minnisvarða við at fylgja teirri leið, sum hann hevði slóðað. Grækaris Madsen úr Kvfvík takkaði, sum ein av leim mongu, ið kent høvdu Jóannes frá ungum árum, fyri tann stuðul hann hevði fingið fyri alt lívið. G. Dahl-Olsen bar heilsan frá skyldfólkinum suðuri í Vági. Páll hóndi lakk- aði síðan fyri ta miklu sam- kenslu, ið sýnd var teimum eftirsitandi, nú faðirin var farin. Ein slík mongd av blómum og kransum hevur neyvan verið við til nalua jarðarferð; um- framt privat fólk høvdu mangir almennir stovnar og feløg bæði her heima og í granna- londunum senl heilsan. Veðrið hevði hildið sær henda dapra dag, men brast nú á við regni, tá ið móðir Føroyar bevði breitt lak á sonin sín. PERSÓNKOYRINO Vognur fæsl á náttartíð TELEFON 216 HUGO ØSTER Til Jóannes bónda i Hirkjubø Føroyum gavst tú tín hjartayl, hugsjónarmaðurin reysti, gróv upp úr dáðloysis fornsku dunga søgunnar yngjandi treysti. Sjálvbjargið lív við egið vald okkum til stavnhald tú festi, ómegdar køvandi armóðs skón sundur í lepar bresti. Spríkti tær øvund og illvild ímót, spretti og gróði tó fyri tín fót, logar tí frælslogin besti. Stevnir nú fram unga ættin vár, veit, at á heimagrund hon stár — tað er títt verk, at hon kennir seg sterk, ættjarðaralskarin mesti. Rikard Long Sildaveiðin Sum líðiudi úr Islandi siga frá, er fiskiskupurin ikki ovur- honds, men av tí al prísurin er so góður, kann verða roknað við, at føroysku skipini fáa eilt hampuligt úrslit. Fyri nøkrum døgum síðan høvdu hesi skipini fingið henda fong: Vón 4000 mál, Kyrjasteinur 6000, Mjóanes 6000 og Fame 2000. Saltfiskaveiðin 011 skipini, sum eru í Islandi lil saltfisk hava fingið uppí, 350 —400 skp., í einar 4—6 vikur. Fiskurin verður seldur til Kø- benhavn fyri 120 oyr. kg yvir- høvur. Við Patriciu fer ein hópur av sallfiski til Danmarkar í komandi viku. Patricia ið hevði fmgið skrúvuna skalaða á heimferó úr útlondum, hevur verið til umvælingar á 'fórs- havnar Skipasmiðju. Hon fer til útlondini í komandi viku við farmi av fiski, lýsi o. t. føroysk- um vørum. Fiskasølan Selt hava í Aberdeen týsdagin: Killywake 691 ks. 1710 pd. sl. Streymoy 957 ks. 2355 pd. st. Prestasetan Til prestakallið í Suðurstreym- oy er J. Joensen preslur inn- stillaður sum Nr. 1. vió 24 at- kvøðum. Til embætið á Nesi erSalomon Joensen úr Elduvík innslillaður sum Nr. 1 við 28 atkvøðuin. Seinasta sunnudag settiGullak Jacobsen próstur nýggja prestin Rørbæk-Madsen í Kvívíkar kirkju Lastbilkoyring telf. 457 .< 455 HvalaveiUn Til Áir eru nú komnir 45 hvalir. Heykur 22 og Sirra 23. í Lopra hava teir fingið 14 hvalir, Sumba 13 og Nim 1. Nim er komin lil umvælingar á TórshavnarSkipasmiðju.Skrúvu- ásur og róður geva so nógv óljóð, at hann næstan ikki kann koma hvali í skotmála. A Havnini hava hesi skip verið leygar- dagin: Barjama til Leith.Sunnu- dagin: Egholm úr Aberđeen, Norðbúgvin úr Islandi til Ong- lands. C. M. Slater úr íslandi. Maritana úr Vágiábeding. Oscar úr íslandi. Mánadagin: Borglyn av Tvøroyri til Islands. Dax- bound úr Glasgow. Dronning Alexandrina úr íslandi. Týsdag.: Sæborg til íslands, Bjørgvin úr Aberdeen, Columbus til íslands, Ósi til Islands, Nim á beding, Thelis úr København, Vilrna úr Fleetwood. Mikudagin: Silver- belle lil København. Genta søkist Ingibjørg Rasmussen, Tvørgøta - Tórshavn Skipasambandið LEITH—FØROY AR august1946 Tikið verður nióti vørum í Leith til: 7. august 21. — 4. september 18. — Siyling úr Leitli: 9. august 23. — 6. september 20. Sigling úr Feroyum um: 15. august 29. — 12. september 26. — P.f SKIPAFELAGIÐ FØROYAR

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.