Tímin


Tímin - 26.09.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 26.09.1946, Blaðsíða 1
aimtn NUMMAR 37 HÓSDAGIN 26. SEPTEMBER 1946 UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. 4. ÁRGANGUR Fólkaatkvøðan á Løgtingi Leygardagin kl. 4 vai' lingið setl eftir avgerð av 10. august til at kanna fólkaalkvøðuna. Skrivarin las gerðabókina frá seinasta fundi upp. Andrass Sa- muelsen bað um orðið og mót- mælti formannsins frásøgn miku- dagin, um at Foroyar vóru eilt frítt ríki, skuldi først í bókina; hann bað allar tingmenn sleinma móli gerðabókini. Síðan fór at- kvøða fram um góðtakan av gerðabókini við navnakalli. Úr- slilið var at gerðabókin fekk 12 ja atkvøður og 11 nei. Síðan las formaðurin upp 3 telegramm, sum komin vóru lil løgtingið. Fyrsta var frá føroyska studenta- felagnum í København, næsta frá Bergens Bondelag og triðja frá Jacob Mortensen úr Øravík, sum nú er staddur í Buckie. Harnæst segði formnðurin frá, at uppskot til stjórnarskipan fyri Føroya var framløgd, um- framl eill uppskot frá teim 5 sambandsmonnum og 6 socia- listunum. Dagsskráin var: l.yið- gerð av málinum Fólkaatkvøðan. Th. Petersen tók nú orðið, meðan varaformaðurin P. M. Dam settist í formahssessin. Th. Petersen greiddi frá at eflir løl- unum frá Løgtingsskrivstovuni var úrslitið av Fólkaatkvøðuni so: Stjórnaruppskotið5490, Loys- 'mg 5656 og ógildugar 478. Tá fínteljingin ikki kundi vera liðug fyrrenn mánadagin, bar ikki til at avgera nakað fyrr enn tá, tó at høvuðsúrslitið einki fór. at broytast. Atkvøðan var nú liðug og tað nyttaði ongum at royna at reingja lianø; hon vísir til fullnar at Føroyar hava fingið suverenitetin aflur. So las hann upp uppskolið um nýskipanina frá leim 12 tingmonnum, hon Ijóðar so: UPPSKOT til løgtingssamtyktar Dndirføroyskanfólkadóm varð av Føroya løgtingi við samlykl frá donsku sljórnini løgd avgeró um' framlíðar ríkisrætlarstøðu Føroya. Fólkaatkvøðan 14. sept. 1946 gav tað úrslil, at tilboðið frá donsku ríkisstjórnini um ný- skipan innanfyri danskt grund- lógarmark fall, meðan loysing Danmarkar og Føroya millum varð samtykt. Hesin fólkadómur kunnger fólksins umboðsmonnum, Før- oya løglingi,sípa bindandiavgerð at stjórnarræði Føroya nú er hjá Føroya fólki og áleggur á henda halt løgtingið at fremja fólksins vilja. Løgtingið kunngerð, at tað fer undir at fremja henda fólkavilja á regluligan líátt. Tørvandi lógar- uppskot verða løgd fyri løglingið til samtyktar, og uppskol verða setl fram til a*t skapa pjð umboð, ið fyribils skal taka við sljórnar- ræðinnm. Løgtingsformanninum verður álagt beinanvegin at gera hetta kunnugt fyri Føroya fólki, og at boða donsku ríkissljðrnini frá hesum, samstundis sum sagt verður fiá, at tingsins samtyktir til at sela fólkaviljan I verk viija verða gjørdar donsku ríkissljórn- ini kunnugar, áðrenn tær verða kunngjørdar. Á Føroya løgtingi, 21. sept. 1946. P. Petersen. P. Dahl. J. F. Kjøbro. H. P. Kíein. R. Rasmussen. R. Long. Jákup l Jákupsstovu. Fr. Bláhamar. A. Sørensen. P. Jacobsen. S. Ellefsen. Th. Petersen. Th. P. helt fram at løglingsins meiriluti stóð aflan fyri at fremja fólksins vilja. Hann las nú upp mótmæli frá teimum 11 løgtingsmonnunum, harí teir hótti við í harðasta bardaga á demokraliskum grundarlag at stríðast fyri at meirilutin skuldi ráða. Orðaljóðið var í støðum heldur grovt. Th. P. minti á tey tíðindi og sleyg, sum í hesum døgum bórust út av radio, bløð- utn og fólki, og vónaði at parta- menn hansara kundu gloyma ley orð, sum mótstøðumenn, teir 11 høvdu nýtt, so at gott samarbeiði kundi fáast í lag, á tingi. Hann manaði teir, sum