Tímin - 17.10.1946, Side 1
UTGEVARI:
HAVNAR FRAMBURÐSFELAG
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin.
í leyssølu: 15 oyr. eintakið.
NUMMAR 40 HÓSDAGIN 17. 0KT0BER 1946 4. ÁRGANGUR
Samrøda
við
J. WAAGSTEIN
Fyri kortum kom Waagsiein
tónaskald og málari aftur úr
Danmark, har hann hevur søkt
heilsubót; vit hitta hann og
fregnast eftir hvussu ferðin hev-
ur gingist, og hVussu nú gongst
við hansara listarvirki. Her
koma vit at nevna hitt nógv
umrødda lagið til hiri norska
sangin: »TiI dem der falt« av
Gunnar Frøishagen.
Waagstein svarar: Tit mugu
minnast til at ferð mín fyrst og
fremst var fyri heilsubót; men
sjálvandi fylgir man við lí, ið
inleresserar ein. — Her vísir
Waagstein okkum eitt inlerview
í Berl. Tidende, har hansara
lag lil norska sangin verður
umrøtt. Tá eg gjørdi hetta lag
hugsaði eg ikki um, at lað
skuldi verða so víða kent.
Tað kom mest fram av
teim lnigskotum eg fekk av
slríði Norðmanna í kríggsár-
unum. Tað mátti jú hava sterka
ávirkan á okkum, fyrst at síggja
norska kríggsskipið »Frithiof
Nansen« leggja til bryggju her
eftirfylgt av bátum við llj'ggj-
andi, sum livandi myndir av tí
sterka norska frælsisanda, sum
ikki vildi lata seg kúga. Hvør
minnist ikki teir smáu norsku
hvalabátarnar, ið gjørdir til vakt-
alskip ferðaðust dagliga land-
anna millum, ultan at firnast
vandan frá flogførum og kav-
bátum, men tvørturímóti stóðu
teir ofla í blóðigum stríð móti
fíggindanum. Ikki bert vit, men
heila verðin gav Norðmonnum
stóran heiður fyri teirra virki í
krígnum. — Helta lag sum nú
verður sungið um alt Noreg,
passar til sang H. A. Djurhuus:
Til teir ið fórust.
— Hvussu er ansurin fyri
song- og kvæðaløgum í Dan-
mark?
— Eg kann ikki siga annað,
enn at øll Norðanlond hava víst
stóran ans fyri okkara mentun-
arlívi. Eg havi ið hvussu er haft
ta gleði at merkja at míni song-
løg og mín uppteknan av goml-
um sálmaløgum hava verið væl
móttikin í øllum norðanlondum,
Líka áðrenn kríggið brast á fór
triðja nordiska kirkjumusikar-
stevnan fram í Iíøbenhavn, og
vóru Føroyar umboðaðar við 3
av okkara gomlu kirkjuløgum
sungin í Københavns dómkirkju
við dansk-íslendsk-føroysku kon-
sertina. Tíverri kundi eg ikki
móttaka bjóðingini at virka
við vegna heilsubrek, men mín
partur var í góðum hondum,
Elsa Sigfus sang við dómorga-
nisti Púll ísólfsson við orglið.
Svøríki hevur víst okkara gomlu
og nýggju løgum stóran ans og
ivaleyst verða vil umboðaðir við
næstu kirkjumusikarslevnu.
Við eina musikmatine 17. mars
í ár í ráðhúsinum vórðu millum
annað 2 av mínum songløgum
sungin av Radiofoniens Barne-
kor unđir leiðslu av direktrisu
LisJacobsen, og fór hon á eina
musikturnó víða hvar í Dan-
mark.
Eisini hevði eg ta gleði, at
vera boðin í samkomu við mæt-
um útlendskum listarmonnum.
Fyrrverandi stjóri á Det konge-
lige Tealer A. Garde var við,
og ynskti liann at hoyra før-
oyskt mál framborið. Har vóru
so tríggir av mínum sangum
lisnir upp við umseting til
danskt og eingilsld. Hesin stás-
maðurin Garde varð so hug-
tikin, at hann beinanvegin takk-
aði við at siga fram ein sjón-
leik, hann hevði leikað í, um
Johs. Ewald og Arendse Hule-
gaard.
