Tímin


Tímin - 31.10.1946, Side 1

Tímin - 31.10.1946, Side 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 42 HÓSDAGIN 31. OKTOBER 1946 4. ÁRGANGUR Varðberg Týsdagin fór Miðvágstrolarin, Varðberg, sum kom til Føroya í hinari vilcuni, sín fyrsta túr til íslands á fiskiveiði. Tó at hann er ikki nýbygdur, kundi liann verið spildurnýggjur eftir útsjóndini at dørna, og fórst lú umborð at hyggja at honum, sást tú eitt fiskifar so nossligt, sum kanska einki annað í Før- oyum. Tú fert fyrst niður í aft- an og kemur bar fram við køk- inum, har ein stór kabyss er við vatnpumpu undir liðini og vaski sum í vanligum køki á landi. Aflan fyri, har annars er opið dekk á hinum trolarunum, er ein matstova, sekstan manns kunna sita til borðs í ísenn. Her er eisini stórt køksborð við vaski, har matamboðini verða vaskað. Aftast á dekkinum er slórt rúm, har lýsið verður smeltað, og annars rúm er til at goyma mangt og hvat. Síðan fert lú niður í ta flllligu kabútt- ina, har 4 kovggjur eru, sum á trolarum vanligl; harumframt eru 4 kømur til 1. meistara, 1. slýrimann, 2 kyndarar og mat- kovi. Hesi kømur eru so nosslig, sum ikki er vanligt á fiskiskipi: seingir, beinkir, skrivaraborð og skáp úr álmviði. So tú kundi kundi hildið at tú vart umborð á einum fínum ferðamannaskipi. Frammi undir bakkanum, sum er innbygdur, er stórt rúm (il at arbeióa í, og har eru í stýri- borð, fleiri rúm við goymslum til lanternur og trolgreiir. Niðri undir er tó dámligast. Har eru 20 koyggjur, 3 á hædd yvirliøvur, gjørdar úr Ijósari eik, og innan fyri hvørja koyggju er pláss til eitt rúmligt skáp hjá hvørjum manni, umframt at beinkirnir eru sundurskilaðir í rúm, eilt til hvønn mann. Alt rúmió er so ljóst og nossligl, at taó er ein frøi at síggja; millum hvørja koyggjuhæddina er ein rók, sum stigið kann vera á, tá ió ein fer upp í tað ovari, so ikki er neyðugt sum fyrr at slíga á koyggjustokkin hjá lí nióara. Bæði í aftan og framman eru W. C. og vask. í heila taki kann sigast um henda bát, al liann gjørđur so innan, al fólkarúmini skulíu vera so hugnalig sum gjørligt á einum fiskiskipi; vónandi fara fleiri, við hesum sum fyrimynd, at bøta um síni skip, tí øl kunna vera á einum máli um at fólkarúmini á einum fiski- skipi ongan tíð eru ov góð. Heiðurin fyri al hesin trolari er so væl umbygdur, man Peter Dahl maskinmeistari eiga. Hann hevur staðið fyri byggingini og gjørt lekningar lil allar broyt- ingarnar. Nýggl prestaembæti Á Eiði skal gerast nýtt presta- embæli,og í Havn skal ein prestur vera aflral, so al 3 vera í Suður- streymoy. Hesin skal eita resi- derandi kapelanur. Embætið sum kallskapelanur í Suðurstreymoyar og sókna- preslaembætið í Vágum eru Jýst til setingar. Aftaná at Hermansen kirkju- ministari var her í summar, hevur hann bøtt um prestaløn- irnar. Eilt av embætinum er komið í fyrsta og øll hini í annan lønarklassa. Lønirnar vera soleiðis betur uppá seg enn í Danmark. Kommnnnhúsini Tær slóru sethúsalongdirnar, sum býráðið letur byggja á Poul Jensens trøð, eru nú settar í gerð. Sfoypi og viðaarbeiðið ger Vilh. Tórsheim, valn- og sanitets- arbeiðið p/fMaria Poulsen, elek- triska installatiónina Ásbjørn Skarðhamar. Ætlanin er at húsini skulu vera liðug 1. apríl komandi. Merkið Havnar Ungmannafelag fer undir vetrarstarvið nú og heldur fyrsta fund f komandi viku. Skaldið Hans A. Djurhuus verður fyrsti røðari. Fundarhølió verður í húsum Havnar Telvingarfelags yviri við Strond, og fundartlðin lýskvøld kl. 9. Danska valutaskuldin økist Yvirlilið hjá danska National- bankanum vísir al danska skuldin í úllondum er frá 8.—23. okt- ober vaksin 34 milliónir til 571 milliónir. — Um somu tíð eru valutaognirnar uttanlands mink- aðar til 144 mill. kr. Grønland tmdir donsknm stýri Úr tí stongda landinum Grøn- landi er sjaldan at hoyra nakra frágreiðing um tej' veruligi við- urskiftini; tað sum vit hoyra her á landi, er bert um alt tað góða, dotisk stjórn bevur útint bar, bæði móti grønlgndingum og Føroyingum. í summar eydnaðist einum donskum blaðmanni, Mogens Barfoed, at sleppa við »Borgini« yvir, og nú bera donsk bløð long tíðindabrøv frá honum og tað, sum hann sigur frá, er so ræðuligl, at danska stjórnin mátli ikki dvølt mangar stundir við at tváað burtur hesa skomm, sum monopolið má kallast. Upp undir valið nú og framm- anundan fólkaatkvøðuni høvdu sambands- og javnaðarmenninir tað til høvuðsagn, at vit fara at missa okkara borgararætl í Grønlandi og tað ljóðaði, sum um vit vóru harvið stongdir úti fiá liesum danska paradísi. Men at Grønland av donskum ávum er gjørt lil tað mótsatta av paradísi prógvar hesin tíó- indam aðurin. Serliga eru sjúkrahúsviður- skiftini heilt úl av lagi og tu- berklar og gonorrhee fara at drepa grønlendingar, sigur dokt- arin f Julianehaab sum nú rýmir av landinum, tí at arbeiðs- líkindini undir monopolstýr- PGRSÓNKOYRING TELEFON 216 HUGO ØSTER inum eru ikki at halda út longur. Vit taka uppaflur Dr. Laurent-Cbristensens orð: — Har de set Sygehuset her i Julianehaab? Det er byggel af Baraktømmer fra Horserød-Lej- ren fra forrige Verdenskrig, ganske utidssvarende og usundl. Vi har Plads til 55 Palienter, men saa De, hvorledes Sluerne var overfyldte? Vi har lige ved 100 Patienter derovre for Tiden og gennemsnitlig 78. Hvorledes er det muligt at forebygge Smitle dór? Hvor skal vi gøre af dem? Saa De Loftel, bvor 15 Menne- sker ligger tæt sammenstuvet — dór ligger de mest smillefarlige. Her har bl. a. en ung Mand lig- get i femten Aar. Tænk Dem engang: 15 Aar paa et Loft — paa et Hospilal? Síðan tekur bann fram tey ringu selhúsini, sum ala fram sjúkurnar: Man maa huske, at Tuberku- losen er en Fattigmandssvgdom, og man kommer lægeligt ingen Vegne uden en samtidig Opbvg- ning af Samfundet, saa De for- staar, at Ttiberkulosens Udbre- (Fratnh. innaní) Hesi skip ferma í København til Føroya: M.s »MOGENS S« um 11. november, M.s »ARUSA« um 18. november og um 9. december 1946. P.f SKIPAFELAGlÐ FØROYAR

x

Tímin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.