Tímin


Tímin - 05.12.1946, Qupperneq 1

Tímin - 05.12.1946, Qupperneq 1
UTGEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAG Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 47 HÓSDAGIN 5. DECEMBER 1946 4. ÁRGANGUR OSVALD JACOBSEN in rnemoriam Ungur vart tú vinur, Hvsins besta blóma. Lyndið lætt sum lot í líð við summarljóma. Eygu tfni læði, altíð vart tú kátur. Tær á leiðum fylgdi ljósur, lættur látur. Fyri tær lá Iívið, tú tað vildi fevna, hjartaslag tess føla, fram á bárum stevna. Men, hvat liv? Á heysti brustu spentir streingir. Regnið fall í dølum, á fleyt yvir eingir. Lot lá inn úr havi, dagsglæma í rýming, Funningsbygd í regni og novembirskýming. Vini tøkk vit veita lágum lonum undir; minnast lívsins døpru, álvarsomu stundir. Næmingar Fiskasøla Vesturvarói 2790 kassar 4822 st. pd., Eystnes 627 ks. 1706, Barmur 2507 kits 5537, Norð- búgvin 2370 kits 5321, Urd 1009 ks. 1819, Sildberin 2844 kits 3076 st. pd. Berglop Føroyatíðindi sigur frá, at slórt berglop hevur verið í Beinisvøri. Bergið skrædnaði Iiægst av Flati og langt niður; í einum feililendi fóru 11 av 13 gimbrum við lopinum. Fiskiskapurin Úr íslandi frætlist at trolarar- nir fáa nógvan fisk, bert lað viðrar. Veslurvarði og Varðberg komu í nógvan fisk sunnarlaga á Eystlandinum beinanvegin, ið telr komu yvir. Ein týskur trol- ari, ið var á Havnini sunnu- dagin hevói fingið 3000 sentn- arar í 5 dagar, men mátti rýma fyri illveðri. Her við landið hevur veðrið verið ólagaligt seinru tíðina, men fiskur fæst, tá veðrið er so frægt. Um vikuskiftið fingu Klakksvíksbálar 6—7000 pd. við Mykines. Gudstænasía 2. sunnudag í advent prædik- ar Joensen, próstur, í Havnar kirkju. — Talvan gongur fyri barnagarðin. Afturkomnír Ar Grønlandi í gjáranáttina var »Disko« á Havnini við manningini av hvalabátinum »Sonju«, sum Grønlandsstýrið nýtir til hvala- veiði. Teir hava fingið 60 hvalir frá 1. juni til 30. oktober. Líka nógv av hvali var at síggja, lá teir hildu uppat, men teir kundu ikki halda áfram, tí ongar tunn- ur vóru eftir til at salta spik uppí. UngmannasteTna f.D.s 'var seinasla sunnudag í Havn, og var væl av fólki samankomið. Tó kundi fleiri bavt verið við til tann frálíka fundin undan veilsluni, har Sigurd Joensen og Dánial Danielsen røddu. Sigurd Joensen dró beinrakin fram tær mongu uppgávur, sum ung- mannafeløgini hava, m. a. varð- veitan av okkara gomlu søguligu og mentanarligu minnum. Dán- iaí Danielsen greiddi í góðari røðu frá stjórnarstríði Islands sum í mongum føri er líkt okk- ara, frá landnáminum til í dag. Aftaná las Sigurd Joensen upp søgur, sum hann sjálvur hevði skrivað; tær vórðu ógviliga væl fagnaðar av fólkinum. Seinri á kvøldi var nátturði við góðum smurdum breyði og kaffi. Hartil var ymis skemtan m.a. óføra stultlig radiotíðindi. Tá ið borð og slólar vóru burt- urbeind um miðnátt, varð ringur sligin, og dansurin gekk væl til út móli morgni. Á aðalfundinum, sum var frammanundan, varð henda nevnd vald: Pouí Johs. Lindberg í Havn, Dánial Daniel- sen á Velbastað, Mourits Mohr í Havn, Poul Joensen í