Tímin


Tímin - 05.12.1946, Blaðsíða 1

Tímin - 05.12.1946, Blaðsíða 1
(íímin UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 47 HÓSDAGIN 5. DECEMBER 1946 4. ÁRGANGUR OSVALD JACOBSEN in memoriam Ungur vart tú vinur, lívsins besta blóma. Lyndið lætt sum lot í líð við summarljóma. Eygu tíni læði, altíð vart tú kátur. Tær á leiðum fylgdi ljósur, lættur látur. Fyri tær lá lívið, tú tað vildi fevna, hjartaslag tess íøla, fram á bárum stevna. Men, hvat lív? Á heysti brustu spentir streingir. Regnið fall í dølum, á fleyt yvir eingir. Lot lá inn úr havi, dagsglæma í rýming, Funningsbygd í regni og novembirskýming. Vini tøkk vit veita lágum lonum undir; minnast lívsins døpru, alvarsomu stundir. Næmingar Fiskasøla Vesturvarði 2790 kassar 4822 st. pd„ Eystnes 627 ks. 1706, Barmur 2507 kits 5537, Norð- búgvin 2370 kils 5321, Urd 1009 ks. 1819, Sildberin 2844 kits 3076 st. pd. Berglop Føroyatíðindi sigur frá, at stórt berglop hevur verið í Beinisvøri. Bergið skrædnaði hægst av Flati og langt iiiður; í einum feililendi fóru 11 av 13 gimbrum við lopinum. Fiskiskapnrin Ur íslandi frætlist at trolarar- nir fáa nógvan fisk, bert tað viðrar. Veslurvarði og Varðberg komu í nógvan fisk sunnarlaga á Eysllandinum beinanvegin, ið teir komu yvir. Ein lýskur trol- ari, ið var á Havnini sunnu- dagin bevði fingið 3000 sentn- arar í 5 dagar, men mátti rýma fyri illveðri. Her við landið hevur veðrið verið ólagaligt seinru tíðina, men -fiskur fæst, tá veðrið er so, frægt. Um vikuskiftið fingu Klakksvíksbáiar 6—7000 pd. við Mykines. ; Gudstcenasia 2. sunnudag í advent prædik- ar Joensen, próslur, í Havnar kirkju. — Talvan gongur fyri barnagarðin. Mturkomnir úr Grøniandi í gjáranáttina var »Disko« á Havnini við manningini av hvalabátinum »Sonju«, sum Grønlandsstýrið nýtir til hvala- veiði. Teir hava fingið 60 hvalir frál. juni til 30. oktober. Líka nógv av hvali var at síggja, lá teir hildu uppat, men teir kundu ikki halda áfram, tí ongar tunn- ur vóru eftir til at salta spik uppí. Unomannastevna F.U.s var seinasta sunnudag í Havn, og var væl av fólki samankomið. Tó kundi fleiri havt verið við til tann frálíka fundin undan veilsluni, har Sigurd Joensen og Dánial Danielsen røddu. Sigurd Joensen dró beinrakin fram tær mongu uppgávur, sum ung- mannafeløgini hava, m. a. varð- veitan av okkara gomlu søguligu og mentanarligu minnum. Dán- iaí Danielsen greiddi í góðari røðu frá stjórnarstríði íslands sum í mongum føri er líkt okk- ara, frá landnáminum lil í dag. Aftaná las Sigurd Joensen upp søgur, sum hann sjálvur hevði skrivað; tær vórðu ógviliga væl fagnaðar av fólkinum. Seinri á kvøldi var nátturði við góóum smurdum breyði og kaffi. Harlil var ymis skemtan m.a. óføra stuttlig radiotíðindi. Tá ið borð og stóíar vóru burt- urbeind um miðnátt, varð ringur sligin, og dansurin gekk væl til út móti morgni. Á aðalfundinum, sum var frammanundan, varð henda nevnd vald: Poul Johs. Lindberg í Havn, Dánial Daniel- sen á Velbastað, Mourils Mohr í Havn, PoulJoensen í Havn og StigG. Rasmussen í Havn. Úr Týsklandi Sum týðindi