Tímin


Tímin - 28.11.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 28.11.1946, Blaðsíða 1
aímtn UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. 1 leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 46 HÓSDAGIN 28. NOVEMBER 1946 4. ÁRGANGUR ÍJr Býráðnum 26. november 1946 Fyri Skipasmiðjuna hevði Kj. Mohr sent Býráðnum bræv um at fáa bølt um havnarviður- skiftini í Havn, sum nú eru so út av lagi, at mong skip, sum átti at ligið her, níi eru noydd at rýma til onnur pláss til at fáa vetrarlegu og annars tá teim tørva umvølingar; hetta førir við sær, at býurin missir nógv arbeiði og kemur at liggja aftan- fyri onnur pláss í landinum, sjóvinnuni viðvíkjandi. Her er tí umráðandi at fáa byrgt Havn- ina inni sum skjótast, so at kyrrt pláss fæst. Hesum tóku flestu býráðs- limir undir við, og greitt varð frá, at farið verður undir sum skjótast at leingja bryggjuna inn móti Kongabrúnni. Arbeiðið at gera brimgarðin á Gulaklelti verður útbjóðað fyrsta dagin. Tær beton-kisturnar, sum ætl- anin var at fáa úr Onglandi, hevur verkfrøðingurin Poul Gut- tesen kannað, og vísir tað seg, at ongar av teimum eru nýt- andi. Tað verður tí neyðugt at gera brimgarðin á vanligan Siátl, Hospitalssljórin, ið bað um at fáa valnleiðing gjørdan til Hospi- talið, fekk til svar, at einki kundi gerast enn í hesum máli, tá eingi rør eru at fáa. Haraftrat var stjórin biðin um at leggja teimum á Hospitalinum eina vió at nýta báðar vatnbrunnar á rættan hátt; hvussu hetta álli at gerast, kundu tey spyrja smióu- meistaran Jens Poulsen um. Eftir tilráðing frá tekn. nevnd- ini varó samlykt at læna 20.000 kr. til at keypa tveir laslbilar fyri, tá teir gomlu eru so iila farnir. Oman fyri Tinghúsvegin keypti Býráðið eina trøð fyri 3,50 kr. kvadratmeturin, og við Jónas Broncks gølu verða húsagrund- irnar seldar fyri 7 kr. kvadrat- meturin. Umsókn frá William Sloan um at fáa telefonboks setta upp á havnarplássinum og í Vágs- botni, so at feróafólk her kundi ringja sær eftir bili, var sent í havnarnevndina. „MOGENS S" í staðin fyri »ARUSA« ferm- ur »MOGENS S« í Keyp- mannahavn um 6. december. Helta verður seinasla skip til okkara áðrenn jól. P.f Skipafelagið Føroyar Gudsícenasta 1. sunnudag f advent verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama dag prædikar Joensen próstur í Kaldbaks kirkju. Brúðleyp Sunnudagin 1. december gift- ast í Vík Johan N. Johansen haðan úr bygdini og Helga Aðalgunsdóttur úr Grindavík í íslandi. Løgtingið er nú farið í holt við tær van- ligu sakirnar, sum eiga at vera til hvørja setu: Vegir, havnir, skúlamál o. s. fr. Einki lítur úl fyri, at stjórnarskipanarmálið hastar; tað sigst, at nevndin er lamin av tí, at ein hin mætasti limurin hevur leingi ligið veður- fastur í Suðuroy. Barnahjálpargrunnurin hevur sent í hvørt hús í land- inum tvær postávísingar, sum fólk, ið vilja styója grunnin, kunna senda pengar við gjøgnum postin. Óivað verða hesir ávísingar dúgliga nýltir til eitt so gott endamál. Haraflral er at minn- ast til, at hvør ávísing, sum er 10 kr. ella meira, gevur rætt til Iulløku í virðismiklari btnlur- lutan um ein 4 persóna Sland- ard bil. Ætlanin hjá Barnahjálpar- gruniiinum er at fáa gjørt eitt heilsubótarheim lil børn, og eigur henda