Tímin


Tímin - 28.11.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 28.11.1946, Blaðsíða 1
(Límin NUMMAR 46 HÓSDAGIN 28. NOVEMBER 1946 UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. 4. ÁRGANGUR Úr Býráðnum 26. november 1946 Fyri Skipasmiðjuna hevði Kj. Mohr sent Býráðnum bræv um at fáa bølt um havnarviður- skiftini í Havn, sum nú eru so út av lagi, at mong skip, sum átti at ligið her, nú eru noydd at rýma til onnur pláss til at fáa vetrarlegu og annars lá teim tørva umvølingar; hetta førir yið sær, at býurin missir nógv arbeiði og kemur at liggja aftan- fyri onnur pláss í landinum, sjóvinnuni viðvíkjandi. Her er tí umráðandi at fáa byrgt Havn- ina inni sum skjótast, so at kyrrt pláss fæst. Hesum tóku flestu býráðs- limir undir við, og greitt varð frá, at farið verður undir sum skjótast at leingja bryggjuna inn móti Kongabrúnni. Arbeiðið at gera brimgarðin á Gulaklelti verður útbjóðað fyrsta dagin. Tær beton-kisturnar, sum ætl- anin var al fáa úr Onglandi, hevur verkfrøðingurin Poul Gut- tesen kannað, og vísir tað seg, at ongar av teimum eru nýt- andi. Tað verður tí neyðugt at gera brimgarðin á vanligan hátl. Hospitalsstjórin, ið bað um at fáa valnleiðing gjørdan til Hospi- talið, fekk til svar, at einki kundi gerast enn í hesum máli, tá eingi rør eru at fáa. Haraftrat var stjórin biðin um at leggja teimum á Hospitalinum eina við at nýta báðar vatnbrunnar á rællan liátl; hvussu hetta álli at gerast, kundu tey spyrja smiðu- meistaran Jens Poulsen um. Eftir tilráðing frá tekn. nevnd- ini varó samtykt at læna 20.000 kr. til at keypa tveir laslbilar fyri, tá teir gomlu eru so illa farnir. Oman fyri Tinghúsvegin keypti Býráóið eina trøð fyri 3,50 kr. kvadratmeturin, og við Jónas Broncks gølu verða húsagrund- irnar seldar fyri 7 kr. kvadxat- meturin. Umsókn frá William Sloan um at fáa lelefonboks setta upp á havnarplássinum og í Vágs- botni, so at feróafólk her kundi i'ingja sær eftir bili, var sent í havnarnevndina. M.s „MOGEN8 S“ í staðin fyri »ARUSA« ferm- ur »MOGENS S« í Keyp- mannahavn urn 6. december. Hetla verður seinasla skip til okkai-a áðrenn jól. P.f Skipafelapið Føroyar Gudsíænasta 1. sunnudag í advent verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama dag prædikar Joenseix próstur í Kaldbaks kirkju. Brúðleyp Sunnudagin 1. december gifl- ast í Vík Johan N. Johansen haðan úr bygdini og Helga Aðalgunsdóttur úr Grindavík í íslandi. Løgtingið er nú farið í holt við tær van- ligu sakirnar, sum eiga at vera til hvørja setu: Vegir, havnir, skúlamál o. s. fr. Einki lítur út fyri, at stjórnarskipanarmálið hastar; tað sigst, at nevndin er lamin av tí, at ein hin mætasti limurin hevur leingi ligið veðui-- fastur í Suðuroy. Barnahl álp ar orunnnr in hevur sent í hvørt Ixús í land- inum tvær postávísingar, sum fólk, ið vilja styója grunnin, kunna senda pengar við gjøgnum postin. Óivað verða hesir ávísingar dúgliga ný11ir til eitt so gott endamál. Harafli'al er at rninn- ast lil, at hvør ávísing, sum er 10 kr. ella meira, gevur rætt til Iuttøku í virðismiklari burlur- lulan um ein 4 persóna Sland- ard bil. Ætlanin hjá Bai nahjálpar- grunninum er at fáa gjørt eitl heilsubótarheim lil børn, og eigur henda innsavnan tí 'at veróa