Tímin


Tímin - 31.10.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 31.10.1946, Blaðsíða 1
aímin UTQEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. t leyssølu: 15 oyr, eintakið. NUMMAR 42 HÓSDAGIN 31. OKTOBER 1946 4. ÁRGANGUR Varðberg Týsdagin fór Miðvágstrolarin, Varðberg, sum kom til Føroya í hinari vikuni, sín fyrsta tur til íslands á fiskiveiði. Tó at hann er ikki nýbygdur, kundi hann verið spildurnýggjur eftir útsjóndini at døma, og fórst tú umborð at hyggja at honum, sást tú eitt fiskifar so nossligt, sum kanska einki annað í Før- oyum. Tú fert fyrst niður í aft- an og kemur har fram við køk- inum, har ein stór kabyss er við vatnpumpu undir liðini og vaski sum í vanligum køki á landi. Aftan fyri, har annars er opið dekk á hinum trolaruntim, er ein matstova, sekstan manns kunna sita til borðs í ísenn. Her er eisini stórt køksborð við vaski, har matamboðini verða vaskað. Aftast á dekkinum er stórt rúm, har lýsið verður smeltað, og annars rúm er tíl at goyma mangt og hvat. Síðan fert tú niður í ta fittligu kahútt- ina, har 4 koyggjur eru, sum á trolarum vanligl; harumframt eru 4 kømur lil 1. meistara, 1. stýrimann, 2 kyndarar og mat- kovi. Hesi kømur eru so nosslig, sum ikki er vanligt á fiskiskipi: seingir, beinkir, skrivaraborð og skáp úr álmviði. So tú kundi kundi hildið at tú vart umborð á einum fínum ferðamannaskipi. Frammi undir bakkanum, sum er innbygdur, er stórt rúm lil at arbeiða í, og har eru í slýri- botð, fleiri rúm við goymslum til lanternur og trolgreiir. Niðri undir er tó dámligast. Har eru 20 koyggjur, 3 á hædd yvirhøvur, gjørdar úr ljósari eik, og innan fyri hvørja koyggju er pláss til eitt rúmligt skáp hjá hvørjum manni, umframt at beinkirnir eru sundurskilaðir í rúm, eilt til hvønn mann. Alt rúmió er so ljóst og nossligt, al tað er ein frøi at síggja; millum hvørja koyggjuhæddina er ein rók, sum stigið kann vera á, tá ið ein fer upp í tað ovari, so ikki er neyðugt sum fyrr at slíga á koyggjustokkin hjá lí nióara. Bæði f aftan og framman eru W. C. og vask. í heila laki kann sigast um henda bát, al hann gjordur so innan, at fólkarúmini skulu vera so hugnalig sum gjørligt á einum fiskiskipi; vónandi fara fleiri, við hesum sum fyrimynd, at bøta um síni skip, tí øl kunna vera á einum máli um at fólkarúmini á einum fiski- skipi ongan tíð eru ov góð. Heiðurin fyri at hesin trolari er so væl umbygdur, man Peter Dahl maskinmeistari eiga. Hann hevur staðið fyri byggingini og gjørt lekningar til allar broyt- ingarnar. Nýøoi prestaembæti Á Eiði skal gerast nýtt presta- embæli.og í Havn skal ein prestur vera aftrat, so at 3 vera í Suður- streymoy. Hesin skal eita resi- derandi kapelanur. Embætið sum kallskapelanur í Suðurstreymoyar og sókna- prestaembætið í Vágum eru Jýst til selingar. Aftaná at Hermansen kirkju- ministari var her í summar, hevur hann bøtt um prestaløn- irnar. Eilt av embælinum er komið í fyrsta og øll hini í annan lønarklassa. Lønirnar vera soleiðis betur uppá. seg enn í Danmark. Koinmunuhúsim Tær slóru sethúsalongdirnar, sum býráðið Ietur byggja á Poul Jensens trøð, eru nú settar í gerð. Stoypi og viðaarbeiðið ger