Tímin


Tímin - 12.09.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 12.09.1946, Blaðsíða 1
Orímitt NUMMAR 35 HÓSDAGIN 12. SEPTEMBER 1946 UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. 4. ÁRGANGUR Landsmenn í Føroyum Okkum stendur nú sjálvslýri í boði, tað vit hava tráað eflir og slarvast fyri síðan tjóðin visti til sín. Danir hava sagt sum sín viljn, at annað hvørt tiggja vil teirra stjórnaruppskot, ið, enn sum áður, gevur Dønum hægsla vald og slýri í okkara landi og okkum bert heimaræði í avísum smá- málum undir danskari umsjón, ella fara vit sjálvir at taka alt ræði og alla ábyrgd í Føroyum. Millumleið er eingin gongd. Nú ræður um, at vit Føroy- ingar ikki gloyma ella dylja, men fremja okkara vilja, sum ikki kann vera alinar enn at vit sjálvir hava stýrið og ábyrgdina í landi okkara. Tað má ikki spyrjast, at Før- oyingar einsamallir av øllum (jóðum kjósa at geva føðilandið upp til eitt annað land, væl vit- andi al slíkt verður kallað brots- gerð um allan heim. Tað er eisini brolsgerð í Føroyum. Eisini vit hava berl tey manna- rætlindi sum alt frá fronsku byltingini hava verið liviregla tjóðanna, at tað er ikki berl rættur men eisini skylda hvørs fólks at verja frælsi sítt og reisa seg mót teim, ið lað vilja kúga. Tí er í Føroyum talað og sungið í hundrað ár um frælsi føðilandsins. Stundin er komin, al frælsið skal setast í verk, ella — so tykist okkum — hvør frælsislala og frælsissongur tagna. Vera kann at ymsir okkara, høvdu hugað okkum til, al politiskt sjalvræði skuldi vinnast í smáum í ríkisfelagsskapi við Danir; teir eru sviknirav teinuim treytum, ið settar eru fyrifelags- skapinum. So slalt tykist einki í at velja, tí ikki kann lað gera, at vil svíkja frælsishugsjónina, men eyðvitað, al vit loysa okkum úr felagsskapi, ið ikki loyvir okkum frælsi. Latúm okkum ikki himprast, tí vit eru fáir, ló at Danir og bjálparmenn teirra í Føroyum royna at ræða okkum við húsa- gangi, um Danir ikki veita okkum hjálp. Slík hjálp, ið skal gjaldast við frælsi føðilandsins er ov dýrgoldin, og eyðtøk er hon. Aldrin hevur ófrælsi verið nak- rari tjóð tilbata. Vit hava sannað tað, sum hava tey neyðarkor í Søndag 15. Septemb. KI. 2,30 vil min kære Mand Pastor POUL JOHANSENs Baare blive ført fra Hjemmet og bisat i Midvaag Kirke. Begravelsen finder Sfed i Kø- benhavn. Midvaag Præstegaard, d. 11. Sept. 1946. Anna Johansen huga, sum amtsstøða álli til okkara fyri stríðið. Vit hava all at vinna einki at miltfca. Latum okkum ikki ræða av leimum, ið ikki bert vænta tjóð- ina at fara á húsagang, men at andlig ómegd kemur í hana, um hon skal seta føtur undir egið borð. Nær hevur frælsið annað ehn stimbrað tað andliga lívið í nakrari tjóð? Eisiui á andans økjum hevur tjóð, okk- ara alt at vinna, einki at missa. Skuldi mál okkara og menlan ikki fingið vakstrarvón, tá ið. landsins stjórn og umsiting hvílir á teimum og virkar gjøgnum tey, staðin fyri nú danskt mál og donsk mentan gjøgnum danskt stjórnarvald seyrar út í hvørja æðr á tjóðini? Ella vantar nakar, at vit verða úli- stongdir frá heimsmentanini? Hví skulu vit lað heldur enn onnur fræls lond? Tvørtur ímóti verða vit lá al leita okkum mentan um allan heimsius kring staðin fyri nú, alt ljósið hevur lyndi til at liggja í landsuðri. Latum okl«um ikki lurta eftir teimum, ið vilja ræða okkum við, at vit eiga ikki menn sum eru førir fyri at hava stjórnar- vald í hondum í landi okkara. Tað halda vit — føroysku stu- dentar og akademikarar — vera at spolta sjálvan seg, lí hvør skuldi betur enu landsins børn dugað at stýrt landinum? Við hesum orðum loyvir Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn sær at lýsa sína støðu í hesi lagnustund lands okkara og mæla lands- monnum heima a landi til við fólkaatkvøðuna, at gera enda ð tí oyðandi tvídrátli, sum ikki kann hæsa av fyrr enn landið er frælst — at kjósa loysing. Fyri H. F. S. Árni Olsen, forraaður Lastbilkoyring telf. 457.. 