Tímin


Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 1
UTQEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðing: í Ieyssølu: 15 oyr. eintakið. ;m. NUMMAR 43 MIKUDAGIN 6. NOVEMBER 1946 4. ÁRGANGUR Fiskaútfluttningurin 1945 Færø Anit hevui • sen I út 'hetta yvirlit: Jan. 6828 cwts. pd. s t. 22536 Feb. 23672 - - 80678 Mars. 35046 - - 115185 Apríl 71468 - - 219118 Mai 61065 - - 172130 Juni 56899 - - 182168 Juli 84846 - - 238390 Aug. 56330 - - 175798 Sept. 40637 - - 110681 Okt. 27319 - - 83686 Nov. 21252 - - 62723 Dec. 7686 - - 19749 cwts.: pd. st.: 493048 1.482.843 (Tons: 25047,8) Teir 4 í New York Uttanríkisministararnir hjá teim 4stórveldunum haldafund í hes- um døgum í NewYork lil atfyri- reika friðartíðina. Týsdagin helt Molotov ímóti at seta landa- markið millum Italiu og Yugo- slaviu soleiðis, sum tað var ætlað á seinasta fundi, tá hann eisini góðkendi lað. Heldur ikki skaðabølurnar frá Italiu lil Helhis og Yugoslaviu vóru nú eftir Mo- lotovs høvdi; frammanundan hevði hann samtykt at hvørt landið skuldi fáa 25 mill. pd. st., men nú helt hann at Yugoslavia átli at fáa 2 triðingar og Hellas 1 triðing av hesum tali. Málið um Spaniu varð tikið av aftur dagsskránni, tað skal viðgerast á næsta fundi U.N.O.s í staðin. Morrison eiugilski handilsministarin segði í eini røðu manakvøldið at ein- asta vón til at fáa verðina a følur aftur var við at byggja handilin upp landanna millum mest møg- uligt. Sum nú var statt, álti Amerika øll líkindi til at hjálpa hinari verðini við ymsum studn- ingi, so at øll Iond kundi fáa síni handilsviðurskifti í lag aftur. Tað stendur tí nú til U.S. A. at bjarga heiminum, endaði Morri- son. Lastbilkoyring telf. 457.. 455 Javnaðarflokkurin hevur altíð verið sjálvstýrisflokkur! Hetta stendur í einum Sociali mánadagin, og fólk kunna halda, al Dam er farin at sláa alt, sum viðvíkur løgtingsvalinum, upp í gleim; nien nei, hann, ið lesur víðari, sær, at her er meint í rama álvara hvørt orð; hjá monnum, sum hvørja løtn hava til arbeiðis at reingja sannleikan bæði í talu og skrift, so at lygn verður sannleiki og sannleiki lygn, er einki at undrast á, um alt melur í klingur við hvørt. At fáa fólk við vanligum skili at trúgva slíkum lótum, sum Dam kemur við um sjálvstýris- royndir socialistanna, man ikki fara at eydnast; har eru prógv- ini beint tvørturímóti sjónlig dag dagliga í Socialinum og Tingakrossi. Henda samgongan leikar í sum vargur fyri at slyrkja sambandið, og so eru teir sjálvstýrismenn korlinil Eru tit ikki nóg so bláoygdur, tit sambandssjálvstýrismenn? Upp í saman rópa Socialurin og Krossur um, at teir kunna fáa vítlgangandi sjálvstýri, bert vilstemma sambandskl; hví ikki kalla tað við tí navni, sum hóskar best: fastari samband? Tí tað er endamálið við hesum vali: tað hava vit fingið greitt at vita frá donsku stjórnini, at valið er tvingað inn á okkum fyri at fáa fólkaatkvøðuna koll- velta. Og til fólkaatkvøðuna stóð valið millum samband eftir treytum, sum danska stjórnin álegði okkum, ella loysing. Her batar hvørki P. M. Dam ella L. Zachariasen at rópa upp um meira ella minni »víttgang- andi sjálvstýri«; danska stjórnin hevur ferð eftir ferð sagt, at ytsta mark, sum hon kann toyggja seg móti føroyingum, er so langt sum grundlógin