Tímin - 03.10.1946, Page 1
NUMMAR 38
HÓSDAGIN 3. OKTOBER 1946
4. ÁRGANGUR
Bókadagur
Komandi leygardag verðnreitt
nýlt tiltak gjørt, sum kanska fer
al vera okkara mentunnarlívi lil
stóran bata. Henda rovnd til at
seta ein vissan dag sum bóka-
dag, so at hugurin lil bókakeyp
fær ein eykasluðul, er væl kend
í øórum londum, bar vissir dag-
ar eru ásetlir lil at fremja viss
samfelagsgagnlig endamál, og bar
roynast slíkar dagar ógviligavæl.
Hugurin lijá okkum til ai
keypa føroyskar bøkur hevur
ikki verið ovurhonds framman-
undan krígnum, men í kríggs-
árunum vaks hann stórliga or-
sakað av tí, at bíligur danskur
lestur var lítil og eingin at fáa.
Har var aftur tann meinbogin
at tá fólk fekk ráð og hug at
keypa bøkur, vóru lær ikki at
fáa, tí at pappírstrotið forðaði
mongum útgávum, fólk keyptu
tí tær bøkur, sum vóru at fáa,
ofta útkomnar fyri íleiri árum
síðan; men úrslitið er tó so goll,
at mangar bøkur sum høvdu
ligið í áravís, nú eru uppseldar.
Her kann vera lagt til merkis,
at tað hava heldur verið ráðini
enn hugurin, súm hava tarnað
føroyingum í at vera so bóka-
keyjjandi, sum aðrar tjóðir. Tað
vísirseg eisini nú aftaná krfggið,
at føroyskar bøkur verða seldar
betur enn fyrr.
Soslalt eru nú líkindi lil at
fáa nakað munandi burtur úr
hesum degi føroyskari bókasølu
til fraina, tá so mangir góðir
menn taka sær um reiggj.
Fólk fáa nú sendandi í hvørt
hús í landinum ein lista y'vir
bøkur og bløð, sum eru at fáa
og eru harí 237 nr. Tað er sjálv-
sagt einki stórt tal, men tó so
frægt, al ein og hvør man har
finna okkurl, sum honum líkist
á. í Havn og stórbygdunum, har
bókahandlar eru, vera vind-
eyguni full av bókuin, so har
verður kanska læltari at velja
burtur úr; men tað sum um-
ræður er at ein og livør okkara
eftir førimnni roynir al gera síll
lil al bókadagurin, leygardagin
5. oklober, verður lann sluðul,
ið kann geva okkara bókmentan
eitt gott stig framá til at gerast
fólkaogn, sum hon eigur atvera.
Eyðvitað er at peningaútreiðs-
lur fylgja við einum slíkum til-
taki sum hesum, og tí er eisini
hugsað um at fáa pening inn
óbeinleiðis. Fríggjakvøldið verð-
ur kvøldsela í Sjónleikarhúsi-
num við uppleslri, lónleiki og
sangi. Kvøldsetan er fyrireikað
av William Heinesen, og inntøk-
an fer til at gjalda útreiðslur til
bókalislan við.
Vanlnkka
Tá menn týsđagin lossaðu úr
skipi inni á Skála, hendi lann
vanlukka, at Iossibummurin gekk
fyri og rakti ein mann í høvđið,
so at hann doyði við brestin.
Maðurin var hin 25 ára gamli
Edvard Jacobsen av Skála.
Skeiðið í føroyshum
Týskvøldið byrjaðu Joen Da-
vidsen ogTðrarin Evensen skeið-
ió í føroyskum í 2 klassum.
Enn er pláss fyri fleiri næm-
ingum, og leir kunna lekna seg
hjá lærarunum ella koma vió í
realskúlan, har skeiðið hevur
innivist hvørt mána-, miku-
og fríggjakvøld frá kl. 7—9.
i Suðurhavið
Við Barjamu fóru mánadagin
leir føroyingar, sum skulu
við hálendska hvalaveiðifelag-
num »Willem Barentz« í Suður-
havið. Teir vóru um 70 manns,
og skuldu leir gisla í lastini á
Baijamu tann 20 tímar langa
lúrin lil Scrabster í Scotlandi.
