Tímin


Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 10.10.1946, Blaðsíða 2
Nr. 39. 4. árg. TIMIN iíwtu lWr-39l Hósdagin 10. oktober 1946. Útgevari: Havnar Frambnrðstelag. Ábyrgdarmaður: Einar Joensen Avgreiðsla: Telefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Halđaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm á forsíðuni, aðrastaðni: 10 oyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtalu). Danska sendimannaferðin Mánadagin komu donsku sendi- menninir aftur úr Havn til Køben- havnar, og um kvøldið greiddi formaðurin Eriksen búnaðarminist- ari f radio frá úrslitinum av ferðini. Hann tóktist at'vera ovfarin av blíðskapinum teir høvdu møtt her, og annars hevði hann áhugaverd ting at siga frá. Teir høvdu boðið øllum politiskum flokkum til sín umborð á „Hroar“, men Fólka- flokkurin vildi bert samráðast, um sendinevndin váttaði at suvereni- teturin var hjá tí føroyska fólk- inum. Hetta helt Eriksen vera eina sjáivfylgju at nokta, tó at hann við himmalvendum eygum segði at danskarar vildu bert samráðast eftir fólkarættsligum reglum, og at teir fult út samtyktu at føroy- ingar — eins og aðrar tjóðir — høvdu sín sjálvavgerðarrætt(!?). Aftaná hetta svar segði Fólka- flokkurin seg einki hava at sam- ráðast um. Síðan greiddi hann frá samráðingunum, sum farnar vóru fram við hinar 3 sambands- flokkarnar umboðaðir av A. Sa- muelsen, P. M. Dam og Louis Zachariasen. Hetta vóru aðrir menn at hava við at gera! „For- handlingerne forløb i den største Harmoni ... og de tre Partier gav Udtryk for nøjagtig de samme Synspunkter som DeIegationen“ (ja tað er einki at ivast í!) Tað, ið frøddi Eriksen mest á ferðini, var tað sterka hjartalag, ið hesir tríggir menn lovaðu at hjálpa Danskinum við at knýta sam- bandið fast aftur. Sendinevndin var so ovurglað, at teir høvdu næstan ikki nóg sterk orð til at lova teimum sømdir afturfyri. Eftir hesum samráðingum segði Eriksen seg ikki ivast í at til Iøg- tingsvalið fór at vera eitt stórt sambandsfleirtal!! Sostatt heldur hann sendinevndina hava røkt síni ørindi, og vit fáa at vita, at „orienteringin“ hevur haft til enda- mál at taka úrslitið av fólkaat- kvøðuniavfótum. Ósmæðin stend- ur ein danskur ministari og sigur fyri øllum heiminum at teir, (tó at teir sjálvandi játta at øll •fólk, eisini tað føroyska, eiga sjálvav- gerðarrætt) av øllum alvi og við øllum knepum royna at kollvelta eina fólkaatkvøðu, sum teir sjálvir settu I verk, tí at hon gongur teim- um ímóti. Danska stjórnin man hava eina løgna hugsan, tá hon ikki tykist síggja tann látur, henn- ara gerð vekjur í útheiminum: Fyrst at geva Føroyingum av- gerandi kor at velja: Antin í felag við okkum eftir okkara treytum ella loysing úr øllum felagsskapi við danska ríki. Tá ið nú føroy- ingar hava kosið, og úrslitið er mótsett tí, sum danska stjórnin roknaði við, gongur hon frá sín- um orði og sigur: Nei, hatta var ikki meint avgerandi, tit mugu velja umaftur. Og óivað vilja danskarar, at um úrslitið ikki er teimum eftir vild, skal verða valt umaftur inntil sambandið hevur fingið yvirlutan. At teir hava lopið framav, við at trúgva at føroyingar lótu seg ræða til at vera danskarar, kunna teir ikki bøta aftur við at bróta