Eisini hevði eg ta fragd at
hoyra løg míni spæld av elitu-
orkestri í København.
íslanđ hevur á sama hált víst
áhuga og framført føroysk løg í
radio. —
Vit spyrja Waagslein um hitt
n}rggja heflið, sum nýliga er
úlkomið, hevur vunnið nógva
framgongd her heima?
— Jú, upplagið fyri Føroyar
er skjótl úlselt.
— Vit spyrja víðari: Hava
tygum nakran nýggjan musik
at senda út?
— Jú, løgtingskantatan, tann
vokali parturin, mannskór, verð-
ur prentaður skjótt. Kgl. kapel-
musikus Stig Heinesen, hevur
lovað at pálaka sær tann instru-
mentala partin. Fyrsti partur av
»Gomul Sálmaløg« er fyri langt
síðan útseldur og kemur væl
slcjótt nýtt upplag. Annar partur
av Gomul Sálmaløg, hevði væl
verið prentaður, um ikki Jákup
Dahl próstur, sum hevur umsett
sálmarnar, fall frá. Chr Matras
doklari, hevur nú lovað at hjálpt
við umsetingararbeióinum.
Nú er at vóna.at tann skikkur,
sum flestu lond aftaná kríggið
hava tikið, at skifta kórferðir
sínámillum, eisini má koma til
okkara. Okkara mannskór má
kunna fara úl og vísa føroyskt
andlit.
— Hvussu er við tygara máln-
ingaframsýningum ?
— Eina serliga áheitan havi
eg í hesum døgunum lingið frá
Onglandi um at halda fram, har
sum eg útstillaði undir krígnum,
men man kann jú ikki røkka
Próstur settur
Sóknarpresturin í Suður-
slreymoy, J. Joensen, er seltur
sum próstur eftir J. Dalil sála.
PERSÓNHOYRING
TELEFON 216
HUQO ØSTER
Fiskasøla
Justa 248 ks. 781 stpd., Royn-
din 307 ks. 948, Grønholmur
203 ks. 610, Eyðbjørg 248 ks.
752, Akranes 169 ks. 512, Vester-
land 124 ks. 381, Vesturleið 208
ks. 622, Vestmanna 107 ks. 237,
Gloltin 324 ks. 835, Jórun 152
ks. 505, Nellie 179 ks. 503, Blá-
fossur 194 ks. 702, Elsa 384 ks.
893, Njarðlingur 118 ks. 427,
Eystnes 263 ks. 937, Norðberg
182 ks. 602, Silver Spray 180 ks.
430, Norðsleinur 120 ks. 483,
Trekroner 83 ks. 352.
Fyrilestur um Grønland
Leygarkvøldið kl. 8 heldur
danskarin Harald Olrik fyrilestur
um Grønland fyrr og nú í Sjón-
leikarhúsinum. Olrik hevur verið
í tænastu í Grønlandi og man
tí kenna væl til viðurskiftini
har. Óivað verður tað tí ein
áhugaverdur fyrilestur at hoyra.
Atgongumerkir fáasl í H. N.
Jacobsens Bókahandli frá kl. 12
fríggjadagin.
Gudstænastur
18. sunnudag e. trin. prædikar
J. Joensen, prestur í Ivirkjubøar
kirkju kl. 12.
Sama dag kl. 5 s. p. verður
gudstænasta í Havnar kirkju
vegna 50-ára dag Meinigheits-
hússins. J. Joensen, prestur,
prædikar.
Vit levera
KJØT-PYLSUR-FLESK
OG KONSERVES
S. H0ULBER6 A/s
Vestmanna Fedevarer-Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker
Tlf. 1 & 41
UMBOÐ:
0TT0 JAC0BSEN
KØDBYEN
Statskontrol 352
KØBENHAVN