Vilh. Tórsheim, vatn- og sanitets- arbeiðið p/f Maria Poulsen, elek- triska installatiónina Ásbjørn Skarðhamar. Ætlanin er at húsini skulu vera liðug 1. apríl komandi. Merkið Havnar Ungmannafelag fer undir velrarstarvið nú og heldur fyrsta fund í komandi viku. Skaldið Hans A. Djurhuus verður fyrsti røðari. Fundarhølið verður í hósum Havnar Telvingarfelags yviri við Strond, og fundartíðin týskvøld kl. 9. Danska valutaskuldin økist Yvirlilið hjá danska National- bankanum vísir atdanskaskuldin í úllondum er frá 8.—23. okt- ober vaksin 34 milliónir til 571 milliónir. — Um somu tíð eru valutaognirnar uttanlands mink- aóar til 144 mill. kr. Grønland undir donskum stýri Ur tí stongda landinum Grøn- landi er sjaldan at hoyra nakra frágreiðing um tey veruligi við- urskiftini; tað sum vit hoyra her á landi, er bert um alt tað góða, donsk stjórn hevur útint har, bæði móti grønlendingum og Føroyingum. I summar eydnaðist einum donskum blaðmanni, Mogens Barfoed, at sleppa við »Borgini« yvir, og nú bera donsk bløð long tíðindal)røv frá honum og tað, sum hann sigur frá, er so ræðuligt, at danska stjórnin mátti ikki dvølt mangar stundir við at tváað burtur hesa skomm, sum monopolið má kallast. Upp undir valið nú og framm- anundan fólkaatkvøðuni høvdu sambands- og javnaðarmenninir tað til høvuðsagn, at vit fara at missa okkara borgararætt í Grønlandi og tað ljóðaði, sum um vit vóru harvið slongdir úti frá hesum danska paradísi. Men at Grønland av donskum ávum er gjørt lil tað mólsatta av paradísi prógvar hesin líð- indamaðurin. Serliga eru sjúkrahúsviður- skiftini heilt út av lagi og tu- berklar og gonorrhee fara at drepa grønlendingar, sigur dokt- arin í Julianehaab sum nú rýmir av landinum, tí at arbeiðs- líkindini undir monopolstýr- PERSÓNKOTRING TELEFON 216 HUGO ØSTBR inum eru ikki at halda út longur. Vit taka uppaflur Dr. Laurent-Christensens orð: — Har de set Sygehusel her i Julianehaab? Det er bygget af Baraktømmer fra Horserød-Lej- ren fra forrige Verdenskrig, ganske utidssvarende og usundt. Vi har Plads til 55 Patienter, men saa De, hvorledes Sluerne var overfyldte? Vi har lige ved 100 Patienter derovre for Tiden og gennemsnitlig 78. Hvorledes er det muligt at forebygge Smitle dár? Hvor skal vi gøre af dem? Saa De Loftel, hvor 15 Menne- sker ligger tæt sammenstuvet — dár ligger de mest smillefarlige. Her har bl. a. en ung Mand lig- get i femten Aar. Tænk Dem engang: 15 Aar paa et Loft — paa et Hospital? Síðan tekur hann fram tey ringu selhúsini, sum ala fram sjúkurnar: Man maa huske, at Tuberku- losen er en Fatligmandssygdom, og man kommer lægeligt ingen Vegne uden en samtidig Opbyg- ning af Samfundet, saa De for- staar, at Tliberkulosens Udbre- (Framh. innaní) Hesi skip ferma í København til Førop: M.s »MOGENS S« um 11. november, M.s »ARUSA« um 18. november og um 9. december 1946. P.f SKIPAFELAGlÐ FØROYAR Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES í««i allar bestu kvalitetum. UMBOÐ: 0TT0 JACOBSEN Vestmanna Tlf. 1 & 41 KØDBYEN S. H0ULBER6 7s Fedevarer- Pø/ser- Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØBENHAVN F

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.