Tímin


Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. I leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 39 HÓSDAQIN 10. OKTOBER 1946 4. ÁRQANQUR H.B. hevur aðalfund 26. oktober kl. 8 í húsum Havnar Telvinga- felags. Dagsskrá eftir lógini. Havn, 9. oktober 1946. Nevndin Bókadagurin eydnaðist væl Leygardagurin seinasf, ið var settur til bókadag, var eisini góður í veðrinum. I Havn, ið hvussu var, hevði dagurin ein serligan dám, við teim mongu plakatunum úli og vindeygunum í bókasølunum fullum av føroyskum bókum. Seinraparlin av degnum serliga var so mikið av bókakeypandi fólki, at fað minti um jóllíðir. Eisini í teim slørru bygdunum er væl selt av bókum. Urslitið av degnum kann tí sigast at vera heilf gott, og henda fyrsta royndin við bóka- degnum eggjar til at halda fram at styðja føroyskar bókmentir. Kvøldsetan í Sjónleikarhús- inum fríggjakvøldið fekk so at siga fult hús, og fór peningurin til at gjalda bókalislan við. Upplestur, songur og lónleik- ur eydnaðist væl pá sín vís, men kortini var ikki rætíur kvøld- seludámur inni; tí eisini hesa- ferð — sum vit so ofla hava lyndi til — var lagið alt ov álv- arsamt, so at fólk sólu ein part av tíðini sum til jarðarferð. Hetta mugu vit minnast til: at fáa meira av skemtiligum við á næstu kvøldsetu. Fiskiskapurin Úr íslandi frællist at veðrið hevur verið úl av lagið ringt við stormi og mjørka, so illa hevur borið til hjá trolarunum. Barmur, ið hevur verið burt- ur einar 14 dagar er komin lil Aberdeen við 20Q0 køssum. Leivur Øssurson og Fossur hava seinastu dagarnar krokað á Seyðisfirði. Týski trolarin Frantz Wesler- mann úr Wesermiinde var á Havnini mánadagin eftir vatni. Hann hevði fingið 2000 senln- arar í íslandi. At kæri drongur mín, sonur, beiggi, svigarsonur og svágur okkara BERQUR doyði á Finsensinstitut 6. í h. verður gjørt kunnugt fyri frændum og vinum. Sandur, 7. oktober 1946. Marita Pállsdóttur Kristina og Sigvald Djurhuus Trolarar Leygarmorgunin kom Sild- berin, trolarin hjá Chr. Holm Jacobsen, á Havnina. Hann er umvældur í Aarhus, og sær út sum nýggjur. Hann er 145 føtur langur. Skipari er Hans J. Isak- sen úr Klakksvík. Til Onglands er fólk farið eftir trolaranum Gøtu Trónda, sum gøtumenn hava keypt. Richard Jacobsen úr Klakksvík skal vera skipari. Trolarin hjá p/f Tindur í Húsavík kemur eisini fyrsta dagin til landið. Hann eitur Heini Havreki, og skipari verður Napoleon Johannesen úr Havn. Annars eru fleiri trolarar keyptur úr Islandi, sum bert bíða eftir úlflutningsloyvi. Teir eru aliir veiðiklárir. Flogvanlukka Mánadagin hendi stór van- lukka í Haag í Hálandi. Ein flúgvari skuldi gera roysni uppi yvir húsunum hjá foreldrunum, men misti ræðið á flogfarinum, sum rendi gjøgnum lakið 6 einum skúla; eldur kom í, og benzinið rann brennandi niður í eina skúlastovu, har einir 20—30 næmingar vóru inni; flestu av leimum brendust íhel. Eini 25 fólk eru deyð til nú av hesi vanlukku. H. B. hevur fund í kvøld kl. 8 í húsum Havnar Telvingafelags. Havn, 10. oktober 1946. NEVNDIN Spóovin eilur nýggja skipið, sum løg- tingið hevur keypt til sigling oyggjanna millum aftrat Smirli. Hann kom hósdagin á Havnina og fór upp á beding til at lætta slevnirørið, sum lak eitl sindur. Nú verður hann lagdur fyri íla, tí eingin stjórn er í landinum til at seta hann til arbeiðis. Spógvin hevur verið nýttur til at taka minur upp, og krevur tí at verða nakað umbygdur. Hann koslaði 7000 pd. st., er 118 følur Iangur og gongur van- ligt 11—12 fjórðingar um tíman við sínum sterka dieselmolori. S. E. V. 1. oktober varð stovnað í ting- húsinum í Havn hitt nýggja felagið av kommunum.sum skal gera tað stóra elektricitetsverkið við Fossá í Vestmanna. Felagið fær navnið S.E.V., ið er saman- sett av Streymoy, Eysluroy og Vágoy; hesar oyggjar skulu í l'elag nýta elektrisku kraftina. tlavnin er ikki við sum limur, PERSÓNHOYRING TELEFON 216 HUG0 ØSTER H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyrino við vøruvogni og persónvogni Uiiij Kontormand (D.n.k.r) ønsker Slilling paa Kontor i Thorshavn. Henvendelse til Telf. 383 men hevur pliktað seg til at keypa so mikið av streymi, sum nýtist til kóking, hiling o. a. fyri sama prís, sum hinar komm- unurnar lata. Verkið er ætlað liðugt uin stív tvey ár. Skipasaitlbandið Leith — Føroyar Oktober, november og desember 1946: Tikið verður fmóti Sigling úr vørum í Leith til: Sigling úr Leith : Føroyum um : 2. oklober 4. oktober 10. oktober 16. — 18. - 24. - 30. — 1. november 7. november 13. november 15. - 21. - 27. — 29. — 5. desember 11. desember 13. desember 19. — 25. — 27. — 2. jan. 1947 « P.f Skipafelagið Foroyar Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK .,#>^«W- °e—VES fáA¦áø'^^-^^Á^^^.^^^M^m^^ i allar bestu kvalitetum. UMBOÐ: 0TT0 JAC0BSEN S. H0ULBER6 A/s Vestmanna Tlf.l&41 KØDBYEN Fedevarer- Pølser- Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØBENHAVN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.