orð ella við mongum løgtings- valum upp í saman. Vit hava 14. september givið teimum svar, sum umbiðið var, og teir skulu fáa satna svarið 8. november. Rnssisk-saoibandsk propaganda Aftaná at P. M. Dam er opin- lýst farin yvir til reina sambanqls- støðu, var væntandi at hoyra okkurt serligt frá hansara propa- gandavirki. So er eisini. Mána- dagin kom Føroya Social-Demo- kratur út, men hann var lítið føroyskur á málinum, heldur kundi lesararnir halda seg hava fingið fatur á einum føroyskum blað úr Moskva frá uppreisnar- tíðini móti Zarveldinum. Ong- um var tónin í hesum Social- Demokrati líkari enn teimum ovurspentu greinunum, ið ein kann lesa frá teirri tíðini í Russ- landi, tá hitt kúgaða fólkið tók ræðið. Eftir Socialinum at døma, eru teir, sum vilja hava at før- oyingar skulu hava ræðið í Før- oyum og ikki danskarar, einki uttan vituggir og ódjór av versta slag, sum súgva blóðið úr faðir- leysum og einkjum, ikki ein finnur náði fyri harra Dams eyg- um, og »hevði hann makt, sum hann hevur akt«, høvdu allir loysingarmenn fingið minst líka harðan dóm, sum teir í Núrnberg. Dam rópar við grátirødd, at hann hugsar bert um frælsið hjá tí minnimenta, men tað merk- iliga er, at hann vil hava føroy- ingar at trúgva, at frælsi kann bert fáast, tá Føroyar eru undir Danmark; fáa vit loysing, so verður bert trælaband til hin meiniga mannin, tí at teir fáu blóðsúgvararnir — ríkmenninir — fara at taka alt ræðið. Tó sigur hann eisini, at møguleikar eru fyri at fáa socialismuna ígjøgnum, um vit fáa loysing. Tað má tí standa §um ein gáta fyri fólki, hví hann kortini vil hava samband heldur enn loys- ing. So býtt er fólk tó ikki, at tey halda nakrar fáar ríkmenn hava meira vald enn mangir túsund veljarar i einum demo- kratiskum samfelag, og annað enn demokratiskt kann eitt sjálv- stýrt føroyskt samfelag ikki vera. Nógv man standa á socialista- føraranum, tá hann tekur at verja sambandið við so vánaligum dømum sum í mánadags-social- inum. Hann dregur fram aftur tey skrimsl, sum hann hevur havt í seinastu tíðini at ræða fólk við. Høvuðsendamálið hjá honum tykist vera at avfólka Føroyar, tí alt rópar hann upp um bú- arbeiðs- og lærdómsrættin í Danmark, sum vit missa. At vit kunna skapa livilig kor í Før- oyum, heldur hann ikki vera vert at hugsa um. Nei, »frælsið«, ið hann lokkar Føroya ungdóm við, eru olmussupláss í Danmark, á mangan hátt, við harav fylgj- andi brigsli frá danskari síðu, heldur enn hann manar føroy- ingar til at mennast sum aðrar tjóðir, og byggja sítt land upp, sum tað sømir rættum frælsum monnum. Men henda ætlan hansara man ikki bera til, tí heldur enn liva av danskari olmussu vilja ungir føroyingar arbeiða í Føroyum, sær sjálvum til frama, so at kom- andi slektir vera javnbjóðis øðrum tjóðum í kunnleika, dugileika og vælstandi; teir kenna enn, at »søtur er sjálvgivin biti.