Tímin


Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 3

Tímin - 24.10.1946, Blaðsíða 3
4 Nr. 41. 4. árg. TIMIN 24. oktober 1946 Til viðskiftafólk okkara! Fyri at viðskiftafólk okkara altíð kunna fáa ley best bakaðu breyð og køkur, hava vit hildið lað verið neyðugt at sela upp nýggjar ovnar. — Men til hetta arbeiðið er fullfíggjað, mega tit umbera okkum, um tit ikki . altíð fáa tað tit kundu ynskt. Við hávirðing FRANTS RESTORFFS BAKARÍ SeySaskinn Styðjið føroyskt. virkiT Vit keypa seyðaskinn til garvingar. Vit geva besta prís og peningin í hondina. Sendið okkum skinnini. SKINNVIRKIÐ, Tórshavn, telf. 326 og 583 N.B. Tað er av størsta týdningi at skinn, ið skulu garvast, eru væl haggreidd, og vit loyva okkum tí at geva hesar leiðbeiningar: Skinnið má heingjast upp ella breiðast út til at kølna. Síðan skal skinnið salt- ast væl, men skal tá heldur ikki ballast saman, fyrr enn einir 4 dagar eru gingnir. Um fleiri skinn verða saltaði í senn, kunnu tey leggjast í flógv við ullini niður eftir. Tað er neyðugt fyri góðskuna, at skinnið verður saltað so skjótt sum gjørligt, tá tað er kølnað, t. v. s. saltað sama dagin. Listarnir til løgtingsvalið 8. november hjá Fólkaflokkinum í samgongu við Sjálvstýrisflokkinum og øðrum sjálvstýrishugaðum Føroyingum Valevni fyri Suðurstreymoyar valdømi: 1. Thorstein Petersen, bankastjóri, Tórshavvn. 2. Richard Sigmund Long, lærari, Tórshavn. 3. Thomas Patili Dahl, yvirlækni, Tórshavn. 4. Samuel H. Dehess Chrisliansen, skipari, Tórshavn. 5. Thomas Christian Frederik Reinert, bóndi, Kaldbak. 6. Rubek Rubeksen, skipari, Tórshavn. 7. Jacob Danielsen, traðarmaður, Argir. 8. Ewald Sverri Arge, smiður, Tórshavn. Stillarar: Vilh. Tórsheim, byggjumeistari, Kjartan Mohr, stjóri, Mia Jensen, tannlækni, Anton Kragesteen, arbeiðsmaður, Andreas Sondum, timburmaður, A. C. Djurhuus, húsmóðir, Tórshavn, Rólant Len- vig, Hestur, Niclas C. Niclasen, bóndi, Koltur, Peter Hans Joen- sen, flskimaður, Nólsoy, Poul J. Poulsen, arbeiðsmaður, Tórshavn. Valevni fyri Sandoyar valdømi: 1. Anlhonius Sørensen, keypmaður, Húsavík. 2. Louis Eyslberg, fiskimaður, Skopun. 3. Edvard Hjalt, postmaður, Sandur. 4. J. P. Hentze, navigatørur, Sandur. Stillarar: Óli Krogh, arbeiðsmaður, Sandur, Edw. Viderø, fiskim., Sandur, Johs. Mittelstein, fiskim., Skopun, Hans Peter Juul, navigatørur, Skopuii, Hans Herluf Jacobsen, fiskimaður, Skoputi, Andreas Cle- mentsen, fiskimaður, Húsavík, Svein Sørensen, fiskimaður, Húsa- vík, Elisabelh Johannesen, Ijósmóóir, Skálavík, Magnus Olsen, fiskimaður, Skálavík. Dansknr blaðmaðnr Úr »BerIingske Tidende« fyri 9. okt. taka vit helta telegram frá Tage Christiansen, sum blaðið hevur sent til Havnar at geva álítandi frágreiðing um tað, sum fyriferst í Føroyum: Valgkampen har faaet en dra- matisk Optakt. Et stærkt besøgt offentligt Møde holdtes i Gaar i Gøte. Socialdemokraterne var Ind- bydere og Formanden, Mohr Dam, Taler. Det er kendt, at han kan være skarp. Han udviklede, hvad der forstaas ved Frihed. Udskiftningsformand, Stor- bonde Elias Huusgaard, der nævnes som Folkefloks-Kandidat paa Østerø, kom fra Tilhører- 'l pladsen med en Prolest, idet hait vildt fægtede med sin Stok. De nærmesle ílyglede skræk- slagne. Samtidig greb en Folke- flok-Skipper i Baggrunden, som tidligere havde raabt Landsfor- ræder, en Flaske for al kasle den, men blev overmandet af flere Mænd. Han truede Dam paa Livet, og Mødet hlev afbrudt. — Det kendetegner tnange af Folkeflokken, at de er voldsomme og nazisiiske i deres Metoder, og der er Tegn iil, at de vil indføre Terror. Deres Møder er præget af Terror-Tendenser, der maa forklares ved, at de føler sig svage i Argumenterne. — Hvad var Anledningen til Voldsomheđerne? — At Bønderne ikke taalte Kritikken. Der er stærke Krav i fra Arbejdere og Fiskere om Jord, samtidig med at de store Folkefloks Bønđer ikke driver deres Gaarde intensivt nok. En Jordreform er paa Socialdemo- kraternes Program. Neyðar lesarar hjá »Berlingske Tidende«. Nú hava vit hugsað, at tit vóru villeiddir av tíðinda- monnunum her hjá Ritzau og stórbløðum í Keypinannahavn, sum í áravís hava spýð eitur og gall niður í tykkum