innsavnan tí 'at verða væl undirlikin. Veitslur Dansiorkestrið »Goggan« hevði boðið til 10-ára stovningarveitslu hitt leygarkvøldið í Sjónleikarhúsinum. Gott og væl 100 pør vóru komin sanian, og helt dansifólkið eitt sámiligt »swing kvøld«. Við borðhaldið var boðið smurdur matur og øl. Goggan við sterkastu manning: Andreas Res- torff, klaver, Leivur Christiansen og Erling Isholm, trompet, Stig Rasmus- sen, Verland Johansen og Niels Jacob- sen, saxofon, Ludvig Breckmann, ba- sun, Arnfinn Debess, kontrabas og Trygve Restorff, janitsjar, leikaði 5 dansiljómleikir og 2 klarinettir og klaver leikaðu »swing duet«. Frá leik- pallinum sang Conrad Skaale vísu um Goggumenninar. Annars fór hitt vaggandi dansihavið fram eins og veingjasuð undir morgunfrískum lofti. Dansifólkið var samt um at stovna dansifelag. sum" skal fyrireika ser- stakar dansisamkomur einaferð um mánaðan. Seinasta leygarkvøld hevði H. B. arsveilslu, sum eydnaðist ovurhonds •væl. s—1 Snurriváðsbátarnir eru nú flestir komnir aftur úr Norðsjónum, men úrslitið/ hevur verið ymist. Bestir eru bátarnir hjá P/f N. Niclasen í Sørvági: Vestursøki, Royndin, Vesturleiki og Vesturleið; teir hava fingið 10—12000 pd. st. Her vísir seg, at teir bátarnir, ið bygdir vórðu í Svøríki í kríggsárunum, tá eingi skip fingust aðrastaðir, og illa vórðu lastaðir av donskum skipa- sakkønum o. ø., hava roynst betur enn teir, ið bygdir eru í Danmark. Eisini sæst, at hin um- bygda sluppin Royndin (Prinsesse Marie) er eitt sera fiskiligt skip. Lýsing Tað verður her gjørt kunnigt, at yvirlit yvir teir í Streymoyar sýslu valdu limir til nevningargrund- listan fyri tíðarskeiðið 1. februar 1947 til 31. januar 1948 ligguí til skjals á býráðsskrivstovuni frá 1. til 12. desember h. á., báðir dagar uppíroknaðir, frá kl. 10 til 18. , TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ, tann 20. november 1946 Lastbilkoyring telf. 457»«455 PERSÓNROYRING TELEFON 216 HUGO ØSTBR Brennibileggingar- seðlar fyri december mánað verða út- flýggjaðir í býráðssalinum leygar- dagin tann 30. november, mána- dagin tann 2. dec. og týsdagin tann 3. december í ár, frá kl. 11 til 17. Eftir ta ásettu tíð fyri útflýggj- anina verður tikið 2 kr. fyri hvørja útflýggjan. TÓRSHAVNAR BYRÁÐ tann 25. november 1946 H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring við vøruvognfc og persónvogni Fiskasøla Vesturvarði 2790 kits 4823 pd. st., Eystnes 627 ks. 1706, Barmur 2506 kits 5537, Norðbúgvin 2370 kits 5321 pd. st. Ungmannastevnan leygardagin 30.nov. og sunnudagin l.des. í Sjónleikarhúsinum Leygarkvøldið kl. 8: Ársaðalfundur á Hotel Djurhuus. Dagsskrá eftir lógini. Siuiuiwlagin kl. 5: Almennur fundur í Sjónleikarhúsinum. Røðarar: Sigurdjoensen frá Gjógv og Dánjal Danielsen av Velbastað. Sjónleikur eftir Gunnar Gunnarsson verður framførdur. Snnnukvøldið kl. 9: Veitsla við borðhaldi, røðum og skemti. Síðani dansur. Lisii liggur í Blákolluni. FØROYA UNGMANNAFELAG Vit levera KJØT-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES prt. i allar bestu kvalitetum. UMBOÐ: 0TT0 JAC0BSEN Vestmanna Tlf. 1 & 41 S. H0ULBER6 A/s Fedevarer- Pølser- Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØDBYEÍM KØBEMHAVN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.