Havn og Stig G. Rasmussen í Havn. Úr Týsklandi Sum týðindi úr eingilska og amerikanska parlinum av Týsk- landi siga frá, er ikki vænlandi stór batnan av matnaviðurskift- unum har enn á sinni. Fleiri og fleiri reisa seg til mótmæli móli tí politikki, ið teir sigrandi føra. Soleiðis fekk eingilska stýr- ið í Týsklandi henda dagin á- heitan frá kristiliga socialdemo- kratiska flokkinum, sum kravdi at oyðanin av týska ídnaðinum mátti halda uppat beinanvegin, so at fólkið kundi fáa høvi lil at virka, og ikki ganga til grund- ar í virkisloysi. Eingilska stjórn- in hevur ikki svarað aftur enn, men helst fer hon at sýna eitt sindur meira beinasemi enn hennara russisku makkarar, sum longu hava ført tær bestu av Týsklands verksmiðjum eyslur til Ruslands, helst tá onglend- ingar brigsla russum slíkan at- burð. Eingilski og amerikanski part- arnir eru nú lagdir saman til eina heild, sum lætlari skal vera at stýra. Úr Onglandi sigst, at hesin partur av Týsldandi skal vera førur at klára seg móti endanum av 1949. Sum skilið er har nú, munna um tað mundið bert kryplingar og ólukkudýr vera eftir til at klára seg. Hjá teimum, ið minnast fyrstu kríggsárini og ta andstygd, ið ley demokratisku londini lótu koma til sjóndar móti Týsklandi, sum lat sínar menn herseta land fyri og annað eftir, tykist meira enn løgið tað ágrýtni, hesi somu lonđ nú sýna lil at sleppa al herseta ein part av Týsklandi. Soleiðis skal nú ein herdeilđ av Hálendingum fáa part í herset- ingini saman við stórveldunum. í donskum bløðum øvunda »frið- armenn« har eini eydnuríkari herdeild av Norðmonnum, sum fyri kortum fóru til Týsklands at spæla »Herrenvolk«. — Eitl av endamálum Hitlers var at savna øll lond í Europa saman í eitt sambandsríki. At forkoma hesi ællan var millum PERSÓNKOYRING TELEFON 216 HUGO ØSTBR H0TEL DJURHUUS Telf. 62 Koyring vlð vøruvogni og persónvogni aðrar atvoldin til at Winston Churchill fekk allan heimin í part við sær til at knasa Týsk- land. — Nú hevur hesin sami Churchill likið Hillers ætlan upp- aftur og virkar nú av øllum alvi fyri at fáa øll Europas lond saman í eilt felagsríki. Soleiðis kann eitt kríggj broyta sinna- lagið í fólki. Yið eingilskan kríggsrætt í Italiu eru fyrrverandi hægsti lýsku generalurin har von Mackensen og lýski guvernør- urin í Rom, KurtMeltzer dømdir til deyða fyri at hava dømt til at avlívast 250 italskar fangar afturfyri at 250 týskir soldátar vórðu dripnir við svikum. Hvalastøðin við Áir hevur nii at selja: Kraflfóður í sekkjum á 75 kg Guano - — - 75 - Beinamjøl - — N - 75 - Guano frá í fjør í — - 75 - Fólk, ið ynskja at keypa nakað av hesum, mugu siga okk- um frá innan 18. desember 1946. kr. 33.00 pr. sekk -. 30.00 - - - 30.00 - - - 20.00 - - P.f SPERM, Tórshavn Telf. 177 Tórshavn — Telf. 1 Hvalvík Vit levera KJØ T-PYLSUR-FLESK OG KONSERVES 1 a,,ar bestu kvalitetum. S. H O U L B E R 6 A/s 0TT0 JAC0BSEN Vestmanna Feaevarer-Pø/ser-Leverpostej og Konservesfabriker Tlf. l &■ 41 KØDBYEN Statskontrol 352 KØBENHAVN

x

Tímin

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.