Tímin


Tímin - 03.10.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 03.10.1946, Blaðsíða 3
Nr. 38. 4. árg. TIMIN 3. oktober 1946 „Orienterino“ fyri neyðini í hesum døgum eru nakrir danskir politikkarar í Havn lil at »orienlera« seg um 'viður- skiftini. Al tað ikki eru bert teir hægstu politikkarar ió kunna hava fyri neyðini at luigsa um at fáa sær kunnleika um viður- skiftini í teirra fyrrverandi »nordligsle Amt«, kunna vit sfggja í donskum bløðttm. Sum vitiligt er, hava ley skrivað nógv um Føroyar seinastu Ifðina, men at teirra Iesarar vera meira upplýstir av tí, er lílið hugsandi. Berl. Tidende. kanslca lað mætasta danska blaðið, hevur 25. sept. stóra grein unt Føroyar. Har verður sagl frá, al iøgtings- val fer altíð fram sunnudag og valt verður tvær ferðir(!?), so at valið í november verður sunnudagarnar 3. og 10. ella 10. og 17. Yið slórum slavum sigur Berl. Tidende eins og hini bløðini fyri 1000 ferð: „Færøerne koster Danmark flere Millioner aarlig.“ So verður roknað upp, al vit fingu frá danska statinum 2—3 milliónir um árið undan kríg- num. Tó al føroyingar í løluni hava væl av pengum, so frøir blaðið seg lil framtíðina, »naar de gyldne Tider er forbi,« lí at »đet færøske Samfund har aldrig økonomisk kunnet slaa paa egne Ben.« Hevði skrivari Berl. Tidendes verið miðlinga uppiýstir, hevði hann verið førur fyri at greitl lesarum sínum frá, hvussu mangar milliónir Danmark hevur vunnið úr Føroyum síðan kríggið endaði, umframt tað, ið vunnið var undan krígnum, haraftrat kundi hann so suut teimum, at Føroyar í meira enn túsund ár hava staðið »økono- misk paa egne Ben« og hartil havt ráð at givið danska kong- inum og danska rfkinum slórar inntøkur. Um størsla politiska flokk í 'Føroyum sigur blaðið: »Folke- flokken er en meget broget For- samling, der spænder fra engefsk orienterede Kapilalistkredse — det er dem, der financierer Be- vægelsen — til yderligtgaa^nde Kommunister, blandt *hvilke mange af inlellekluelt Tilsnit, som under Ivrigen levede i Dan- mark paa den danske Stats Be- kostning. Allerede dengang fik man hos disse Kredse Indlryk af et ubændigt Had til alt, hvad der er dansk« o. s. fr. Aftaná slíka umlalu og metan av minnitali innanfyri rfkió, kann tað ikki undra, at slík donsk bløð í hesum døgum krevja stórar partar av Týsk- landi lagdar undir Danmark. Hvalaveiðin Við Áir hava teir nú fingið 63 hvalir. Sirra lievur 35 og Heykur 28. Nýggj skúlabók H. Bærentsen og J. M. Kjeld: Nýtsluplantmp 3Z bls. Norrøna Forlagió — Tórshavn Beinl uppundir Bókadagin er henda fitta skúlabókin komin. Ætlandi koma fleiri av sama slag, tí henda er nevnd 1. lesihefti, og tað er frøandi, at menn eru hugaðir lil al bøta um tað Irot av skúlabókum, sum hjá okkum er. Heríhesi lítlu hók ergreittfrá høvuðsnýtsluplantunum : Iíaffi, Te, Kakao, Sukur og Tubbak, livar tær vaksa, og hvussu tær vera handfarnar, áðrenn tær kunna nýlast lil matna. Tá trot er á skúlabókum er væl einki al ivast í at livør nýl- andi læribók á móðurmálinum kemur inn um skúlagátl; og tað rokna vil við at henda eisini kemur. Hon hevur tað uppi- borið, og bókadagin eigur hvørt skúlabarn al fáa sær hana. Lygnari og lygn Undrandi mundi mangurmað- ur lesa Dimmu fyri kortum, har hon í ørum illsinni leggst á Norómenn lí eitt blað í Oslo hevur talað at lí óhóskandi framferð, ið danska stjórnin vísir móti Føroyum við at senda kríggsskip eflir føroying- um aftaná fólkaalkvøðuna. Dimma smæðist ikki fyri at hótta Noreg og norðmenn, tí at teir hava logið uppá donsku stjórnina. Eftir hennara frásøgn hevur ikki verið í lonkunum hjá donsku stjórnini at senda nakað kríggsskip lil Føroyar, nei, bert eilt neyðars friðarligt farmaskip kom higar av óvart. Seinaslu donsku hløðini (um- framl radioin) geva Dimmu ikki rætt í hesum pástandi. Har stendur við svørlum stavum á livílum at stjórnin hevur givið Thetis snarboð um at fara lil Føroya. Og her kunna vit síggja kríggsskipið enn. Haraftrat gav