Tímin


Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 1
(Límin UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið.- NUMMAR 41 HÓSDAQIN 24. OKTOBER 1946 4. ÁRGANGUR Or býráðnum 22. oktober 1946. Fíggjarætlanin fyri 1947 var til 1. viðgerð. Hon balanserar við 1.196.887 kr., móti 971.386 seinasta ár. Tær størstu útreiðsl- urnar eru: til gerð og umbøtan av gøtum 615.000 kr., valnverk- ið 50.000, skúlar 106.000, politi 33.000, kirkja, kirkjugarður o. I. 22.000, býarplanur og matrikul 24.000, renta og avdráttur av lánum 75.000, social mál 52.000, skrivstovubald 55.000. Tann størsta inntøkan er sjálv- andi skatturin, ið er setlur til 1.065.000 kr. Síðan er valngjald 23.000, leiga 14.000, ymsir studn- ingar 38.000, byggigrundir 30.000, renovasjón 10.000. Fíggjarætlanin fyri elektrici- tetsverkið er 264.000 kr. Fyri havnina er ællanin sett til 575.000 kr. Til nýbyggingar eru 150.000 kr. at nýta í ári- num. Samtykt var al fara undir at gera nýggju skúlahúsini uppi við planlasjuna. Formaðurin legði eina við, al byggjast mátti sum skjótast, lí húsarúmdin í tí nú- verandi skúla er ein skandala. I byggigrunninum eru 215.000 kr. tøkar umframt 50.000, sum eru á fíggjarætlanini fyril947. Harri Arne Danielsen hevði boðið kommunuskúlanum at nýta baðstovuna til baó hjá skúla- børnum um dagin. Skúlanevnd- in mælti til at laka tveir fimleikar- tímar um mánaðan til hetta, so at hvørt barn fær bað 14. hvønn dag; býráðið samtykti at gjalda 25 oyru fyri barnið. Til grund hjá lí nýggja elek- tricitetsverkinum varð samtykt at nýta trøðna hjá Jacob Vil- helmsen við Varðagøtu, sum býráðið keypli fyri kortum. Økió, har sum núverandi verkið er, verður óbóskandi til víðkan, og tað verður tí roknað at vera Kka bíligt atbyggja av nýggjum. Fútin' hevði sent bræv til bý- ráðsins um at seta garð fram við Niels Finsens gølu oman fyri hús Joen Jensens, av tí at ein bilur koyrdi út av har næst- seinastu sunnunátt. Hvíldarheimið »Naina« fekk árliga studningin 5000 kr. hækk- aðan til 6500 kr. Fyri mikla vinsemd mær var sýnd d 75 dra degnum sigi eg øllum mína bestu tøkk. SVERRE PATURSSON Fyrilestur um Grønland Leygarkvøldið var fólk komið sarnan í Sjónleikarhúsinum at hoyra um yiðurskiftini í Grøn- landi fyrr og nú, sum fyrrver- andi kolonisljóri Harald Olrik skuldi greiða frá. Fyrilesturin var mest um dagliga lívið hjá grønlendingum íflættað við stutt- ligum frásøgnum, sum søgu- maðurin hevði nppliyað. Um virkið hjá monopolhandlinum, sum mong óivað høvdu hugað sær til at hoyrt, varð lílið og einki nevnt. Fiskiskapurin var bert nevndur við nøkrum tølum, tí, segði harra Olrik, har vistu áhoyrararnir óivað betur enn hann. Av lølunum sást, at fiski- skapurin var javnliga vaksin, og í 1943—44 høvdu grønlend- ingar avreitl gott og væl 11.000 tons av saltfiski. Eitt ógviliga áhugavert evni dróg Olrik fram, tað var um seyðabrukið í Grøn- landi. Hann segði fró, at seyða- talið var nú um 13.000; megin- parturin var aldur upp á royndarstøðini hjá danska stat- inum í Suðurgrønlandi. Grøn- lendingum