Tímin - 28.11.1946, Síða 1
(Límin
NUMMAR 46
HÓSDAGIN 28. NOVEMBER 1946
UTGEVARI:
HAVNAR FRAMBURÐSFELAG
Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin.
í leyssølu: 15 oyr. eintakið.
4. ÁRGANGUR
Úr Býráðnum
26. november 1946
Fyri Skipasmiðjuna hevði Kj.
Mohr sent Býráðnum bræv um
at fáa bølt um havnarviður-
skiftini í Havn, sum nú eru so
út av lagi, at mong skip, sum
átti at ligið her, nú eru noydd
at rýma til onnur pláss til at
fáa vetrarlegu og annars lá teim
tørva umvølingar; hetta førir
yið sær, at býurin missir nógv
arbeiði og kemur at liggja aftan-
fyri onnur pláss í landinum,
sjóvinnuni viðvíkjandi. Her er
tí umráðandi at fáa byrgt Havn-
ina inni sum skjótast, so at
kyrrt pláss fæst.
Hesum tóku flestu býráðs-
limir undir við, og greitt varð
frá, at farið verður undir sum
skjótast at leingja bryggjuna inn
móti Kongabrúnni. Arbeiðið at
gera brimgarðin á Gulaklelti
verður útbjóðað fyrsta dagin.
Tær beton-kisturnar, sum ætl-
anin var al fáa úr Onglandi,
hevur verkfrøðingurin Poul Gut-
tesen kannað, og vísir tað seg,
at ongar av teimum eru nýt-
andi. Tað verður tí neyðugt at
gera brimgarðin á vanligan hátl.
Hospitalsstjórin, ið bað um at
fáa valnleiðing gjørdan til Hospi-
talið, fekk til svar, at einki
kundi gerast enn í hesum máli,
tá eingi rør eru at fáa. Haraftrat
var stjórin biðin um at leggja
teimum á Hospitalinum eina við
at nýta báðar vatnbrunnar á
rællan liátl; hvussu hetta álli at
gerast, kundu tey spyrja smiðu-
meistaran Jens Poulsen um.
Eftir tilráðing frá tekn. nevnd-
ini varó samtykt at læna 20.000
kr. til at keypa tveir laslbilar
fyri, tá teir gomlu eru so illa
farnir.
Oman fyri Tinghúsvegin keypti
Býráóið eina trøð fyri 3,50 kr.
kvadratmeturin, og við Jónas
Broncks gølu verða húsagrund-
irnar seldar fyri 7 kr. kvadxat-
meturin.
Umsókn frá William Sloan
um at fáa lelefonboks setta upp
á havnarplássinum og í Vágs-
botni, so at feróafólk her kundi
i'ingja sær eftir bili, var sent í
havnarnevndina.
M.s
„MOGEN8 S“
í staðin fyri »ARUSA« ferm-
ur »MOGENS S« í Keyp-
mannahavn urn 6. december.
Hetla verður seinasla skip til
okkai-a áðrenn jól.
P.f Skipafelapið Føroyar
Gudsíænasta
1. sunnudag í advent verður
lestur lisin í Havnar kirkju.
Sama dag prædikar Joenseix
próstur í Kaldbaks kirkju.
Brúðleyp
Sunnudagin 1. december gifl-
ast í Vík Johan N. Johansen
haðan úr bygdini og Helga
Aðalgunsdóttur úr Grindavík í
íslandi.
Løgtingið
er nú farið í holt við tær van-
ligu sakirnar, sum eiga at vera
til hvørja setu: Vegir, havnir,
skúlamál o. s. fr. Einki lítur út
fyri, at stjórnarskipanarmálið
hastar; tað sigst, at nevndin er
lamin av tí, at ein hin mætasti
limurin hevur leingi ligið veðui--
fastur í Suðuroy.
Barnahl álp ar orunnnr in
hevur sent í hvørt Ixús í land-
inum tvær postávísingar, sum
fólk, ið vilja styója grunnin,
kunna senda pengar við gjøgnum
postin.
Óivað verða hesir ávísingar
dúgliga ný11ir til eitt so gott
endamál. Harafli'al er at rninn-
ast lil, at hvør ávísing, sum er
10 kr. ella meira, gevur rætt til
Iuttøku í virðismiklari burlur-
lulan um ein 4 persóna Sland-
ard bil.
Ætlanin hjá Bai nahjálpar-
grunninum er at fáa gjørt eitl
heilsubótarheim lil børn, og
eigur henda innsavnan tí 'at
veróa væl undirtikin.