sTjórnin boð lil korvettina »Niels ■Æbbesen« um at fara til Havnar við sendimonnunum frá ríkis- degnum. Henda ætlan varð broytt, helst lí at tvey krfggs- skip vóru ov mikið í fólkaeyg- um. Hvor er nú lygnari Dimma ella danska stjórnin? Aflur í gjár brigslar Dimma einum blaði at lað hevur logið uppá danska Fiskaiíbankan at hann hevur steðgað lánum til føroyingar. Hetta sigur Dimma er lygn og prógvar við einum lelegrammi frá Fiskeridirek- toratet al eingin broyling er komin í hansara virki. Helta telegram nllan vera komið av »tvingende Omstændigheder« lí prógvað er at Fiskaríbankin hevur fyri fáum døgum síðan kravl menn al goldið aflur lán, sum givin eru til skip, ogøðrum er noklað lovað lán til nýbygg- ing, so al Sjóvinnubankin mátli loysa mannin úr knípu við al læna honum allan peningin. Dimma kann so halda fram við sínum rópum um lygn og lygnarar, lí hennara sannføri er jú almannakent her á landi. Nú líkindi eru til tað, kan hon jú geva donsku sendimonnunum dømi um sannføri hjá »Dansk- hedens Forkæmpere paa F'ærø- erne.« AnsiS efiir! Síðan foroyingar fóru undir saltfiskaveiði aflur, hevur stórur eflirspurningur verið, og prís- irnir liava verið javnliga hækk- andi. Góð líkindi hava lí verið at vænta fyri saltfiskasøluna; men sum so mangan fyrr hevur hent her á landi, lá goldið hevur um al lingið tað besta úrslit fyri heildina úr útflutninginum, so hava einslakir, sum hava hildið seg kunna fingið ein vinning í løluni, gingið óregluligar vegir og á tann hált verið lanđinum sum heild til skaða; soleiðis tykisl eisini at vera nú. Fyri saltfisk hevur fingist góð- ur prísur, men kortinj eru menn so lítið umhugsnir, at teir selja fyri so nógv minni at munur kann vera meira enn 10 oyru uppá kg. Her treingir tí tii, at saltfiskasølan verður eftiransað í felagsskapi, so at hon ikki verður forkomin av undirbjóð- ing. Nú, tá fleiri og fleiri skip fiska lil al salta, og soleiðis skuldu givið nógmikið av sølu- vøru, er ein annar vandi fyri hond, sum kann koma at vera skaðiíigur. Tað er tann leiðin, sum kanska fleiri longu ætla at fara inn á, at keypa saltfisk úr útlondum bíliga og selja hann so aftur úr Føroyum sum føroyskan fisk, kanska við vinn- ingi í løtuni. Men har mugu vit minnast til, at skjótt kann vera at fylla okkara marknað, og tá skulu prísirnir skjótt fara at falla, og okkara land verður tá við sviðið soð, tf at ov illa var ansað eftir. Vit eiga at minn- asl til, at í útflutningshandli verður ikki spurt eftir skyldskapi; tað, ið vil ikki kunna sleppa av við, fáa vit ongan annan til at hjálpa okkum við, og tí hava vit onga grund til al spilla okk- ara sølumøguleikar við at hjálpa øðrum londum av við sítt avlop. Her íná tí ansast eftir áðrenn ov seint er. Bacalao H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Hoyring við vøruvogni og persónvogni Licitatión Tórshavnar kommuna bjóðar av nýggjum fram at gera tvær lilætlaðar kommunalar selhúsalongdir við fleiri búsløðum. Uppá hesi arbeiðir og tilfar kann bjóðast hvørt at sær: 1. Betong- og timburarbeiði. 2. Snikkaraarbeiði. 3. Blikksmiðuarbeiði. 4. Komfýrar og ovnar. 5. Elektrisk innstallatión. 6. Málaraarbeiði. Frágreiðing, trevtir og lekningar fáast til láns ímóti 15 kr. í veðgjaldi hjá H.C. W. Tórgarð, arkitekli, telf. 280, sum eisini, um tað krevst, sigur nærri frá arbeiðinum. Skrivlig boð í aflurlatnum konvolutti merktur skommunal húsabyggjan« verða send býráðsskrivstovuni í seinasta lagi týsdagin tann 15. oktober 1946, kl. 12 á middegi, og lá opnað, meðan teir, ið boðið hava, eru hjá. Tekniska nevnd Tórshavnar býráðs, lann 1. oktober 1946 Amerikanskir pmmistiviar (8/4-langir og stuttir) ArbefiðS8k]UrtUr (myrkabláar, ljósabláar og khaki) C. C. JOHANSEN tij. so Tórshavnar tekniski skúli byrjar kvøldskúlan mánadagin tann 7. oklober kl. 19. Teir, ið skulu lultaka, biðj- asl melda seg hjá Steingrim Winther, telefon 138, innan 5. oklober.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.