lá seyðabrúkið ikki væl fyri, lí leir hava mest lyndi til at jaga djór og soleiðis ikki hug lil at ala tey upp. Her manaði Olrik ungar føroyingar til at búsetast í Grønlandi við seyðabrúki sum høvuðsvinnu- vegi, tí líkindini vóru frálík til, at nógv fólk kundu liva av djórahaldi har. — Tað er einki at ivast í, at føroyingar høvdu havt hug til at tikið við hesum boðum, um búseting er loyvd, sum Olrik sigur frá. — Til endan ynskli Olrik føroy- inguni alt gott, hvussu tey po- litisku viðurskiflini so fóru at laga seg; tó helt hann/at um londini nú skuldu skiljast, fór tað at vera ein óbótalig skomm fyri danskarar úleflir, at leir aftaná fleiri árhundrað ikki høvdu verið førir fyri at skilt føroyska fólksins ynskir betur. Lastbilkoyring telf. 457.. 455 Fiskasøla Atlantsfarið 1729 ks. 4631 slpd., Ørnanípan 71 ks. 270, City of Norwich 54 ks. 173, Galvur 12 ks. 43, Lambanes 157 ks. 467, Silverspray 100 ks. 323, F"ossur 1575 ks. 2608, Havsøki 158 ks. 381, Vestursøki 242 ks. 750, Eg- holm 195 ks. 618, Vesturleiki 193 ks. 564, Leivur Øssursson 1972 ks. 4040, Vesturvarði 2383 ks. 3959, Hoyvík 329 ks. 850, (bátaf. 10 ks. 56), Álvur 140 ks. 407, Dragaberg 2665 ks. 5624. Grønlandsrættindini Eilt hitt besta agnið, ið sam- bandsflokkarnir halda seg eiga til hella val, er veióirætlindi okkara í Grønlandi, sum teir siga at vit missa, um sambandið fær ikki fleirtal. I gjár er Dimma aftur á rokinum um Grønland; nú er tað fólkaflokkurin, ið hevur ynskt eftir, at Danmark ongantíð mátti fáa ræðið í Grøn- landi aftur. Fyri at hevna hesa lygn hevur Danmark í fjør, sigur Dimma, lovað grønlendingum, at eingir uttan danskir stats- borgarar skulu fáa serrættindi í Grønlandi. Hesi óføru serrætt- indi, sum vit kunna fáa til ogn framvegis, um vit velja sam- bandið, eru tey, sum føroyskir fiskimenn hava fingið at kenna, síðan teir fóru til Grønlands at veiða. Tað er ikki lítið ósmædni, ið kann fáa ein danskan før- oying til at veittra við slíkum PERSÓNROYRINfi TELEFON 216 HUGO ØSTER H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvogni og personvogni sjóriknum agni, sum veiðirætt- indi av danskari náói í Grønlandi. Hetta tvællið hjá Dimmu man fáan mann villa, allir fiskimenn eiga at vita, at vit føroyingar eiga betri rætt til Grønland enn danskarar. Sum partar av tí gamla norska ríkinum eru nú bert Føroyar og Grønland eftir, og" tí hava vit í samráðingum við danskarar skyldu at krevja okkara arvarætt virdan. Tann rættur er meira verdur, enn tey veiðirættindi, Danmark av náði letur okkum fáa, um sambandið fær meiriluta. Hann, ið vil vinna okkum fullan rætt í Grønlandi, velur tí lista A. veljið lisía A Mannfólkaoljufrakkar svartir, fóðraðir, av tí lælta slagnum eru nú aftur at fáa C. C. JOHANSEN, telf. 30 UMBOÐ: 0TT0 JAC0BSEN Vestmanna Tlf. 1 & 41 Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES 9[W»»I allar bestu kvalitetum. S. H0ULBER6A/s Fedevarer- Pølser- Leverpostej og Konservesfabriker KØDBYEN Statskontrol 352 KØBENHAVN í

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.