Tímin


Tímin - 14.11.1946, Blaðsíða 2

Tímin - 14.11.1946, Blaðsíða 2
Nr. 44. 4. árg. TIMIN 14. november 1946 3imin lNr-44J Hósdagin 14. novembor 1946. Út»evari: Havnar Frambnrðslelag. Áby rgd a r m a ð u r: Einar Joensen Avgreiðsla: 'i'elefon nr. 143. Prentsmiðja: P.f Landsprentsmiðjan. Tlf. 143 Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin, í leyssølu: 15 oyru eintakið. Lýsingarprísur: 12 oyru pr. mm áforsíðuni, aðrastaðni: lOoyru. (Avsláttur fyri fastar lýsingar eftir avtaluj. Skammardagurin Tað eydnaðist tí sanieinda sambandinnm við stuðul frá danskari »indremissión« at villa Føroyingar so, at á nývalda Løgtingi er eingin vón til, at fólkaatkvøðan í september mán- aði verður framd. 6 rætltrúnir sambandsmenn og 6 kulørlir standa liar manngarð um vápna- skjøldrið: undir Danmark móti teim 8, sum tóku sær vápna- skjøldrið javnt við Danmark. So statt er eingin vón um vápna- frið, stríðið heldur á, til Før- oyar liava vuiinið sær tey landa- rætlindi, sum lumpað liava verið frá okkum, sum bava verið okkum afturboðin og aft- urtikin, men nú skulu læsast niður fyri okkum eina tíð enn. Klárleika bevur betta valió ikki fingið til vegar. Væl sita nú á tingi 12 Danamenn móti 8 Føroyamonnum, og tað kundi tókst at vera vorðið sum býti fyri teir, sum síggja Føroya vón í studningi frá Danmark. Fyri teir, sum hugsa um, hvussu nú man fara at vera við innløgur til fiskimannin og harvið til alt okkara fólk, er framtíðarmyndin heldur dapur. Tann sallfisk, ið teir 30 føroysku trolararnir, um teir bert skulu veiða saltfisk, veiða næsta ár, verður ikki av- reiddur í Spaniu og Ilaliu, sum sambandsmenn hava billað fólki inn, at Danmark skuldi hjálpa okkum til. Danmarkar sølulík- indi í Bretlandi eru neyðarslig; hvussu verða nú okkara? Nú verða góð ráð dýr hjá teim sameindu sambandsku; leir hava fingið Føroya fólks vælferð litið upp í hendur, nú hava teir ábyrgdina. Gævi Føroyingar ikki koma at svíða ov illa. Danir tóku Løgtingið av við harðskapi, tí tað viidi sela fólka- atkvøðuavgerðina í verk. Til undanførslu fyri harðskapsfram- ferðina varð ført fram, at ov lítil luttøka hevói verið til fólka- atkvøðuna. Hvussu var nú. Sammelt vió Løgtingsvalið 1945 lievði fólkaflokkslistin nú 21 at- kvøður færri, tað sameinda sam- bandið 29 atkvøður fleiri. Altso eingin munur. Tí í hundraðtali av veljarum máttu fara heim aftur, tí teir vóru antin farnir av vallistanum ella ikkj komnir á hann. Við missiónshjálp eydnaðist at mana fleri hundrað sambands- menn upp úr tí dúri, leir vóru falnir í, ætlandi av aldri. Men Javnaðarmenn og Loualingar fækkaóu eisini nógv. í Norður- oyggjum t. d. hvurvu 114 av teimum, sammett við seinasla Løgtingsval, meðan 39 sam- bandsmenn risu har upp av deyða. At 76 fólkaflokksveljarar vóru færri í Norðuroyggjum nú enn lil seinasta Løgtingsval, so tilsamans 151 veljarar færri at- kvøddu har enn seinast, ber alt at tí borði, at valið gevur ikki tað greiða úrslit, sum vónað var. Suðuioyggin var samaavmeg- ingaoyggin sum til seinasta val. 97 sambandshamar vóru av nýggjum drignir á val, fólka- flokkurin vann 17 atkvøður og javnaðarmenn og Loualingar fækkaðu við 5, tíverri ov lítió. Nær man henda áður so stinna føroyska oyggin blaka ómegdina av sær? Ungu Føroyum var 8. novem- ber ein sorgardagur. Við boygđ- um høvdi mugu unglingar okk- ara nú aftur, meir en nakran- tíð, tola tað spoyska smílið, ið møtir teimum utlan fyri Føroyar, tá ið talan fellur á Føroyingar sum sælta norrøna tjóðin. Rínar- málmurin hevur enn ikki mist sína tølandi megi. Danagullið, sum sambandssamgongumenn- inir veittraðu vió til studning her og studning har, lokkaði enn eina ferð lað eldra fólkið í Føroyum, sum í tvey manna- minnir hevur hoyrt júkað frá morgni til myrkurs: vit orka einki; vit duga einki; vit muga einki. Tann klárleikan gav hetta valið, at tað fólkið er ikki búgv- ið til sjálvstýrið. Sjálvandi doyggja teir út eina ferð, av- megingarnir, men tungt verður leim ungu at taka sjálvstýri, kanska um stutla tíð, við so mikið av fólki uppi í sær, sum bert spyr: hvat fáieg í mín part. Dimma skrivar í gjár, at Før- oya fólk hevnr víst sambands- monuum og javnaðarmonnum (lann kíkaði Jónas úr Fugloy verðui' ikki tikin upp á tung- una) tað álit, í felag at leggja gottsløði undir felagsskapin mill- um Danmarkar og Føroya í framlíðini. Vit sjálvstýrismenn vilja virka lil felagsskap við Damnark í sjálvráðandi og sjálv- stýranđi Føroyum men ikki undir Danmark, ella undir dansk- ari grundlóg. Javnaðarmenninir sviku síni sjálvstýrislyfti aftan á seinasta val, munu teir fara at roynast hetur nú, teir hava kíkað Louis Zachariasen sum frammanundan fólkaatkvøðuni mælti til at seta kross fyri loys- ing? Rikard Long. Harur hjá C. C. JOHANSEN Telf. 30 LANDSPRENTSMIÐJAN TELF. 143 - JÓNAS BRONCKS GØTA - TÓRSHAVN ROKNINGAR - BRÆVPAPPÍR - KONVOLUTTAR Kvikasta prenting P.f Skála Skipasmiðja Telefon nr. 1 (2 linjur) Vit loyva okkum at minna útgerðarmenn og skipaeigarar á, at vit gera allar umvølingar á stál- og træskipum. Vit hava landsins størstu sleipustøð og mest nýmótans mekan- iska verkstað. Vit hava umbygt og moderniserað fleiri skip, og eru menn á einum máli um, at arbeiðið hevur verið væl 'úr hondum greitt. Um tilfar fæst kunnu vit eisini byggja nýggj skip og gera tær neyðturvuligu tekningar. Vit hava eisini deild fyri elektrisk arbeiði og elektriskar innstallatiónir. Sleipustøðin hevur sín egna kavara. skipafelagið føroyar telefonir 209 - 171 tórshavn Føroyskt mapgapin ITiTA No. 1 er gjørt lir besta ráevni TRVGQiNGARSAMBANDID FØRDYAR Føroya Kríggslrygging......... Tlf. 372 Føroya Sjóvátrygging........... - 372 Føroya Brunatrygging .......... - 372 Føroya Vanlukkutrygging...... - 221 Vit tryggja bátar, skip, vørur, hús, innbúgv, bilar o. a. F'øroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trýgging Uppspardur peuingur 5 mill. kr. Mintiist til Barnahjálpina

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.