røkkur, og út um tað mark kann hon ikki fara, uttan at minka um Danmarkar heiður og æru. Einki fólk við skili kann fáa seg at kalla hesi boð fyri sjálv- stýrisbjóðan, men bert teir, sum við vitandi og vilja royna í síni neyð al villa góðtrúnar sálir til at halda, at samband er sjálv- stýri og sjálvstýri samband. So fátækar eru ikki mangar sálir her á landi, at tær lata seg tøla av slíkum tvælli. Fólk vilja halda seg til veruleikan og velja tí Hsta A. Politiskur trúboðari Mangt tilfar hevur Dimma nýtt í síni agilasjón móti sjálv- stýrisrørsluni ár um ár, men so frek sum leygardagin hevur hon sjáldanverið. Har hevur hon fingið ein trúboðara, C. Elia- sen, til einki minni enn at ræða fólk við ævigum fortapilsi um tey ikki velja rætt 8. no- vember. Hesin merkiligi trúboðari hev- ur ongar sum helst vónir um at vit framvegis vera krislin, um vit loysast úr sambandinum við Danmark. Eflir hansara lykki hava vit fingið allan okkara krislindóm gjøgnum tað danska málið, og hann heldur tað verg vónleyst hjá føroyskttalandi fólki at halda henda kristindóm viðlíka. Sum prógv dregur hann fram, at okkara forfedrar gjøgnum teir donsku sálmarnar hjá Kingo, Brorson ogGrundtvig hava fingió dirvi til at fara yvirum til hitt ókenda landið. Hetta dirvið fingu teir av Guds anda sum finst í hesum donsku sálmum. Eftir hesi hugsan lvjá Eliasen trúboðara kann ikki mikil Guds andi vera í teim føroysku sálm- unum, sum vit nú hava í hópa.- tali; eitt heldur merkiligt, skoðs- mál til teir føroysku sálmayrkj- ararnar! Við miklum frekleika turnar Eliasen víðari fram: »At kirkjunar arbeiði eisini PERSÓNKOYRIM TELEFON 216 HUGO ØSTER vil verða stórliga minkað, eri eg ikki í iva um. í staðin fyri fyri sum nú, at okkum er lovað minst 4 prestar aftrat fyri uttan teir vanligu, vænti eg, at loysing vil føra tað við sær, at vit fáa fýra prestar minni í minsta lagi. Nakað lilsvarandi teinki eg mær við heila skúlaskipanini.« Uttan at blunka selur Eliasen fram tann illgruna at í tí føroyska statinum fær kirkjan ikki livilig kor I Her síggja vit í tí Harrans ári 1946, tá ið upplýsing hjá fólki skuldi staðið høgt, at ein trú- boðari, sum átti at stríðst fyri andaligari menning, nýtir krist- indómin til gekkaskort fyri at fremja Danmarks interessur í Føroyum; vápnini eru: fordum- milsi og hálvar lygnir blandað saman við hýklaríi. Higartil hava teir politisku ílokkarnir hildið seg frá, at fáa religiónsstríð uppí politikkin, og vónandi verður henda roynd hjá Eliasen trúboðara at standa sum ein einsligur minnisvarði eftir hann, tá hann nú brátt fer lil Danmarkar at taka starv sum danskur trúboðari. Lýsing Tað verður her gjørt kunnigt, at tann av býráðnum sam- tykta fíggjarætlan yvir inntøkur og útreiðslur hjá kommununi, liavnini og elektriciletsverkinum fyri árið 1947 er til skjals á by'ráðsskrivstovuni frá 2. til 15. november, frá kl. 12 til 14. TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ, tann 31. oktober 1946 L UMBOÐ: OTTO JAC0BSEN Vestmanna Tlf. 1 & 41 Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES ¦JllM'a"SWi allar bestu kvalitetum. S. HOULBERGVs Fedevarer- Pø/ser- Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØDBYEN KØBENHAVN J=

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.