um henda ræðuliga »Folkeflok«, sum teir kalla við eyknevninnm »Flok«, meðan sambandsmenn, javnaðarmenn og Loualingar fáa skoytt »Parti« upp í seg. Nú síggja vit, at tykkara úlsendu tíðindamenn eru ikki smiltin mætari. Dam greiddi frá, hvat ið frælsi er, sigur hunn. Nei, tað veit Dam einki um. Fyri at sáa illvild og øvund og harvið kanska fáa likið broddin av lí samkensluhugi og trúgv upp á Føroyingin, sum føran fyri at taka ábyrgd á seg, ill- neitast hann sum so ofta fyrr á føroyskar bøndur, sum hann sigur hava trælkað fólkið, og nevndi hann har »bátsbandið«. Er tað løgið, at rælthugsandi fólk kann annað enn øsast upp av hesari samvilskuleysu reingjan av søgu okkara. Bátsband — svaranđi til tað danska »Stavns- baand«, sum Dam og líkamenn kasta eflir føroyskum bóndum — hevur aldri verið til sum ein tvingsil á Føroyingum, men ogn- arleysir menn høvdu ein rætt at fáa sess á bóndabátunum. Hvat hevði harra Christiansen sagt, um vit kravdu hann at standa lil svars fyri, at »Stavns- baand« einaferð var í Danmark? Og tað svarar jú til tað, Dam og líkar hansara gera við før- oyskar bøndur. Teir bøndur, ið nú liva, hava ongar trælkað. Um harra Christiansen vil síggja Iræikað fólk í Føroyum, má hann heldur síggja teir høndur, sum eru endaðir sum lossimenn hjá sambandsreiðarunum. Dim- malætting, Social-Demokralurin og Tingakrossur hava verið Danmark dýrir vinir og spilt nógv fyri Danir í Føroyum. Vit hava higartil umborið Danir sjálvar meira enn givið teimum ábyrgdina fyri tað, liesir menn hava skemt sjálvslýrishugsandi Føroyingar við. Nú taka Danir sjálvir við útsendum monnum undir við teimum. Betri hevði verió at roynl at lagt niður sjóv, enn stoytt olju í eld. Sama dag hevur Tage Christi- ansen eitt annað telegram, liarí hann sigur danskarunum frá, at Jáluip í Jákupsslovu hevur fingið so nógvar atkvøður frá ung- dóminum orsakað av »hans flotte Ydre og Handelsudđan- nelse i Danmark.« Frekleikin hjá hesum danska blaðmanni gevur heldur ikki gudiligum barnasamkomum grið. Hann leggur Frelsens Hær undir at øsa fólkið upp: »Paa Gaden drøftes Gøde-Mødet, Slemningen er iøvrigt afdæmpet, men natio- nal Hetz mærkes f. Eks. selv i et Frelsens Hær Møde for Børn. Mellem det religiøse fremsagde et Barn en Hyldest til Færø- flaget fnlgt af den færøske Na- tionalsang.«. Menn, sum hesin, ið umboðað danska meining, prógva, at vána líkindi eru fyri nakrantíð at fáa golt skil millum føroysku og donsku tjóðina. Lýsing Teir nýggju hámarksprís- irnir fyri ísfisk, ið komu í gildi í Bretlandi, eru al kalla óbroyttir frá fyrr. Undantikið er bert, at nú kostar av- høvdað hýsa 7 sh 7 d pr. stone, og avhøvdað longa, brosma og kongafiskur 5 sh 9 d pr. stone. Ivalvi, toskur og upsi má ikki avhøvdasl. Ministry of Food boðar frá, at loyvt er at selja í ár upp til 3000 tons av saltfiski í Bretlandi, frá Føroyum. Tórshavn, 21. oktober 1946. Útfluttningsnevndin Teir 11 hongdu Tá teir 11 fremstu týskararnir frá kríggsárunum vórðu hongdir hin mikumorgunin, var ikki sørt av samkenslu við teimum. I Flensburg høvdu teir um náttina hongt' eitt stórl týskt flagg við vimpli upp í radiomastrina, so at hon hevði flagg á hálvari stong, tá fólk komu upp. Týskir kríggsfangar, sum gera tvingsluarbeiði í Onglandi, vildu ikki gera nakaó tann dagin, leirra fyrrverandi yvirmenn vórðu hongdir; teir bóru allir svart slips. Sum tíðindini siga frá, h^va allir uttan Gøring fingið ein ringan deyða. Y'virhøvur hingu teir meira enn eitt korter, áðr- enn teir kvaldust. Teir Sameindu høvdu jú lil kríggsendamál at oyóa tann anda, sum sagdur var at ráða í teim týsku fangatyppunum, og millum annað av teirri oisøk eru hesir 11 tiknir av lívi. Men fólk mugu undrast á, at teir skuldu verða dripnir á ein slíkan hátt, sum nú frættist; tað mátti sømt seg illa fyri teir høgt mentaðu sigrandi. Ella kanska taó er ikki so slórur inunur á mentanini hjá tapandi og sigr- andi menniskjum. Teir deyðu kropparnir vórðu heldur ikki eirdir. Beinanvegin vórðu leir brendir, og øskan í loynd stroydd í allar ættir, so at eingin grøv skuldi siga frá, hvar leivdir teirra vóru at finna.

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.