455 Sambandsmøsn Mangt tvætlið sær dagsins ljós í gomlu »Dimmu« hesar sein- astu dagarnar. M.a. er ein greina- stubbi leygardagin við undirskrift »Fiskari«. Hesin »fiskari« grem- ur seg um tann dárskap, ið tað er at tosa um loysing, tí at um vil fáa loysing koma bert fiski- menn at gjalda útreióslurnar og teir ríku sleppa undan. Hetta úrslit kemur »Fiskari« lil, tí at hann við at kanna eftir hevur sæð at ríkmenninir er tann størsti flokkur í landinum. Her man skilið hjá »Fiskara« tróta nóg so nógv, lí eru »ríkmenn« í so stórum tali her á landi, at teir við sínum atkvøðum kunna avgera hvat teir vilja við van- ligum fleirtali, so er jú einki at stúra fyri hjá »Fiskara«, so er bert at kvetta. All helta tal av ríkmonnum (eisini fiskarum) man so vera komið til undir hesurii árunum tá vit hava verið leysir frá Danmark, og er eitt gott dømi at taka a'ftur ímóti leirri tíðini tá ið Danmark hevði fult vald her, og eingin fiski- maður vann so mikið, at hann kundi liva av tí, enn minni til at gjalda skatl av. Heldur lú mín kæri starvs- bróður al lann tíðin er at leingj- ast eftir? Eg haldi ikki! Lat okkum lí halda fast um tað frælsið, sum vil hava íingið rákan av seinastu árini og fara í felag til atkvøðuna 14. septem- ber og seta X fyri loysing. Ein annar jiskari Um hvalaveiði o. t. Fyri kortum lýsti hálendingar eftir fólki úr Føroyum lil at manna eitt stórl hvalaveiðiskip í Suðurhavinum. Móli hesum mæla tveir ónevndir stjórnar- limir úr F. F., tíat teir halda vinnuna ikki vera serliga stóra, og tí at vandi kann vera fyri at norðmenn fara at verða firtnir, um føtoyingar taka við hesum tilboði. Til atfinningar hjá stjórnar- limum F. F.s er at siga, at tá hálendingar hava fingið eitt slíkt veiðiskip, sum hetta týska skipið, frá teim sigrandi sameindu, so hava teir eisini fingið loyvi at veiða hval sum hinar tjóðirnar. Fyri lí at norðmenn eiu so ósmædnir, at teir ætla sær og PERSÓNKOYRING TELEFON 216 HUGO ØSTER onglendingum einarætt til hvala- veiði, eiga vit ikki at leggjast uppi á landi. Her eru líkindi hjá okkum, samstundis sum vit læra hálendingar veiói og hag- reiðing, at fáa skil á, hvussu henda stórveiða fer frem í Suð- urhavinum. Um korta tíð eiga vit við hesum lag manning til stórveiði, so at vit, um vit ann- ars hava ráð og hug til tað, eisini kunna leggja í Suðurhavið á hvalaveiði eins og aðrar Ijóðir. Al hugsa fyrst um, hvat aðrar tjóðir halda um okkara gerðir, man Mla fara at Iøna seg. Um vit í hesum føri skuldu forða hugaðum ungfólki at fara í Suð- urhavið, tí at norðmonnum ikki dámdi tað, man ongan mun gera fyri vinskapin tjóðanna millum, tí'um føroyingar sjálvir ætla sær á hvalaveiði í framtíð- ini, og norðmenn, eins og nú, halda seg føran fyri al sýta teimum veiðirælt, so gera teir tað, uttan at hugsa um vinskap ella óvinskap. í handils- og vinnulívskapping landanna mill- um verður ikki spurt eflir skyld- skapi og vinskapi. Har er hvør sær sjalvum næstur. Hvalaveiðari 64 „Barmup trolarin hjá Klakksvíkar Fiski- vinnufelag hevur verið 2. túrin í íslandi. Hann hevði verið burtur í 13 samdøgur, og kom aftur mánadagin við 4500 kurv- um av ísfiski, mest toski og hýsu. Lærið føroyskt! Kvøldskúli í føroyskum byrjar 1. oktober. J. Davidsen. T. Evensen HOTEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvogni og persónvogm

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.