høvdu vilja selt alt á eitt kort, til at vera loyalar móti avgerð- iui. Til at útføra fólksins vilja a besla hatl lovaði hann at bann og hansara menn skuldu gera sílt hesta til al skapa tey amboð, ið kravdusl til at skapa nýskipanina á regluligan hátt. Nii eiga vil al gera okkum til reióar at laka ímóti teim ymsu slovnum, so hvørt sum danska sljórnin handar teir yvir eftir okkara áheilan. Tað fyrsta, ið er at gera, er at seta eina bráð- fengis stjórn, ið fær hægsta ræði í landinum, hell Th. P. fram, tað sum hevur ligið hjá einum føroyskum amtmanni í Dan- mark og hansara varamanni her til 14. seplember. Nú var at far'a lil arbeiðis. Teir 11, sum høvdu lagt mótmælið inn, áttu at gera sum minst burtur ár tí, fyri sína egnu skuld. Hann skeyt upp, at málið fór í eina 5- mannanevnd. Kr. Djurhuus tók so orðið, segði at atkvøðan gav ikki nakað demokratiskt grundarlag til at broyta stýrisskipanina. Hann. gramdi seg um at ein triðingur av -fólkinum skuldi taka rættin frá hiuum til at vera í sam- bandi við og njóta alt gott frá einum ríki, sum hevði 4 milli- ónir av fólki; har kom hann aftur við tí skaða, tað var fyri ungfólkið, sum ikki fór at sleppa at rýma av landinum til Dan- markar. Hann segði seg vera vissan í at fólk, ið høvdu atkvøtt fyri loysing, vistu ikki hvat tey gjørdu. Her lalaði formaðurin at, og segói at Djurhuus hevði ongan rætt til at siga slíkt. Ábreiðslan rørdi tó ikki Djur- huus, ið tók upp aflur somu orðini. Harnæst legði hann eftir Jákupi í Jakupsslovu og segði at tað var nógv fyri, at ein maður skuldi gera av Føroya lagnu og enntá meiri tann yngsti. Við nevaduki segði hann: Vitboyggja okkum ikki fyri hesi avgerð. Síðan las haun upp mótmæli frá teim 11, ofta fylgdir av skglli- lálri frá áhoyrarunum. P. M. Dam tók undir við Kr. Djurhuus í tí hann hevði sagt um atkvøðuna og legði aftrat, at hann allíð vildi virða eitt fleirtal frá teimum, ið vildu standa saman; lá tað var fyri eina rættiliga sak átti minnilutin altíð hansara megi, men nú vildi ein meiriluti, ið var ein minni- luti gera statskvelt. Tí vildi hann PERSÓNKOYRING TELEFON 216 HUGO ØSTBR forða við at krevja nýtt løg- tingsval. Th. Petersen svaraði Djurhuus aftur at siður var ikki á tingi at greiða atkvøðu eflir aldri. Til Dam segði hann: Vit eru altíð klárir at taka val, lá vit hava útint fólksins vilja, og teir sum hava bjóðað Ioysing hava handað yvir. A. Samuelsen fanst at donsku sljórnini, hon hevði ongan rælt til at útlala seg, fyrr enn hon hevði fingió boð frá ting- inum (mangt er í neyðini nýtt! fyrr plagar Andrass ikki at um- boða slíka meining!). Annars royndi hann at vera stuttligur við at losa um tystar kamelar í Føroyska studentafelagnum í København o. s. fr., men hvørki tingmenn ella áhoyrarar hildu hann vera stultligan. Kr. Djurhuus og A. Samuelsen høvdu aftur nakrar atfinningar um atkvøðuna. A. Sørensen gav eitt sakligt yvirlit yvir gongdina á tingi tá sendimenninir vóru aflurkomnir, og vfðari upp lil at fólkaatkvøð- an var samlykt. Har prógvaði hann at sambandsmenn og socialistar høvdu kravl og fingið atkvøðuna, og nú var einki at trætast um. Jákup í Jákupsstovu segði við Kr. Djurhuus at tá hann bæði var valbarur og hevði atkvøðu- rætt eftir lingsins avgerð, mundi hann eisini vera búgvin at taka eina avgerð. (Framh. á síður 4.) Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES lÍÍ'n.. | allar bestu kvalitetum. '<**¦' S. H0ULBER6 A/s 0TT0 JACOBSEN Vestmanna Fedevarer- Pølser- Leverpostej og Konservesfabriker Tlf. 1 & 41 KØDBYEN Statskontrol 352 KØBENHAVN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.