Tímin


Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 4

Tímin - 17.10.1946, Blaðsíða 4
Nr. 40. 4. árg. TIMIN 17. oktober 1946 fir Týsklandi. Týskir silđabátar hava fyrstu vikuna í oktober fingið stóran fong á Doggerbankanum. Norð- sjósbátarnir fingu 9500 tons, og var hetta besta vika av árinum. Ur amerikanska partinum av Týsklandi var í september ílutt út fyri 1,8 milliónir dollars. Vør- urnar vóru mest dieselmotorar til Frankaríkis, Leica fotografi- apparatir til U. S. A. og prent- ingarmaskinur til Hálands. Til Amerika eru farnir 20 vís- indamenn, sum skulu arbeiða sum serkønir hjá kríggsídnað- inum. Aftaná at Niirnbergsakin er liðug, skal nú rættargongd fara fram móti teim fremstu stór- monnum í Týsklands handils- skapi og vinnulívi í kríggstíðini, boðar amerikanski ákærarin Jackson i einum boðskapi til Truman. Hetta er ein partur av arbeiðinum lil at avnazificera Týskland, sigur hann. Yvirvaldið í amerikanska part- inum vil nú ikki góðtaka teir dómar móti kríggssekum, sum sagdir eru í hinum partinum av Týsklandi; 'teir vilja taka allar sakir uppaftur móti monnum, sum koma inn um markið til at fáa arbeiði, sjálvt um teir eru fríkendir einaferð. Úr U.S.A. Um 3 vikur skal val vera til kongressina, og valstríðið leikar nú sum harðast. Eitt evni, sum nógv verður nýtt móti demokrat- unum, ið sita við ræðið, er kjøt- loysið í landinum. Orsakað av príseftiransingini siga búnaðar- menninir at teir kunna ikki selja kjøt, tí prísirnir eru ov lágir; av teirri orsøk hevur feskt kjøt ikki verið at fingið í fleiri vikur. Tru- man presidentur segði frá I eini røðu fyrradagin, at nú skuldi prís- eftiransingin við kjøti verða av- tikin, og aðrar neyðsynjarvørur skuldu eisini vera undantiknar. Hetta segði hann vera orsakað av'tf, at einstakir ríkmenn, ið høvdu verið óvinir Roosewelts, royndu at fáa sær politiskan vinn- ing við at keypa alt kjøtið upp, so at einki kom í handilin. Hetta vónaði hann at veljararnir dugdu at síggja, og teir tí styðjaðu demokratarnar (hansara flokk), so at teir kundu halda fram við stýrinum til batar fyri allar partar av fólkinum. Amerikanararnir hava í ósemj- uni um Palæstina styðjað jødar- nir á mangan hátt og kravdu fyri kortum av Onglandi at 100.000 jødar fingu loyvi at flyta inn. Hetta hava onglendingar noktað, tí tá høvdu teir fingið verri stríð við arabararnar. Nú eru sterkar røddir frammi í Ameriku, sum krevja, at hitt stóra lánið, sum Ongland fekk, verður afturhildið, inntil teir 100.000 jød- arnir eru lendir í Palæstina. Fyri hesi hóttan munu teir helst fara at lúta. Friðarfundurin endaður Nú er fundurin í Paris, sum hevur gjørt friðartreytirnar fyri londini, sum styðjaðu Týskland í luígnum, endaður; treytir vórðu samtyktar fyri Italiu, Ungarn, Rumeniu, Bulgariu og Finnland. Sigurharrarnir samd- ust at endanum, um teir ikki vóru altíð á einum máli framm- anundan. — Allir partar hava tó ikki verið fegnir um úrslitið. Tá fundurin endaði mánakvøldið við eini samkomu av øllnm teim luttakandi, vildu yugoslavararnir ikki vera við, tí teir hildn mis- mun vera gjørdan móti sær, av tí at teir ikki fingu Trieste. Ongland. #8 hinir sameindu Eingilska stjórnin hevur sent út eina bók við frágreiðingum um ta hjálp, tað veitti hinum sameindu londunum í kríggs- árunum. Peningavirðið tilsam- ans var 2000 milliónir pd. st. Av hesi mongd fekk U. S. A. meira enn helvt; meginparturin fór til amerikanska herin í Ong- landi og á meginlandinum í mati og øðrum útreiðslum. Russ- land hevði fingið ein triðing av 2000 mill. pd., fyri kríggsam- boð o. t. Aluminiumshús Onglendingar hava í mong ár gjørt royndir við at gera hús av aluminium, og nú eru tey fyrstu tikin í brúk. Tilfarið fáa teir av teim gomlu flogførunum, sum eru ónýtt aftaná kríggið. Stórar verksmiðjur eru farnar undir at gera hesi húsini, og ein av teimum kann longu gera 2100 hús liðug um vikuna. Tey eru so væl lilgjørd, al tað tekur bert 55 minuttir al sela tey upp. Prísurin fyri eini slík hús er 1300 pd. st. (26000 kr.), og leigan er 13 sh. 2 d. um vikuna. Tey ætlast at halda eini 50 ár. Húsini eru til eina familju hvørt, og allur nýmótans henl- leiki er at finna har. Farmaskipini Patricia og Glyvursnes eru nú aftur á veg til Føroya. Glyvurs- nes hevur fingið viðafarm í Finnlandi og er komin tií Kø- benhavnar; haðan fer hon fyrsta dagin. Patricia hevur fyrst siglt nakrar túrar í Eystursjónum og fór síðan við farmi til Liver- pool. Haðan kemur hon bein- leiðis til Føroyar, og skal so helst við fiski hiðani til Miðal- havslondini. LANDSPRENTSMIÐJAN TELF. 143 - JÓNAS BR0NCKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNINGAR - BRÆVPAPPÍR - KONVOLUTTAR Kvikasta prenting P.f Skðla Skipasmiðja Telefon nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sín egna kavara. skipafelagið føroyar telefonir 209 - 171 tórshavn Føroyskt margarin VITA No. 1 er gjørt úr besta ráevni TRY6GINGARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Kríggstrygging .. Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging .. - 372 Føroya Brunatrygging .. - 372 Føroya Vanlukkutrygging... Vit tryggja bátar, skip, vørur, lnís, innbúgv, bilar o. a. .. - 221 Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Minnist til Barnahjálpina

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.