Tímin


Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 4

Tímin - 06.11.1946, Blaðsíða 4
Nr. 43. 4. árg. TIMIN 6. november 1946 Rnssland og teir Sameindu Seinastu tíðina hevur mikið tos verið um tann ósið, ið Russ- arnir eru farnir at nýta í sínum parti av Týsklandi, tá ið teir flyta í hópatalið av týskum ar- beiðarum til Russlands við konu og hørnum, samstundis sum verksmiðjur av týdningi verða tiknar niður og sendar sama veg. Hjnir partarnir av teim Sameindu hava mótmælt og kravt málið lagt fyri U. N. O. Samstundis eru mótmæli farin til Stalin frá lýskarum sum harmast um at slíkar heims- gitnar verksmiðjur sum Zeiss í Jena, ið er hin besta í verðini til at gera optisk amboð, skulu flytast til Russlands saman við øllum teim kønu arbeiðarunum. Stalin hevur svarað teim Sam- eindu aftur, at hann hevur einki óregluligt gjørt. Teir týskarar, sum farnir eru til Russlands eru ikki tvingaðir, men arheiða undir somu treytum sum russ- arnir. Annars vísir hann á hópin av tíðindum úr U.S. A. og Ong- landi, sum siga frá, at hesi lond liava ført kønar menn í stórum tali úr Týsklandi síðan kríggið endaði, til at arbeiða í sínum kríggsídna. Hann hevur soleiðis einki ímóti at málið verður kannað frá botni. Viðvíkjandi niðurtøku og flytan av týskum verksmiðjum, hevur Russland bert hilđið seg til Potsdamsátt- málan, har allir teir Sameindu vóru samsintir um at týski kríggsídnaðurin skuldi oyðast. Stalin er bersøgin: Winston Churchill er hin versti kriggsøsarin í longri tíð hava ymis tíð- indi gingið í Onglandi og Ame- riku um at Russland fyrireik- aði eitt nýtt kríggj. Slík tíðindi hava verið avsannað. Men fyri at fáa gjøllari fi-ágreiðing, hevur Truman biðið Stalin svara sær uppá ymsar spurningar, og Sta- lin hevur svarað. Fyrsli spurningur Trumans var: Hvat halda tygum vera fremstu atvold til eilt nýttkríggj? Slalin svarar: Winston Chur- chill og hansara líkar í Ong- landi og U. S. A. eru teir verslu kríggsøsararnir og hugsa bert um at fáa kríggj sum skjótast.— Um talið á russiskum her- monnum veslan fyri Russland, sigur Stalin at 60 divisjónir eru tilsamans í Týsklandi, Eyslur- ríki, Rumeniu og Bulgariu; men lær eru ikki kríggsbúnar, og um tveir mánaðar eru bert 40 eftir. I Yugoslaviu eru eingir russarar, og hann helt tað vera óneyðugt at Ongland hevði her- fólk í Grikkalandi. Póllands vesturmark, hell Sta- lin, kundi ikki broytast. Um Týskland segði hann, at best var at seta eina felagsstjórn har, undir sameindari eftiransan. Ein slík stjórn mátti setast fyri at fáa friðartreytirnar ásettar sum skjótast, so al Týskland kundi aftur sleppa at liva sum onnur lond. Truman spurdi at enda: Hava tit gjørt nakrar alombumbur? Hartil svarar Stalin : Nei. Hlálpargrnnnnrin fyri óarbeiðsførar fiskimenn Umsóknir um studning í ár verða at skriva á blankettir, ið eru at fáa hjá kommunustýrunum og at innseuda við lækna- váttan áðrenn 20. november. STJÓRNIN Svørt bátaketa v.-\ 5/8i <>g »/16- er at fáa hjá Wenzel Petersen, telf. 73 Hesi skip ferma í København til Føroya: M.s »MOGENS S« um 11. november, M.s »ARUSA« um 18. november og um 9. december 1946. P.f SKIPAFELAGIÐ FØROYAR LANDSPRENTSMIBJAN TELF. 143 - JÓNAS BRONCKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNIN.GAR - BRÆVPAPPÍR - KONVOLUTTAR Kvikasta prenting P.f Skáia Skipasmlðja Telefón nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sín egna kavara. skipafelagið telefonir 209 føroyar - 171 « . tórshavn Føpoyskt margapin VITA No. 1 er gjørt úr besta ráevni TRYGGINØARSAMBANDIÐ FØROYAR Føroya Kríggstrygging......... Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging........... - 372 Føroya Brunatrygging........... - 372 Føroya Vanlukkutrygging...... - 221 Vit tryggja bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, bilar o. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging Uppspardur peningur 5 mill. kr. Amerikanskir gummistivlar Ó/4-langir og stuttir) ArbeíðSSkjÚrtUr (myrkabláar, ljósabláar og khaki) C. C. JOHANSEN nf. 30 Minnist til Barnahjálpina A

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.