Tímin


Tímin - 17.10.1946, Page 1

Tímin - 17.10.1946, Page 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 40 HÓSDAGIN 17. 0KT0BER 1946 4. ÁRGANGUR Samrøda við J. WAAGSTEIN Fyri kortum kom Waagsiein tónaskald og málari aftur úr Danmark, har hann hevur søkt heilsubót; vit hitta hann og fregnast eftir hvussu ferðin hev- ur gingist, og hVussu nú gongst við hansara listarvirki. Her koma vit at nevna hitt nógv umrødda lagið til hiri norska sangin: »TiI dem der falt« av Gunnar Frøishagen. Waagstein svarar: Tit mugu minnast til at ferð mín fyrst og fremst var fyri heilsubót; men sjálvandi fylgir man við lí, ið inleresserar ein. — Her vísir Waagstein okkum eitt inlerview í Berl. Tidende, har hansara lag lil norska sangin verður umrøtt. Tá eg gjørdi hetta lag hugsaði eg ikki um, at lað skuldi verða so víða kent. Tað kom mest fram av teim lnigskotum eg fekk av slríði Norðmanna í kríggsár- unum. Tað mátti jú hava sterka ávirkan á okkum, fyrst at síggja norska kríggsskipið »Frithiof Nansen« leggja til bryggju her eftirfylgt av bátum við llj'ggj- andi, sum livandi myndir av tí sterka norska frælsisanda, sum ikki vildi lata seg kúga. Hvør minnist ikki teir smáu norsku hvalabátarnar, ið gjørdir til vakt- alskip ferðaðust dagliga land- anna millum, ultan at firnast vandan frá flogførum og kav- bátum, men tvørturímóti stóðu teir ofla í blóðigum stríð móti fíggindanum. Ikki bert vit, men heila verðin gav Norðmonnum stóran heiður fyri teirra virki í krígnum. — Helta lag sum nú verður sungið um alt Noreg, passar til sang H. A. Djurhuus: Til teir ið fórust. — Hvussu er ansurin fyri song- og kvæðaløgum í Dan- mark? — Eg kann ikki siga annað, enn at øll Norðanlond hava víst stóran ans fyri okkara mentun- arlívi. Eg havi ið hvussu er haft ta gleði at merkja at míni song- løg og mín uppteknan av goml- um sálmaløgum hava verið væl móttikin í øllum norðanlondum, Líka áðrenn kríggið brast á fór triðja nordiska kirkjumusikar- stevnan fram í Iíøbenhavn, og vóru Føroyar umboðaðar við 3 av okkara gomlu kirkjuløgum sungin í Københavns dómkirkju við dansk-íslendsk-føroysku kon- sertina. Tíverri kundi eg ikki móttaka bjóðingini at virka við vegna heilsubrek, men mín partur var í góðum hondum, Elsa Sigfus sang við dómorga- nisti Púll ísólfsson við orglið. Svøríki hevur víst okkara gomlu og nýggju løgum stóran ans og ivaleyst verða vil umboðaðir við næstu kirkjumusikarslevnu. Við eina musikmatine 17. mars í ár í ráðhúsinum vórðu millum annað 2 av mínum songløgum sungin av Radiofoniens Barne- kor unđir leiðslu av direktrisu LisJacobsen, og fór hon á eina musikturnó víða hvar í Dan- mark. Eisini hevði eg ta gleði, at vera boðin í samkomu við mæt- um útlendskum listarmonnum. Fyrrverandi stjóri á Det konge- lige Tealer A. Garde var við, og ynskti liann at hoyra før- oyskt mál framborið. Har vóru so tríggir av mínum sangum lisnir upp við umseting til danskt og eingilsld. Hesin stás- maðurin Garde varð so hug- tikin, at hann beinanvegin takk- aði við at siga fram ein sjón- leik, hann hevði leikað í, um Johs. Ewald og Arendse Hule- gaard. Eisini hevði eg ta fragd at hoyra løg míni spæld av elitu- orkestri í København. íslanđ hevur á sama hált víst áhuga og framført føroysk løg í radio. — Vit spyrja Waagslein um hitt n}rggja heflið, sum nýliga er úlkomið, hevur vunnið nógva framgongd her heima? — Jú, upplagið fyri Føroyar er skjótl úlselt. — Vit spyrja víðari: Hava tygum nakran nýggjan musik at senda út? — Jú, løgtingskantatan, tann vokali parturin, mannskór, verð- ur prentaður skjótt. Kgl. kapel- musikus Stig Heinesen, hevur lovað at pálaka sær tann instru- mentala partin. Fyrsti partur av »Gomul Sálmaløg« er fyri langt síðan útseldur og kemur væl slcjótt nýtt upplag. Annar partur av Gomul Sálmaløg, hevði væl verið prentaður, um ikki Jákup Dahl próstur, sum hevur umsett sálmarnar, fall frá. Chr Matras doklari, hevur nú lovað at hjálpt við umsetingararbeióinum. Nú er at vóna.at tann skikkur, sum flestu lond aftaná kríggið hava tikið, at skifta kórferðir sínámillum, eisini má koma til okkara. Okkara mannskór má kunna fara úl og vísa føroyskt andlit. — Hvussu er við tygara máln- ingaframsýningum ? — Eina serliga áheitan havi eg í hesum døgunum lingið frá Onglandi um at halda fram, har sum eg útstillaði undir krígnum, men man kann jú ikki røkka Próstur settur Sóknarpresturin í Suður- slreymoy, J. Joensen, er seltur sum próstur eftir J. Dalil sála. PERSÓNHOYRING TELEFON 216 HUQO ØSTER Fiskasøla Justa 248 ks. 781 stpd., Royn- din 307 ks. 948, Grønholmur 203 ks. 610, Eyðbjørg 248 ks. 752, Akranes 169 ks. 512, Vester- land 124 ks. 381, Vesturleið 208 ks. 622, Vestmanna 107 ks. 237, Gloltin 324 ks. 835, Jórun 152 ks. 505, Nellie 179 ks. 503, Blá- fossur 194 ks. 702, Elsa 384 ks. 893, Njarðlingur 118 ks. 427, Eystnes 263 ks. 937, Norðberg 182 ks. 602, Silver Spray 180 ks. 430, Norðsleinur 120 ks. 483, Trekroner 83 ks. 352. Fyrilestur um Grønland Leygarkvøldið kl. 8 heldur danskarin Harald Olrik fyrilestur um Grønland fyrr og nú í Sjón- leikarhúsinum. Olrik hevur verið í tænastu í Grønlandi og man tí kenna væl til viðurskiftini har. Óivað verður tað tí ein áhugaverdur fyrilestur at hoyra. Atgongumerkir fáasl í H. N. Jacobsens Bókahandli frá kl. 12 fríggjadagin. Gudstænastur 18. sunnudag e. trin. prædikar J. Joensen, prestur í Ivirkjubøar kirkju kl. 12. Sama dag kl. 5 s. p. verður gudstænasta í Havnar kirkju vegna 50-ára dag Meinigheits- hússins. J. Joensen, prestur, prædikar. Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES S. H0ULBER6 A/s Vestmanna Fedevarer-Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker Tlf. 1 & 41 UMBOÐ: 0TT0 JAC0BSEN KØDBYEN Statskontrol 352 KØBENHAVN

x

Tímin

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.