úr eingilska og amerikanska parlinum av Týsk- landi siga frá, er ikki væntandi stór batnan av malnaviðurskift- unum har enn á sinni. Fleiri oj> fleiri reisa seg til mótmæli móti tí politikki, ið teir sigrandi føra. Soleiðis fekk eingilska slýr- ið í Týsklandi henda dagin á- heitan frá krisliliga socialdemo- kratiska flokkinum, sum kravdi at oyðanin av týska ídnaðinum mátti halda uppat beinanvegin, so at fólkið kundi fáa høvi lií at virka, og ikki ganga til grund- ar í virkisloysi. Eingilska sljórn- in hevur ikki svarað aftur enn, men helst fer hon at sýna eitt sindur meira beinasemi enn hennara russisku makkarar, sum longu hava ført tær bestu av Týsklands verksmiðjum eystur til Ruslands, helst tá onglend- ingar brigsla russum slíkan at- burð. Eingilski og amerikanski part- arnir eru nú lagdir saman til eina heild, sum lætlari skal vera at stýra. Úr Onglandi sigst, at hesin partur av Týsklandi skal vera førur at klára seg móti endanum av 1949. Sum skilið er har nú, munna um tað mundið bert kryplingar og ólukkudýr vera eftir til at klára seg. Hjá teimum, ið minnast fyrstu kríggsárini og ta andstygd, ið tey demokratisku londini lólu koma til sjóndar móti Týsklandi, sum lat sínar menn herseta land fyri og annað eflir, tykist meira enn Iøgið tað ágrýtni, hesi somu lond nú sýna til at sleppa al herseta ein part av Týsklandi. Soleiðis skal nú ein herdeild av Hálendingum fáa parl í herset- ingini saman viðstórveldunum. í donskum bløðum øvunda »frið- armenn« har eini eydnuríkari herdeild av Norðmonnum, sum fyri kortum fóru til Týsklands at spæla »Herrenvolk«. — Eitt av endamálum Hitlers var at savna øll lond í Europa saman í eitt sambandsríki. At forkoma hesi ætlan var millum PERSÓNKOYRIM TELEFON 216 HUQO ØSTER H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyrinø við vøruvogni og personvogni aðrar atvoldin til at Winston Churchill fekk allan heimin í part við sær til at knasa Týsk- land. — Nú hevur hesin sami Churchill tikið Hitlers ætlan upp- aftur og virkar nú av øllum alvi fyri at fáa øll Europas lond saman í eitt felagsríki. Soleiðis kann eitt kríggj broyta sinna- lagió í fólki. Við eingilskan kríggsrætt í ítaliu eru fyrrverandi hægsti týsku generalurin har von Mackensen og týski guvernør- urin í Rom, KurtMeltzer dømdir til deyða fyri at hava dømt til at avlívast 250 italskar fangar afturfyri at 250 týskir soldátar vórðu dripnir við svikum. Hvalastøðin lið Áir Iievnr nú at selja: Kraftfóður í sekkjum á 75 kg Guano - — - 75 - Reinamjøl - — v - 75 - Guano frá í fjør í — - 75 - Fólk, ið ynskja at keypa nakað av hesum, mugu siga okk- um frá innan 18. desember 1946. kr. 33.00 pr. sekk -. 30.00 - - 30.00 - - - 20.00 - - P.f SPERM, Tórshavn Telf. 177 Tórshavn — Telf. 1 Hvalvík Vit levera KJØ T-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES ^so" i allar bestu kvalitetum. »b- S. H0ULBER6 7s 0TT0 JAC0BSEN _ ,. '' Vestmanna Fedevarer- Pølser- Leverpostej og Konservesfabnker Tlf.l&41 KØDBYEN _________f= Statskontrol 352 KØBENHAVN

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.