Tímin


Tímin - 10.10.1946, Qupperneq 1

Tímin - 10.10.1946, Qupperneq 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr ársfjórðingin. 1 ieyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 39 HÓSDAQIN 10. 0KT0BER 1946 4. ÁRQANQUR H. B. hevur aðalfund 26. oktober kl. 8 í húsum Havnar Telvinga- felags. Dagsskrá eftir lógini. Havn, 9. oktober 1946. Nevndin Bókadagurin eydnaOist væl Leygardagurin seinasf, ið var settur til bókadag, var eisini góður I veðrinum. í Havn, ið hvussu var, hevði dagtirin ein serligan dám, við teim mongu plakatunum úli og vindeygunum í bókasølunum fullum av føroyskum bókum. Seinrapartin av degnum serliga var so mikið av bókakeypandi fólki, at lað minti um jóltíðir. Eisini í teim slørru bygđunum er væl selt av bókum. Urslitið av degnum kann tí sigast at vera heilt gott, og henda fyrsta royndin við bóka- degnum eggjar til at halda fram at styðja føroyskar bókmentir. Kvøldsetan í Sjónleikarhús- inum fríggjakvøldið fekk so at siga fult hús, og fór peningurin til at gjalda bókalislan við. Upplestur, songur og lónleik- ur eydnaðist væl pá sín vís, men kortini var ikki rættur kvøld- setudámur inni; tí eisini hesa- ferð — sum vit so ofta hava lyndi til — var lagið alt ov álv- arsamt, so at fólk sótu ein part av tíðini sum lil jarðarferð. Hetta mugu vit minnast til: at fáa meira av skemtiligum við á næstu kvøldsetu. Fiskiskapurin Úr íslandi frættist at veðrið hevur verið úl av lagið ringt við stormi og mjørka, so illa hevur borið lil hjá trolarunum. Barmur, ið hevur verið burt- ur einar 14 dagar er komin til Aberdeen við 2000 køssum. Leivur Øssurson og Fossur hava seinastu dagarnar krokað á Seyðisfirði. Týski trolarin Frantz Wesler- mann úr Wesermúnde var á Havnini mánadagin eftir vatni. Hann hevði fingið 2000 senln- arar í íslandi. At kæri drongur mín, sonur, beiggi, svigarsonur og svágur okkara BERQUR doyði á Finsensinstitut 6. í h. verður gjørt kunnugt fyri frændum og vinum. Sandur, 7. oktober 1946. Marita Pállsdóttur Kristina og Sigvald Djurhuus Trolarar Leygarmorgunin kom Sild- berin, trolarin hjá Chr. Holm Jacobsen, á Havnina. Hann er umvældur í Aarhus, og sær út sum nýggjur. Hann er 145 føtur langur. Skipari er Hans J. Isak- sen úr Klakksvík. Til Onglands er fólk farið eftir trolaranum Gøtu Trónda, sum gøtumenn hava keypt. Richard Jacobsen úr Klakksvík skal vera skipari. Trolarin bjá p/f Tindur í Húsavík kemur eisini fyrsta dagin til landið. Hann eitur Heini Havreki, og skipari verður Napoleon Johannesen úr Havn. Annars eru fleiri trolarar keyptur úr Islandi, sum bert bíða eftir úlílutningsloyvi. Teir eru allir veiðiklárir. Flogvanlukka Mánadagin hendi stór van- lukka í Haag í Hálandi. Ein flúgvari skuldi gera roysni uppi yvir húsunum hjá foreldrunum, men misli ræðið á flogfarinum, suin rendi gjøgnum lakið á einum skúla; eldur kom í, og benzinið rann brennandi niður í eina skúlastovu, har einir 20—30 næmingar vóru inni; flestu av teimum brendust íhel. Eini 25 fólk eru deyð til nú av hesi vanlukku. H. B. hevur fund í kvøld kl. 8 í húsum HavnarTelvingafelags. Havn, 10. oktober 1946. NEVNDIN Spðgvin eilur nýggja skipið, sum løg- tingið hevur keypl til sigling oyggjanna miilum aftrat Smirli. Hann kom hósdagin á Havnina og fór upp á beding til at tætla stevnirørið, sum lak eill sindur. Nú verður hann lagdur fyri íla, tf eingin stjórn er í landinum til at seta hann til arbeiðis. Spógvin hevur verið nýttur til at taka minur upp, og krevur lí al verða nakað umbygdur. Hann koslaði 7000 pd. st., er 118 føtur langur og gongur van- ligt 11—12 fjórðingar um tíman við sínum sterka dieselmolori. S. E. V. 1. oktober varð stovnað í ting- húsinum í Havn hitt nýggja felagið av konimunum.sum skal gera tað stóra elektricitetsverkið við Fossá í Vestmanna. Felagið fær navnið S.E.V., ið er saman- sett av Streymoy, Eysluroy og Vágoy; hesar oyggjar skulu í felag nýla elektrisku kraftina. Havnin er ikki við sum limur, PERSÓNKOYRING TELEFON 216 HUQO ØSTER H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvogni og persónvogni Ung Rontormand ønsker Stilling paa Kontor i Thorshavn. Henvendelse til Telf. 383 men hevur pliktað seg lil at keypa so mikið av streymi, sum nýlist lil kóking, hiting o. a. fyri sama prís, sum hinar komm- unurnar lata. Verkið er ætlað liðugl um stív tvey ár. Leith — Føroyar Oktober, november og desember 1946: Tikið verður ínióti vørum í Leith til: 2. oldober 16. — 30. — 13. november 27. — 11. desember 25. — Sigling úr Leith: 4. oktober 18. — 1. november 15. — 29. — 13. desember 27. Sigling úr Føroyum um: 10. oktober 24. — 7. november 21. — 5. desember 19. —- 2. jan. 1947 P.f Skipafelagið Føroyar Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES S. HOULBERG A/s Vestmanna Fedevarer- Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker Tlf. 1 & 41 UMBOÐ: 0TT0 JAC0BSEN KØDBYEN Statskontrol 352 KØBENHAVN JF

x

Tímin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.