Veitslnr
Dansiorkestrið »Goggan« hevði
boðið til 10-ára stovningarveitslu hitt
leygarkvøldið í Sjónleikarliúsinum.
Gott og væl 100 pør vóru komin
saman, og helt dansifólkið eilt sámiligt
»swing kvøld«. Við borðhaldið var
boðið smurdur matur og øl. Goggan
við sterkastu manning: Andreas Res-
torff, klaver, Leivur Christiansen og
Erling Isliolm, trompet, Stig Rasmus-
sen, Verland Johansen og Niels Jacob-
sen, saxofon, Ludvig Breckmann, ba-
sun, Arnlinn Dehess, kontrabas og
Trygve Restorff, janitsjar, leikaði 5
dansiljómleikir og 2 klarinettir og
klaver leikaðu »swing duet«. Frá leik-
pallinum sang Conrad Skaale vísu
um Goggumenninar. Annars fór liitt
vaggandi dansihavið fram eins og
veingjasuð undir morgunfrískum lofti.
Dansifólkið var samt um at stovna
dansifelag. sum skal fyrireika ser-
stakar dansisamkomur einaferð um
mánaðan.
Seinasta leygarkvøld hevði H. B.
ársveitslu, sum eydnaðist ovurlionds
•væl. s—1
Snurriváðsbátarnir
eru nú flestir komnir aftur úr
Norðsjónum, men úrslitið hevur
verið ymist. Bestir eru bátarnir
hjá P/f N. Niclasen í Sørvági:
Vestursøki, Royndin, Vesturleiki
og Vesturleið; teir hava fingið
10—12000 pd. st. Her vísir seg,
at teir bátarnir, ið bygdir vórðu
í Svøríki í kríggsárunum, tá eingi
skip fingust aðrastaðir, og illa
vórðu lastaðir av donskum skipa-
sakkønum o. ø., hava roynst
betur enn teir, ið bygdir eru í
Danmark. Eisini sæst, at hin um-
bygda sluppin Royndin (Prinsesse
Marie) er eitt sera fiskiligt skip.
Lýsing Tað verður her gjørt kunnigt, at yvirlit yvir teir í Streymoyar sýslu valdu limir til nevningargrund- listan fyri tíðarskeiðið 1. februar 1947 til 31. januar 1948 liggur til skjals á bý'ráðsskrivstovuni frá 1. til 12. desember h. á., báðir dagar uppíroknaðir, frá kl. 10 til 18. , TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ, tann 20. november 1946
Lastbilkoyring telf.
457 •< 455
PERSðNKOYRING
TELEFON 216
HUG0 ØSTER
Rrennibilegoingar-
seðlar
fyri december mánað verða út-
flýggjaðir í býráðssalinum leygar-
dagin tann 30. november, mána-
dagin tann 2. dec. og týsdagin tann
3. december í ár, frá kl. 11 til 17.
Eftir ta ásettu tíð fyri útflýggj-
anina verður tikið 2 kr. fyri hvørja
útílýggjan.
TÓRSHAVNAR BYRÁÐ
tann 25. november 1946
H0TEL DJURHUUS
Telf. 62
Hojrring við
vøruvognfr og persónvogni
Fiskasøla
Vesturvarði 2790 kits 4823 pd. st.,
Eystnes 627 ks. 1706, Barmur
2506 kits 5537, Norðbúgvin 2370
kits 5321 pd. st.
Ungmannastevnan
leygardagin 30.nov. og sunnudagin l.des. í Sjónleikarhúsinum
Leygarkvøldið kl. 8:
Ársaðalfundur á Hotel Djui'huus. Dagsskrá eftir lógini.
Sunnudagin kl. 5:
Almennur fundur í Sjónleikarhúsinum. Røðarar: SigurdJoensen
frá Gjógv og Dánjal Danielsen av Velbastað. Sjónleikur eftir
Gunnar Gunnarsson verður framførdur.
Sunnukvøldið kl. 9:
Veitsla við borðhaldi, røðum og skemti. Síðani dansur.
Lisii liggur í Blákolluni.
FØROYA UNGMANNAFELAG
Vit levera
KJØ T- P YLSUR - FLESK
OG KONSERVES
'.RB.aiøai allar bestu kvalitetum.
UMBOÐ: s. HOULBERG A/s
0TT0 JAC0BSEN
Vestmanna Fedevarer- Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker
Tlf. 1 &■ 41 KØD3YEN
Statskontrol 352
KØBENH AV Pá
J”