væl undirtikin. Veitslnr Dansiorkestrið »Goggan« hevði boðið til 10-ára stovningarveitslu hitt leygarkvøldið í Sjónleikarliúsinum. Gott og væl 100 pør vóru komin saman, og helt dansifólkið eilt sámiligt »swing kvøld«. Við borðhaldið var boðið smurdur matur og øl. Goggan við sterkastu manning: Andreas Res- torff, klaver, Leivur Christiansen og Erling Isliolm, trompet, Stig Rasmus- sen, Verland Johansen og Niels Jacob- sen, saxofon, Ludvig Breckmann, ba- sun, Arnlinn Dehess, kontrabas og Trygve Restorff, janitsjar, leikaði 5 dansiljómleikir og 2 klarinettir og klaver leikaðu »swing duet«. Frá leik- pallinum sang Conrad Skaale vísu um Goggumenninar. Annars fór liitt vaggandi dansihavið fram eins og veingjasuð undir morgunfrískum lofti. Dansifólkið var samt um at stovna dansifelag. sum skal fyrireika ser- stakar dansisamkomur einaferð um mánaðan. Seinasta leygarkvøld hevði H. B. ársveitslu, sum eydnaðist ovurlionds •væl. s—1 Snurriváðsbátarnir eru nú flestir komnir aftur úr Norðsjónum, men úrslitið hevur verið ymist. Bestir eru bátarnir hjá P/f N. Niclasen í Sørvági: Vestursøki, Royndin, Vesturleiki og Vesturleið; teir hava fingið 10—12000 pd. st. Her vísir seg, at teir bátarnir, ið bygdir vórðu í Svøríki í kríggsárunum, tá eingi skip fingust aðrastaðir, og illa vórðu lastaðir av donskum skipa- sakkønum o. ø., hava roynst betur enn teir, ið bygdir eru í Danmark. Eisini sæst, at hin um- bygda sluppin Royndin (Prinsesse Marie) er eitt sera fiskiligt skip. Lýsing Tað verður her gjørt kunnigt, at yvirlit yvir teir í Streymoyar sýslu valdu limir til nevningargrund- listan fyri tíðarskeiðið 1. februar 1947 til 31. januar 1948 liggur til skjals á bý'ráðsskrivstovuni frá 1. til 12. desember h. á., báðir dagar uppíroknaðir, frá kl. 10 til 18. , TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ, tann 20. november 1946 Lastbilkoyring telf. 457 •< 455 PERSðNKOYRING TELEFON 216 HUG0 ØSTER Rrennibilegoingar- seðlar fyri december mánað verða út- flýggjaðir í býráðssalinum leygar- dagin tann 30. november, mána- dagin tann 2. dec. og týsdagin tann 3. december í ár, frá kl. 11 til 17. Eftir ta ásettu tíð fyri útflýggj- anina verður tikið 2 kr. fyri hvørja útílýggjan. TÓRSHAVNAR BYRÁÐ tann 25. november 1946 H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Hojrring við vøruvognfr og persónvogni Fiskasøla Vesturvarði 2790 kits 4823 pd. st., Eystnes 627 ks. 1706, Barmur 2506 kits 5537, Norðbúgvin 2370 kits 5321 pd. st. Ungmannastevnan leygardagin 30.nov. og sunnudagin l.des. í Sjónleikarhúsinum Leygarkvøldið kl. 8: Ársaðalfundur á Hotel Djui'huus. Dagsskrá eftir lógini. Sunnudagin kl. 5: Almennur fundur í Sjónleikarhúsinum. Røðarar: SigurdJoensen frá Gjógv og Dánjal Danielsen av Velbastað. Sjónleikur eftir Gunnar Gunnarsson verður framførdur. Sunnukvøldið kl. 9: Veitsla við borðhaldi, røðum og skemti. Síðani dansur. Lisii liggur í Blákolluni. FØROYA UNGMANNAFELAG Vit levera KJØ T- P YLSUR - FLESK OG KONSERVES '.RB.aiøai allar bestu kvalitetum. UMBOÐ: s. HOULBERG A/s 0TT0 JAC0BSEN Vestmanna Fedevarer- Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker Tlf. 1 &■ 41 KØD3YEN Statskontrol 352 KØBENH AV Pá J”

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.