Haðan skulu teir eflir jarnbreyl
fara lil London og síðan við
skipi til Amsterdam.
Ør Grønlandi
Nú eiga tey flestu grønlands-
skipini at vera afturkomin, og
øll liava fullan farm, tí nógvur
fiskur hevur verið.
Borgin fekk gotl og væl 400
lons, Auslertitz 190 og Marite 180.
Hesar fríggjar eru farnar til
Københavnar við farminum.
Prístalid
fyri oklober ársfjórðing 1946
er útroknað til 242. Eftir
besi útrokning verða tíma-
lønirnar: grundløn + 143.
Føroya arbeiðarafelag
Týsdagin endaði hin slóra
rættargongdin í Núrnberg, sum
nú hevur staðið við í 250 dagar.
So langa tíð hevur tað tikið
teim sameindu at fella dóm fyri
brotsverk yvir teir, ið slóðu á
odda í Týsklandi í kríggsár-
unum. Dómarnir fullu soleiðis:
Dømdir til at heingjasl:
Hermann Goring, Vilh. von Kei-
tel, Joachim von Rippentrop,
Ernst Kallenbrunner, Seiss-In-
quart, Saukel, Jodl, Hans Frank,
Frich, Julius Streicher og Rosen-
berg. Martin Bormann, sum
vitnir siga seg hava sæð mist
høvdið av eini spreinging, sama
dag, sum Ilitler dóyði, varó eis-
ini dømdur til ai heingjast.
Hesir fingu fongsul:
Rudolf Hess, Funk og Raeder
fyri lívstíð. Speer 20 ár, Baldur
von Schirach 20 ár, Konstantin
von Neurath 15 ár og Donitz
10 ár.
Fríkendir vórðu:
Hjalmar Schachl, Hans Frilzche
og Franz von Papen.
Ákærurna r móti hesum monn-
um vórn setlar upp í hesum 4
reglum:
1. Fyrireikan til álopskríggj.
2. Biolsverk móti heimsfrið-
inum.
PERSÓMOYRINfi
TELEFON 216
HUQO ØSTER
3. Kiíggsbrotsverk.
4. Brotsverk móti mannaættini.
Teir deyðadømdu skulu heingj-
ast um einar 14 dagar. Dómar-
nir kunnu ikki leggjast fyri
hægri dómstól. Tó hevur hin
sameinda nevndin í Berlin ræði
lil at flnnast at dómunum, og
Russarnir sigast vilja krevja at
lless verður eisini hongdur.
Flestu av teimum dømdu
hava a|)pellerað til nevndina í
Berlin; teirra millum verjarin
hjá Martin Bormann.
Goring og Keilel hava biðið
um at verða avlívaðir á kríggs-
mannahátt.
Russisk bløð froa seg um
dómarnar, ló at ley halda teir
vera nakað linar hjá summun.
Nú, tá hesir dómar eru fallnir,
hava vit eina lýðiliga ávaring
til teir, sum fyrireika næsta
álopskríggj, sigur Pravda.
Eingilskl blað heldur, at leir
devðadømdu gera Hiller ov stóra
lænastu við at doyggja, og mælir
tí lil at teir verða settir á eina
útoyggj eins og Napoleon á
sinni.
Kvøldseta
í sambaudi við Bókadagin verður fríggjakvøldið 4. oklober
kl. 8 kvøldseta í Sjónleikarhúsinum.
Upplestur. — Tónleikur. — Songur.
Rigmor Restorff Rasmussen, Sverre Patursson, Hans A. Djurhuus,
Clir. Matras, Heðin Brú, Erik Petersen, Sverri Dahl og Karsten Hoydal.
Atgongumcrkir (3.00 kr.) vcrða at fáa frá hósdegnum í Hjalmar Jacobscns
Bókahandli og H. N. Jacobsens Bókahandli.