« Vit kunna bert taka eitt nær- liggjandi dømi, sum átti at tept Dam við sambandspropagandaini um at føroyingar fara til grundar, tá ið teir fáa loysing, tí at vit eru ov fáir. Her er t. d. eitt land, sum eitur ísland, tað hevur bert 4 ferð so mikið fólk, sum Før- oyar, men eitt landaøkið, sum er mangar 10 ferð so dýrt at røkja; tó man Dam ikki í dag tora at siga, at íslendskir arbeið- arar eru ófrælsir; og hvat hevði hann sagt, um socialistarnir í ís- landi fóru at øsa fólkið upp til at fáa samband við Danmark aftur? Hevði hann hildið nógv um teir? Hví skal hann tá meta føroyingar so lágt, at hann heldur teir ikki kunna liva uttan danska daddu? Socialurin og upplýsing Føroya Social-Demokratur hevur eina grein seinasta mánadag, har hann hevur tikið somu vápn upp aftur, sum sambandið hevur nýtt frá 1906 og úteftir, til at for- dumma fólkið við. Nú kunna føroyingar sjálvir síggja, hvat slag av frælsi, javnað og bróð- urskapi Føroya Social-Demokratur roynir at geva teimum; ovgóð mátti socialisman verið til at nýtt sum verja fyri óvitsku og for- dummilsi til at tøla føroyskar arbeiðarar og fiskimenn til at kasta seg undir eitt annað lands náði og ónáði. Tað er stórliga 10. oktober 1946 ____________________________M at 'undra, at so vitugir menn, sum standa á odda 1 Socialinum, skulu koma sær at senda slíkt tvætl út millum upplýstan ung- dóm 1 Føroyum, sum hetta »at kongsbøndur komu tuskandi til Havnar at vissa sær kongsjørðina til eigindóm.« Ikki nevnir social- urin prísin, men søgusmíðararnir fortaldu í Havnini longu dagin aftaná atkvøðuna, at allir kongs- bøndur í landinum vóru komnir til tingið at krevja kongsjørðina fyri 300. kr. mørkina, og útímóti •kvøldið fór prísurin niður í 150 kr. Mangar líknandi søgur fóru um høvuðsstaðin og landið tá, smíðaðar av »upplýstum« politik- karum, sum á henda hátt ætla at vinna sær ein tingsess. So mein- líkar vóru hesar søgurnar sam- bandssøgunum frá 1906, at sami andi av »framfúsni« og »áræði« 1 man valda í sambandssamgong- uni nú, sum tá. Tó vantar søgan um fleirkonumenn og trælahald o. 1.; men tær koma kanska so við og við fram í Socialinum, lesarunum til fragd. Teir í Niirnberg Sum vitiligt var, hava flestu av teim dømđu í Núrnberg sent bøn um broylan í dómunum til Sameinda ráðið í Berlin. Keitel og Jodl hava biðið um at verða avlívaðir á hermanna hálf. Gø- ring sigur, at.tað ger sær tað sama, anlin hann verður hongd- ur ella skotin. Raeder, sum fekk 20 ár, hevur biðið um at verða dripin ístaðin. Annars luiva 10 fyrrverandi týslcir admiralar sent áheitan til eingilska admiralin Cunningham og biðið hann seta Raeder frían, tí hesin dómur fer at raka einhvønn kríggsflota í heiminum við síni mann- minkan. Allir partar hava nýtt sama kríggshátt, og tí er eingin grund til at døma Raeder burtur úr ølluin teim kríggsførandi. Iíona Jodl hevur sent bøn lil Eisenhower og Montgomery og biðið teir um at geva manni- nuni grið, men Eisenhower sendi telegrammið aftur, og segði seg vera burtur og ferðast. Bert ein av teim deyðadømdu hevur ikki biðið um grið; hann er Ernsl Kaltenbrunner, høvuðs- maður hjá S. S. Albert Speer og Baldur von Schirach halda seg hava fingið hóskandi dóm: 20 ára fongsul. Husaskattur Sambart § 16 I samtyktini fyri Tórshavnar kommunustýri verða øll tey, sum hava av- hent hús síni, tikið tey niður ella annað tílíkt, og sum tí iklci halda seg eiga at lata húsaskatt í framtiðini, biðin um at boða nevndini frá tf áðrenn tann 31. oktober í ár. Tórshavnar líkningarnevnd, 7. oktober 1946

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.